Skip to main content

At spæla og læra








Kanska verður ovasta heitið ein vegvísari fyri framtíðar skúlagongd og vit kunnu hóma eina endurburðartíð (Myndir: Birgir Kruse)

At spæla og læra eru viðurskifti, ið ofta hanga saman. Tað sæst týðuliga á sjeyogtjúgindu BETT stevnuni í Hammersmith í hesum døgum. Við heitum sum Renaissance Learning og Creativity in the Classroom, leggja stórar fyritøkur upp til eitt livandi flokshøli í øllum skúlum. Millum fyritøkurnar, ið leggja mest fyri, teljast kend nøvn sum Adobe og Lego. Tey bjóða skúlum útgerð, sum vit higartil bara kenna frá Tivoli og øðrum spælihallum. Frá rasarabilum og kappsúkklum, til Legokubbar og iPhone. Kann vera, at framtíðar skúlastovan er litríkari og í tí dagliga er meiri kreativ, enn vit higartil hava sæð í flestu skúlum á allari klótuni.