Alchemilla Mollis avmyndaðar við alfaravegin í Havn í dag (Myndir. Birgir Kruse)
Nei, heitið er ikki ein nýggj barnabók ella eitt legg inn á gólvið hjá Mosamollis og teimum, sum Janus á Húsagarði so meistarliga teknar og sigur frá um. Heldur fer heitið at verða ein ákæra, sum í komandi døgum fer at leita eftir einum almennum myndugleika, ið nokk so skjótt skal forða fyri at ein planta úr Kaukasus fer at breiða seg enn meir í Føroyum.
Hóast ágangandi er hon vøkur. Hon krevur ikki nakra røkt og kann vaksa á steingrund. Ljóðar sum hin mest natúrliga plantan hjá einum, ið ikki hevur grønar fingar og júst er fluttur í nýggj hús.
Men hvør varar av plantum, ið gera skaða? Hvør kann forða einum granna at seta niður tað, ið hann ella hon hevur hug til? Hvør kann fara um annan mans mark at taka eina plantu, sum í vindinum gróðursetir seg sjálva fleirfalt í grannalagnum og øllum landinum?
Hesir spurningar komu til mín í morgun, tá starvsfelagin Pól Jespersen tók meg við á eina avmálda botaniska rundferð í høvuðsstaðnum. Í tíggju ár ella so, hevur hann eygleitt hesa vøkru, men vandamikla skøru, Alchemilla mollis, sum breiðir seg skjótt í Havnini.
Eftir stuttari løtu kundu vit, Pól og eg, síggja fleiri dømi um at skøran er tikin inn í vakrar vælskipaðar urtagarðar og livir sítt fríska lív har. Men skaðin kann verða óbøtiligur, verður hon ikki fyribeind, sigur Pól.
Jens-Kjeld Jensen í Nólsoya er íðin frásøgumaður og eygleiðari, tá um føroyska náttúru ræður. Á heimasíðuni greiðir hann frá um hesa skøruna. Jens-Kjeld sigur at hon er innslødd, innflutt úr útlondum, og breiðir seg um alt landið:
“Hendan stóra útlendska inslødda (invasive) skøran Alchemilla 'mollis' breiðir seg við fúkandi ferð kring alt landið. Hon er sera vandamikil, tí hon drepur alt rundan um seg og er ikki til at sleppa av aftur við. Hon fer helst eisini at oyða uppruna føroysku skørurnar. Hon sæst nú um alla Havnina - sjálvt í Viðarlundini, har gartnarin hevur sligið varliga rundan um hana í staðin fyri at koma henni til lívs. Onkur hevði sett hana niður í blómukassar - helst tí tey ikki vita betur; men um ikki ansað verður eftir, verður einki annað í urtagarðinum um heilt stutta tíð...”
(Jens-Kjeld Jensen)
So er spurningurin, hvør skal forða eini vakrari innfluttari plantu at breiða seg, sum her er avmyndað og greitt frá. Undir Umhvørvisstovuni hava vit Skógrøkt landsins, ið stendur fyri virkseminum í Viðarlundini og so er jú eisini Náttúrugripasavnið, ið skrásetir plantur í Føroyum. Skilligt er, at her má okkurt gerast. Um loysnin eitur Round Up ella okkurt annað eitur, er óvist. Men er skøran so vandamikil, sum her er greitt frá, so mugu almennir myndugleikar skjótt skipa fyri einum Alchemilla mollis degi, har øll taka lógvatak at oyða hesa plantu, so hon ikki nørist.