Fýraogtjúgundi desember og jólaaftan. Steðgaði á middegi í gjár við Sundsvegin at taka eina mynd av gomlu Royndarstøðini í Hoyvík, tí ljósið var so sjáldsama gott millum ælini. Líka so skjótt ljósið kom, hvarv tað aftur og eg fekk onga mynd. Og tá eg legði myndatólið frá mær, spratt ein annar glotti fram á himmalinum í ein sunnan og strálurnar lýstu gjøgnum tungu skýggini beint niður á Sandoynna, frá Skálhøvda og inn í landið. Ein Rafaelskur glotti við undirtónum av Kingo mitt á føroyska hválvinum, sum var eg í Sixtinska kapellinum og tó ikki.
"Nú var betur", sum tey siga í Moldvarpinum. Jógvan lendi við flogfarinum tollaksmessudag og vit fingu nakrar myndir í kassan á túrinum av flogvøllinum til Havnar. Í Leynum, á Hvítanesi og á Kongabrúnni, har sólin bráddliga fór at skína. Ovasta myndin og hesar tríggjar niðanfyri eru tiknar innan fyri ein hálvan tíma á middegi.
Eingin kavi, men ein góður skái millum ódnirnar, sum sæst omanfyri. Helt meg á flogvøllinum hóma føroyska veðurmannin hjá DMI millum ferðafólkini, men hefti meg meir við Dimmu, har Jóan Pauli Joensen, sum nú er slankaður, skrivar um mat á jólum: "Vit skulu gera enda á 70 tonsum av dunnum og eini 30.000 karamellublikkum umframt alt annað, so tað er nóg mikið at síggja til." Nú sita vit øll og fáa okkum ein góðan bita av ræstum kjøti og súpan í køkinum.
Eftir døgurða vísir Oddmar mær eitt nýtt gadget, Sound Hound, sum er ókeypis app at taka niður. Sum ein detektiv-mikrofon kann forritið avdúka allar sangir í verðini. Við støði í Spotify royni eg við tveimum ymiskum sangum, I Run To You við Marty Stuart og Splendor við M83. Jú, mín sann, teir eru funnir beinanvegin og kunnu spælast og goymast og vendast og snarast. Jú, hetta var eitt stuttligt forrit. Umframt at finna sangin, sum hoyrist nær ella fjar, so kunnu allar upplýsingar takast fram, so sum tekstir, konsertferðir og slektaðir sangir. Og so ber eisini til at staðseta leitingina, ið sum sæst, fór fram í Eysturbýnum í Havn. Eitt stuttligt jólaspæl fyri gadget nørdin, sum einki kostar.
Jólaaftansdøgurðin verður dunna við øllum tilhoyri hjá Sigrid í Fútalág. Jólini leiða okkum úr myrkastu døgum móti ljósari tíðum. Við reinsiverkið niðanfyri Landssjúkarahúsið hevur staðið ein flaggstong. Nú er stongin burtur og bara rustaði haldarin stendur eftir, tómur, men við holum til boltar og skrúvur. Sum ein skýskravandi monolittur úr eini núlidnari rúmdarsøgu. Sum Rúmdarferðin í árinum 2001. Upp móti setandi middagssólini í Havn lata vit hesa nýfornu leivd verða jólaaftansheilsan til blogglesarar í allari verðini. Gleðilig jól!