Skip to main content

Posts

Birk avdúkar: Her er brotsmaðurin!

Ole Wich á trappuni við einum av teim 60 verkunum, einum brotnum ð, av handilsvegginum hjá Jóannesi Andreasen, keypmanninum úti í Grønlandi. Tey 60 verkini eru gáva til býlingin, sigur Ole Í Havn hava fólk undrast yvir bláar stavir, sum við gulari bakgrund eru settir upp á veggir ymsa staðni úti í Grønlandi. - E ru hetta tekin úr rúmdini, havi summi spurt, meðan onnur hava ilskast og skrætt alt niður, tí tað á náttartíð og uttan loyvi er sett á vegg teirra. Helst av hesi orsøk er ein triðingur av verkunum er fyribeindur. Í samráð við upphavsmannin kann hesin bloggur, birk, avdúka at brotsmaðurin er Ole Wich. Talan er um eitt listaverk, sum við heitinum HugA - 60 minnismerki til ein býling í Havn, hevur mangar hugvekjandi fasettir. Ole Wich við arbeiðsborðið á Íslandsvegnum. Bláu bókstavirnir eru 167 í tali. Eitt K er sett á garðin um húsini hjá keypmanninum, Arna Andreasen, við Svaldbarðsvegin í Havn - Tá Keypmaðurin úti í Grønlandi, Johannes Andreasen, lat aftur fylgdi

Send in the Clowns

Andy Goldswhorty hevur gjørt spennandi listaverk úr beinagrind av grindahvali í Skotlandi. Verkið sæst í kjallaranum í skotska tjóðarsavninum Museum of Scotland, sum lat upp í Edinburgh í 1998 Eg meini tað. Ein burturblakaður skøltur úr gjónni við Skæling er nú prógv fyri heiminum at vit hava týningarlegur fyri heimsins besta, klókasta, fittasta og fremsta dýr, hvalin. Eg spyrji meg sjálvan, hví Christian Bernhard valdi svínið at taka hjartað úr og geva einum menniskja. Hví gera vit ikki hjartatransplantasjónir úr hvali, sum er so elskuligur og umboðar alt skapanarverkið, fram um svín, neyt, hønur og annað átuligt? Mundi tað gingið Kentucky Fried Chicken ov nær? Nei, eg bara spyrji. Frammanundan eru vit eyðmerkt sum hópdrápsmenn í ætt við Ted Bundy og Charles Manson. Tað kunnger heimasíðan hjá umhvørvisfelagsskapinum Sea Shepherd. Hvalaskøltin fann Peter Hammerstedt, stýrimaður, sum er avmyndaður niðanfyri, og blóðigu ílegugranskingini stóð fulltikni skiparin Lucky MacLean fyri.

Myndir lúgva meir enn túsund orð

Tríggir lítlir grindamenn munda sær í Sandágerði: - Skulu vit, ella skulu vit ikki? (Mynd: Birgir Kruse) Tók hesa myndina í Sandágerði fyri fýra árum síðani. Mest tí at eg royndi eitt myndatól, eg júst hevði fingið í føðingardagsgávu. Royndi ymsar vinklar, ljós, fokus og frástøðu. Og so stóðu teir har, beint frammanfyri mær, tríggir lítlingar, ein í húgvu, sum eygleiddu grindina, ið kom uttan av havi undan dukandi bátum og rópandi monnum, rendu seg í skúmandi drepning, og so havið, Havið Reyða, og svørtu kropparnir, sum nú lógu klovnir, meðan aldurnar spæla á sandi og guva, droyrreyðar. Hin djarvi vaðar útí, meðan hinir halda seg aftanfyri. Annar gerst bangin og tekur í hondina á hinum. Ein sigandi mynd, nú vit møta heimspressuni og skulu svara fyri okkum, hví vit drepa grind.

Matthew Workman á vitjan

Matthew við kortinum yvir Oregon (Mynd: Birgir Kruse) Í dag kom Matthew Workman á vitjan. Hann er sjónvarpsjournalistur úr Medford í Oregon og er maðurin handan The Faroe Island Podcast , sum útvarpið hevur sent brot úr mikumorgnar í summar. Hann kom í síðstu viku og fer avstað aftur sunnudagin. Fáur man sum Matthew hava gjørt eitt so hugvekjandi arbeiði fyri Føroyar og um føroyingar. Tí er tað serliga stuttligt at fáa heiðurin at borðreiða fyri honum eina løtu. Matthew til borðs í Tórsbyrgi (Mynd. Birgir Kruse) Í stovuni varnaðist Matthew gamla myndatólið, pápi mín keypti í Kanada fyrst í sektsiárinum, eitt Kodak Brownie, sum er gjørt í føðibýi hansara, Rochester, ið er heimstaður fyri filmar av Eastmancolor slagnum, eisini Tro, Håb og Trolddom , hvørs plakat hongur á loftinum. Sjálvdan er langt millum fólk. Mathew við Brownie Kodak myndatólinum í stovuni (Mynd: Birgir Kruse) Sum sjónvarpsjournalistur hevur Matthew nógvar royndir og eina greiða meining um Paul Watson og hans

Breaking News eru Beint NÚ!

Tað ger mun at blanda seg í kjakinum 'Føroysk rættstaving' Ovasta myndin skapti søgu í dag. Ikki bara føroyska ítróttarsøgu, men eisini málsliga fjølmiðlasøgu. Eftir at Erlendur Simonsen 13. juli í kjakinum Føroysk Rættstaving á Facebook reisti spurningin um, hví føroyskir miðlar brúktu ensku orðingina Breaking News, heldur enn eina føroyska vending, so sum Stór Tíðindi. Fleiri viðmerktu, eisini journalistar, og uppskotini trutu ikki. Helt, eg skuldi klippa vendingina Breaking News út, meðan hon enn var í brúki og so sita undir hvørjum stubba á Portalinum, Dimmu og Kringvarpinum, at vita um ikki onkur av hesum føroysku miðlum tók okkurt uppskot úr kjakinum til sín. Í dag eydnaðist. Fyrsti føroyski miðil at brúka eina føroyska vending fyri hina ensku Breaking News, var Portalurin, sum í frásøgn um fótbóltsdystin millum HB og Malm ö FF brúkar vendingina Beint nú. Til lukku Portalurin. Tað ber til at brúka føroysk heiti í føroyskari skriving. Eitt-null til føroyskt!

Vit, Watson og Bláa planetin

Brigitte Bardot, ein smekkur tríkilja, við Bacalao í Havn í dag (Myndir: Birgir Kruse) Klokkan 17 í dag kom Brigitte Bardot hjá Sea Shepherd felagsskapinum á Havnina. Paul Watson er eftir í Hetlandi, har hann skal rinda eina stóra bót. Umframt limir í felagsskapinum, Sea Shepherd, eru fólk frá sjónvarpsrásini Discovery við bátinum og í landi. Tey gera sjónvarpsrøðina Whale Wars , sum Animal Planet hevur sent sum reality show síðani 2008, við Paul Watson sum leikara og frásøgumanni, við japanskari hvalaveiðu í Suðurhøvum sum evni. Í so máta er talan um sama slag av reality sjónvarpið, sum heima hjá Ozzy Osborne og teimum. Fýra umfør, seasons, eru seld til sjónvarpsrásina. Nú savnar sjónvarpsliðið nýtt tilfar í Føroyum. Nýtt er, at eisini tey lokalu, sum Watson leggur eftir, sleppa til orðana. Ikki tí at hann vil tað, men tí at framleiðararnir Discovery hava sett sær hetta fyri. Myndamaður frá Discovery á stevninum á bátinum, Bjarni Rubeksen á bryggjuni og Matthew Testa úr Los

Alchemilla mollis

Alchemilla Mollis avmyndaðar við alfaravegin í Havn í dag (Myndir. Birgir Kruse) Nei, heitið er ikki ein nýggj barnabók ella eitt legg inn á gólvið hjá Mosamollis og teimum, sum Janus á Húsagarði so meistarliga teknar og sigur frá um. Heldur fer heitið at verða ein ákæra, sum í komandi døgum fer at leita eftir einum almennum myndugleika, ið nokk so skjótt skal forða fyri at ein planta úr Kaukasus fer at breiða seg enn meir í Føroyum. Hóast ágangandi er hon vøkur. Hon krevur ikki nakra røkt og kann vaksa á steingrund. Ljóðar sum hin mest natúrliga plantan hjá einum, ið ikki hevur grønar fingar og júst er fluttur í nýggj hús. Men hvør varar av plantum, ið gera skaða? Hvør kann forða einum granna at seta niður tað, ið hann ella hon hevur hug til? Hvør kann fara um annan mans mark at taka eina plantu, sum í vindinum gróðursetir seg sjálva fleirfalt í grannalagnum og øllum landinum? Hesir spurningar komu til mín í morgun, tá starvsfelagin Pól Jespersen tók meg við á eina avmálda

Mötast í Götu

Annar dagurin á G! Festivalinum var ein sannur møtidagur. Møti, sum í vekingarrørslum, har tey dríva út illar andar í guvandi mýrilendi, har devlar og annað fólk berjast um likam og sál og á einum sinni fingu tónleikaran at pantseta sálina. Men tað var í Georgia og vit eru í Götu. Ikki tí, í tí ytra tykist munurin onkra løtu mest sum eingin og báðir staðir byrja við G! Men sum dagurin líður vinnur guddómliga styrkin undir opnum himni - guddómligt, sum í G! Dagurin byrjaði við Morgunbreyði frá Hallgrími Miðberg saman við Jógvani, sum var komin av tjaldingarøkinum, har alt var rennvátt í regninum. Tá var gott at koma í eina heita íbúð. Veðrið batnaði, mest sum stilli og bara hendinga æl. Fólk vóru blíð í Gøtu. Rannvá Justinussen bjóðaði inn til ein góða bita og tos um slekt og gamlar dagar. Fyrstu hús, abbi hennara smíðaði sum 18 ára gamal í 1928, vóru tey hjá ommu og abba við Gøtugjógv. Omma var jarðamóðir her í 44 ár, so okkurt var at tosa um. Út á kvøldið bjóðaði Høgni Rasmussen