Skip to main content

Trýogtjúgundi desember


Trýogtjúgundi desember, tollaksmessudagur, lítla jólaaftan og enn ein arbeiðsdagur. Áarføri og illfýsi, men eingin kavi. Bara ein dagur til jóla.


Við morgunrutuni henda dag í 1972 fór eg við reyða fólkavogns-rugbreyðnum hjá Hans Edvard Joensen av Eiði og suður til Steymin eftir nýggju byrgingini, sum varð brúkt innan brúgvin kom, árið eftir. Fyrr vóru Sundaferjan og Reynir sambindingarliðir um Sundalagið. So varð skift í Streymoyarbussin hjá Zakariasi Zakariasen í Streymnesi, einum gulur Mercedes. Komin til Auto í Havn fór eg beint oman í Nýggja Bókhandil hjá Anfinni Zachariassen á Káta Horninum, Glade Hjørn, at keypa eina Royal 240 skrivimaskinu. Óskrivað í mong ár, stendur hon enn á loftinum millum tveir Beovox CX100 hátalarar og hoyrir hvørt orð.


Ikki er altíð líka høgligt at koma aftur og fram tollaksmessudag. Hóast drúgvari enn flúgvitúrurin til Danmarkar, gekk tað sum smurt at koma aftur og fram sama dag fyri 39 árum síðani. Í gjár gekk ikki so væl á flogvøllinum, har eg skuldi heinta Jógvan. Hóast longdan vøll og nýggja tøkni, steðgaði mjørki mest sum allari flogferðslu.



Tvey fløgfør sluppu avstað, men øll hini vórðu diverted til Wick, Egilsstaðir og Bergen, sum sæst á nýggja Portal appinum. Har gista Jógvan og hini í hansara ferðalagi, so einki er at gera enn at koyra aftur til Havnar og finna nøkur góð fotomotiv á vegnum. Kirkjuna í Sandavági og einsamøllu bóndahúsini í Kaldbaksbotni. Føroyar eru vakrar í illveðri.


Besta sjónvarpsmyndin er í hesum døgum hin tómi Tingsalurin, niðanfyri. So ger samgongan ikki skaða tað løtuna. Eftir at hava hoyrt Jørgin Niclasen í Degi og Viku í gjárkvøldi, munnu fá hava samhuga, og enn færri virðing, fyri samgonguni og hennara bráðskundsætlan um flatskatt og pensjónir um eina viku, uttan samtykki frá øðrum enn skýmaskotsprofetum. Politikkur er ikki at vera hástórur og tvíhalda um egnan meiriluta, og so tørna fyri, kosta hvat tað kosta vil, heilt til the last shootout, sum var tað ein western. Politikkur er dialogur og at skapa brýr við møguleikum og sambondum og ikki revolvarapolitikkur, sum Atli Dam onkuntíð segði. Í almenna rúminum hevur einki av hesum hepnast hjá sitandi samgongu. Men tey eiga meirilutan, eisini til at terrorisera okkum, sum ikki hava valt tey. Spennandi verður hvussu tingarbeiðið fer at laga seg í dag, tollaksmessudag, og fram. Spyrst, so livst.