Ferðaliðið í Reynsmúlalág (Mynd: Birgir Kruse) Jón og Augusta í Tórsbyrgi 28 hava síðani 2001 skipað fyri gongutúri í Suðrstreymi. Gingið hevur verið skírishósdag, men í ár og í fjør hava hondbóltskappingar órógvað, so gingið hevur verið langafríggjadag í staðin. Í 2008 vóru Jón og Augusta í Bergen, og tá var eingin páskatúrur. Ársins páskatúrur er sostatt hin tíggjundi. Gongutúrurin endar í Tórsbyrgi, har Jón og Augusta bjóða súpan og breyð. Fleiri enn 70 fólk hava verið við øll hesi árini. Skerpikjøt og heimabakað breyð til túrin, sum sæst á navnakortinum (Mynd: Birgir Kruse) Dagurin byrjar við at finna hóskandi klæði og stilvar til skiftandi veðrið, hyggja í kortið og smyrja matpakka til langa túrin, ið varir allan dagin. Skerpikjøt og heimabakað breyð er altíð gott at hava við. Og so eitt blikk ella tvey av páskabryggi. Vit møtast øll á Velbastaðhálsi og ganga í Reynsmúlalág. Jón og Augusta og tvær fittar gentur við talarastólin í Reynsmúlalág (Myndir: Birgir Kruse) Jón og Au