Annar dagurin á G! Festivalinum var ein sannur møtidagur. Møti, sum í vekingarrørslum, har tey dríva út illar andar í guvandi mýrilendi, har devlar og annað fólk berjast um likam og sál og á einum sinni fingu tónleikaran at pantseta sálina. Men tað var í Georgia og vit eru í Götu. Ikki tí, í tí ytra tykist munurin onkra løtu mest sum eingin og báðir staðir byrja við G! Men sum dagurin líður vinnur guddómliga styrkin undir opnum himni - guddómligt, sum í G!
Dagurin byrjaði við Morgunbreyði frá Hallgrími Miðberg saman við Jógvani, sum var komin av tjaldingarøkinum, har alt var rennvátt í regninum. Tá var gott at koma í eina heita íbúð. Veðrið batnaði, mest sum stilli og bara hendinga æl. Fólk vóru blíð í Gøtu. Rannvá Justinussen bjóðaði inn til ein góða bita og tos um slekt og gamlar dagar. Fyrstu hús, abbi hennara smíðaði sum 18 ára gamal í 1928, vóru tey hjá ommu og abba við Gøtugjógv. Omma var jarðamóðir her í 44 ár, so okkurt var at tosa um. Út á kvøldið bjóðaði Høgni Rasmussen eisini inn í hansara hugnaligu gomlu hús, beint við Estra. Tónleikur hoyrdist alla staðani, blandaður við útsýni yvir Gøtuvík og smáprátandi, glað fólk. Niðri á sandinum vóru Hanus og Magnus farnir í heita pottini og so á bláman og at enda í sauna. Trygdin var í topp og vaktirnar steðgaðu ikki bara vaksnum, sum høvdu øl í ryggsekkinum, men fylgdu væl við, tá børn vassaðu og svumu á sandinum.
Guðrið Hansdóttir endaði konsertina á Spæliplássinum við at bjóða Hanus G. Johansen upp á blómandi pallin, meðan tær tríggjar ferðandi atlasgenturnar, Bryndis Hjartardóttir, Katrin Christophersen og Barbara í Stórustovu lýddu á.
Á sandinum hitti eg alt húskið hjá Meinhardi Jensen, sum eins spent og eg bíðaðu eftir Blind Boys of Alabama. Nakrir suðringar høvdu gjørt seg út við einum ómetaliga ljótum TB-dregili beint fyri pallinum. Hugsaði, at lukkutíð eru sangararnir blindir og fara bara at hoyra fólkið og sjógvin, sum sýgur inn og út, men nú er farin at seta dekan og langt inn at pallinum og niðan har fólk standa. Og so byrjaði konsertin...
Men fólk vóru í stivlum og lagið var so mikið gott, at tá Blind Boys of Alabama tendraðu mikrofonirnar, sungu, róptu og klappaðu við tølandi undirspæli, fóru tey at dansa í hyljunum framman fyri pallinum. Ein sjáldsom løta við blindum svørtum vekingarpredikantum, meðan red necks gjørdu klárt at syngja bluegrass longur uppi í somu bygd, Syðrugøtu, sum fevnir ikki bara svørtum og hvítum, men øllum himmalsins litum, sum tú eisini kanst venda í einari rósingarboks.
Eftir konsertina við Blind Boys of Alabama, møtti eg Matthew Workman, sum er úr Oregon og ger The Faroese Podcast. Hetta var triðja Føroyaferðin hjá honum og hann helt fyri at var hetta ikki gospel, so var einki gospel. Enn ein amerikanskur Matthew í journalistiskum ørindum var Matthew Testa, sum var her og filmaði saman við Bjarna Rubeksen. Testa skal filma føroysk sjónarmið um grindadráp fyri Discovery. Jú, tað er í Gøtu at heimsins leiðir krossast, eisini undir opnum himi, meðan hann runar og sandurin rennur út. Og ikki ett orð um tímaglasið á hesum sinni. Neyvan verður hetta mín einasti G! Festivalur. Betri fyriskipaðan festival, og tað against all odds, havi eg ikki upplivað!