Skip to main content

Posts

Tað tekur leyst

Hetta er útsýnið í litum og svart-hvítum av terassuni í Tórsbyrgi fyri klokkan fýra í dag. Nólsoyggin dagar undan av og á og Nólsoyarfjørður er vundin upp í skúm og hvítur froyður liggur omaná sum eitt surrealistiskt teppi, ið flytir og snurrar seg alt eftir ættini. "Tað tekur leyst", sum Ivan sigur. Hesin fjørður er ikki sæddur hiðani fyrr. Vónandi spælir tað væl av kring landið. Sambært veðurstovunum rakar ódnin nógv harðari í Suðuroynni, í Norðoyggjum - og á Ambadali!

Fýraogtjúgundi desember

Fýraogtjúgundi desember og jólaaftan. Steðgaði á middegi í gjár við Sundsvegin at taka eina mynd av gomlu Royndarstøðini í Hoyvík, tí ljósið var so sjáldsama gott millum ælini. Líka so skjótt ljósið kom, hvarv tað aftur og eg fekk onga mynd. Og tá eg legði myndatólið frá mær, spratt ein annar glotti fram á himmalinum í ein sunnan og strálurnar lýstu gjøgnum tungu skýggini beint niður á Sandoynna, frá Skálhøvda og inn í landið. Ein Rafaelskur glotti við undirtónum av Kingo mitt á føroyska hválvinum, sum var eg í Sixtinska kapellinum og tó ikki. "Nú var betur", sum tey siga í Moldvarpinum. Jógvan lendi við flogfarinum tollaksmessudag og vit fingu nakrar myndir í kassan á túrinum av flogvøllinum til Havnar. Í Leynum, á Hvítanesi og á Kongabrúnni, har sólin bráddliga fór at skína. Ovasta myndin og hesar tríggjar niðanfyri eru tiknar innan fyri ein hálvan tíma á middegi. Eingin kavi, men ein góður skái millum ódnirnar, sum sæst omanfyri. Helt meg á flogvøllinum hóma føroysk

Trýogtjúgundi desember

Trýogtjúgundi desember, tollaksmessudagur, lítla jólaaftan og enn ein arbeiðsdagur. Áarføri og illfýsi, men eingin kavi. Bara ein dagur til jóla. Við morgunrutuni henda dag í 1972 fór eg við reyða fólkavogns-rugbreyðnum hjá Hans Edvard Joensen av Eiði og suður til Steymin eftir nýggju byrgingini, sum varð brúkt innan brúgvin kom, árið eftir. Fyrr vóru Sundaferjan og Reynir sambindingarliðir um Sundalagið. So varð skift í Streymoyarbussin hjá Zakariasi Zakariasen í Streymnesi, einum gulur Mercedes. Komin til Auto í Havn fór eg beint oman í Nýggja Bókhandil hjá Anfinni Zachariassen á Káta Horninum, Glade Hjørn, at keypa eina Royal 240 skrivimaskinu. Óskrivað í mong ár, stendur hon enn á loftinum millum tveir Beovox CX100 hátalarar og hoyrir hvørt orð. Ikki er altíð líka høgligt at koma aftur og fram tollaksmessudag. Hóast drúgvari enn flúgvitúrurin til Danmarkar, gekk tað sum smurt at koma aftur og fram sama dag fyri 39 árum síðani. Í gjár gekk ikki so væl á flogvøllinum, har eg s

Tveyogtjúgundi desember

Tveyogtjúgundi desember og longsta náttin er farin. Mótsetningar møtast. Eisini á Vaglinum. Tey, sum taka undir við samgonguni siga, hvussu fá mótmæla og tey sum eru í hinum partinum siga, hvussu nógv møta. Jú, hetta er tann tíðin, tá mótsetningar veruliga tørna saman. Dagur vinnur á nátt og tað gongur móti ljósari tíðum. Eitt er kort at lesa, ikki jólakort, men landakort, altjóða og heimligt. Má til arbeiðis aftur, tí netið virkar ikki heima. Jól uttan netsamband og bara iPhone ber ikki til. Í meðan finni eg eitt app til Portalin á fartelefonini. Snilt at sleppa undan kaga og kunna lesa beinleiðis. Fyrstu tíðindini eru um flatskattin. Og sum hómast aftanfyri hevur danska avísin Information eitt Marx tema í hesum døgum. Hóast Fíggjarmálaráðið longu er sólsetursgylt á middegi, er ikki minni enn ilt at samanbera okkara lut í ríkinum við hin danska, nú sjøtil er settur á eina flatskattaskipan eins og í Albania, Kasakstan og Rumenia. Tingið velur sjálvsøkni fram um samhaldsfesti, s

Einogtjúgundi desember

Einogtjúgundi desember og støðugt lækkandi sól yvir Havnini. Í gjár fór eg út í Kjøtbúðina hjá Otto Reinert í Akranesgøtu at keypa tríggjar rullupylsur, sum Sámal handaði mær í gongini. Helst heimsins bestu av sínum slag. Koyrdi heim aftur í býin og steðgaði við Landsjúkarhúsið, sum sólin fangaði eina løtu innan hon fór undir Kirkjubøreyn, meðan tíðindini enn ganga og klokkan neyvan slóg hálvgum eitt. Koyrdi oman í Sandágerð. Framsíðan á Dronning Alexandrines Hospital, sum Tórgarð teknaði í 1919, og grønklædda Landssjúkrahúsið glampaðu eina løtu í lágu vetrarsólini, eins og oljutangarnar á Viðarnesi og fraktkonteynararnir á Molanum. Meðan eg fangaði seinastu strálur, sum raktu Landsjúkrahúsið, flugu seks villgæs framvið og settu seg á bøin. Hóast luftin er frostklár og alt er reint og óspilt, hongur politiska skæddan tung í luftini yvir høvuðsstaðnum. Nú gerst ikki myrkari. Seinrapartin í dag verður aftur larmandi mótmæli undir Tinghúsinum. Jóan Pauli Joensen, professari, skr

Skomm, sigur Dimma

Í oddagrein í dag sigur Dimmalætting at hetta er skomm. Skommin er brævið , sum formaðurin í Løgtingsins Fíggjarnevnd hevur sent Føroyanevndini, Færøudvalget, í danska Fólkatinginum fyrr í hesum mánaðinum. Dimmalætting sigur í oddagreinini: "Vóru vit í tíðini undan heimstýrislógini, so var hetta slag av brøvum kanska ikki ókent, men ídag er brævið beinleiðis skelkandi og sera niðurgerandi fyri Føroyar." Brævið, sum rópast "Orientering til Folketingets Færøudvalg", fevnir á níggju níðingssíðum um hesar fýra tættir: Baggrundsinformationer om og scenarier for tilskuddet til Færøernes Hjemmestyre Tilskuddets betydning for Færøernes økonomi – herunder Sundhedsvæsen Overblik over Færøernes økonomi og samfundsforhold – herunder en sammenligning mellem Danmarks og Færøernes skattesystem Konklusioner Brævið byrjar við hesum orðum: "Undertegnede fik 02.12.2011 en anmodning fra Folketingets Færøudvalg om at komme og orientere udvalget om statens tilskud til F

Tjúgundi desember

Tjúgundi desember og mest sum allur kavi er skolaður burtur í regninum. Politiska stevið í samgonguni er farið sama veg. Skolað so púra burtur. Jólini verða neyvan hvít í ár, hóast eitt følv legðist í morgun. Myndin omanfyri er tikin í døgurðatímanum gjøgnum ein opnan skrellikonteynara uttanfyri kirkjugarðin við Velbastaðvegin. Myndin niðanfyri er tikin løtu seinni á Tinghúsvøllinum. Myrkt er í Tinginum og longur uppi í gongugøtuni hómast eitt jólasølutelt. Vikuskiftisbløðini, sum eg nústani havi lisið, eru á tremur við teim mest margháttligu jólagávum, eins og í valdystinum í oktober, og Vikublaðið nærkast støddini, sum var fyrr. Jólatilboðini eru eisini flutt út á gøtur og stræti, sum í hesum føri, har Føroya Bjór minnir á at vit standa fyri eini brúsandi høgtíð. Eyðsæð er, at politikarar longu eru lagstir á jólabrúsið. Mótsetningar møtast á jólum. Ljós møtir myrkri og flestu fegnast um føðing. Men verri var við amerikanska sangaranum Jon Bon Jovi (John Francis Bongiovi). Í t

Nítjandi desember

Nítjandi desember og jólini nærkast í hvørjum. Myndin omanfyri er tikin á Hvítanesi klokkan hálvgum tíggju. Hoyvíkshólmur sæst miðskeiðis í myndini og baksýni Nólsoyggin, sum fevnir alla Havnina. Myndirnar niðanfyri eru tiknar við halogenljósi frá bilinum fremst fyri um somu tíð. Fyrst síggja vit oman móti Hvítanesi og síðani av Hvítanesi og norður móti Kaldbaksnesi og kavaklæddu Eysturoynni. Hvønn fríggjadag lesi eg Høgna Djurhuus í Vikuskiftissosialinum. Hesuferð skrivar hann millum annað um jólagæs: "Jólagæsnar vita ikki, at teirra jóladagar eru taldir. Og so knarra vit um, at jólaaftan er leygardagur og jóladagur sunnudagur. Arbeiðsgevarajól. Jólini eru yvirtikin og doypt og fermd. Gud ræður, hvar vit drekka okkum skít næsta jólaaftan. Ársins kulinariska lágmark, jólaborðhaldið, hevur verið. Tað kemur so ikki frá sendistovu Guds, men úr einum øðrum suvereniteti, sum hjá nógvum er næst himmiríki, Danmark." So er tað sagt. Fyrsta gásamyndin niðanfyrin er tikin við S