Skip to main content

Birk avdúkar: Her er brotsmaðurin!




Ole Wich á trappuni við einum av teim 60 verkunum, einum brotnum ð, av handilsvegginum hjá Jóannesi Andreasen, keypmanninum úti í Grønlandi. Tey 60 verkini eru gáva til býlingin, sigur Ole
Í Havn hava fólk undrast yvir bláar stavir, sum við gulari bakgrund eru settir upp á veggir ymsa staðni úti í Grønlandi.
- Eru hetta tekin úr rúmdini, havi summi spurt, meðan onnur hava ilskast og skrætt alt niður, tí tað á náttartíð og uttan loyvi er sett á vegg teirra. Helst av hesi orsøk er ein triðingur av verkunum er fyribeindur.

Í samráð við upphavsmannin kann hesin bloggur, birk, avdúka at brotsmaðurin er Ole Wich. Talan er um eitt listaverk, sum við heitinum HugA - 60 minnismerki til ein býling í Havn, hevur mangar hugvekjandi fasettir.





Ole Wich við arbeiðsborðið á Íslandsvegnum. Bláu bókstavirnir eru 167 í tali. Eitt K er sett á garðin um húsini hjá keypmanninum, Arna Andreasen, við Svaldbarðsvegin í Havn

- Tá Keypmaðurin úti í Grønlandi, Johannes Andreasen, lat aftur fylgdi eg við, nær hin eyðkenda framsíðan varð rudda og nýggi eigarin setti nýtt navn og skelti upp, sigur Ole Wich.

- Tá hetta hendi, tók eg úr burturkastinum teir eyðkendu bláu bókstavirnar, sum í meir enn tíggju ár høvdu myndað henda býling. Longu tá eg bar teir 167 bókstavirnar heim, kom tankin til mín um at bera teir út í hvønn viðskiftakrók, so samleikin, sum handilin hevði skapt í meir enn 60 ár, kundi varðveitast. Samstundis kundu hesir stubbar og stavir gera økið eitt sindur meir livandi, soleiðis reint visuelt, sigur Ole Wich.


Framsíðan í handlinum hjá keypmanninum úti í Grønlandi, soleiðis sum Ingvør Nolsøe sniðgav, í dagsljósi og myrkri

Sum sagt so gjørt. So hvørt Ole Wich arbeiddi við listaverkinum í almenna rúminum, komu nýggj ivamál og spurningar. 

- Hvør eigur almenna rúmið? Í hvønn mun er ein privatur veggur ella garður, sum vendir út til almennan veg, privatur? Er hetta herverk, tí tað er gjørt í loyndum um náttina? Er hetta prýði av almenna rúminum? Er tað herverk, tá fólk beina verkini burtur?

Talan er um 60 minnismyndir, sum undir felagsheitinum HugA, hava fingið hvør sítt navn, alt eftir hvør býr har, sum stavirnir eru settir. Hvør mynd hevur eitt navn og eina knattstøðu. Ymisk viðurskifti og minnismyndir hjá listamanninum knýta seg at heitinum og í onkrum føri sigur navnið nakað um júst tey, ið búgva á adressuni.




Við inngongdin hjá Eyðuni Andreassen og Astri Luhin í Jákup Nolsøesgøtu 9. Harmonisku bláu bókstavirnir frá gamla grannahandlinum eru tiknir burtur

HugA er partur av ólavsøkuframsýningini, sum í dag letur upp í Listaskálanum. Har fæst katalogið, sum í smálutum greiðir frá um listaverkið og ætlanir listamansins. Partur av framsýningini er eisini ein reyð innkeypskurv frá gamla handlinum hjá Johannesi Andreasen. Í kurvini eru teir bláu bókstavirnir, sum eftir eru. Ole Wich fer at selja hesar bókstavir, ið kunnu setast á betongvegg eftir avtalu, men bert til viðskiftafólk hjá keypmanninum úti í Grønlandi.

Niðanfyri sæst í tveimum myndum, hvussu verkini eru staðsett og hvussu sýnið er, tá fólk ganga framvið hesi støð úti í Grønlandi í Havn. Til ber at klikkja á myndina og fáa hana størri.





Tilsamans 94 verk hjá 33 listafólkum eru á ólavsøkuframsýningini í ár. Opið er ólavsøkuaftan og ólavsøkudag kl 14:00-20:00 og 30. juli til 7. august gerandisdagar kl 11:00-17:00 og leygar- og sunnudag kl 14:00-17:00. Sum vant er atgongumerkið eisini lutaseðil.
Summarframsýning er í Norðurlandahúsinum, Anker Mortensen sýnir fram í Listahøllini á Skipasmiðjuni, Marius Olsen í Steinprenti á Skálatrøð, Amariel Norðoy í Lambagerði, Ingi Sørensen í Posthúshjallaranum, Kári Svensson í Smiðjuni í Lítluvík og Listagluggin sýnir fram verk eftir ymisk føroysk listafólk. So ongum nýtist at ganga listaliga svangur á ólavsøku.

Góða ólavsøku!