Skip to main content

Tveyogtjúgundi desember


Tveyogtjúgundi desember og longsta náttin er farin. Mótsetningar møtast. Eisini á Vaglinum. Tey, sum taka undir við samgonguni siga, hvussu fá mótmæla og tey sum eru í hinum partinum siga, hvussu nógv møta. Jú, hetta er tann tíðin, tá mótsetningar veruliga tørna saman. Dagur vinnur á nátt og tað gongur móti ljósari tíðum.


Eitt er kort at lesa, ikki jólakort, men landakort, altjóða og heimligt. Má til arbeiðis aftur, tí netið virkar ikki heima. Jól uttan netsamband og bara iPhone ber ikki til. Í meðan finni eg eitt app til Portalin á fartelefonini. Snilt at sleppa undan kaga og kunna lesa beinleiðis. Fyrstu tíðindini eru um flatskattin. Og sum hómast aftanfyri hevur danska avísin Information eitt Marx tema í hesum døgum.


Hóast Fíggjarmálaráðið longu er sólsetursgylt á middegi, er ikki minni enn ilt at samanbera okkara lut í ríkinum við hin danska, nú sjøtil er settur á eina flatskattaskipan eins og í Albania, Kasakstan og Rumenia. Tingið velur sjálvsøkni fram um samhaldsfesti, sigur ein argur Niels Uni Dam í lesarabrævi. Og almenna gávuregnið heldur fram. Í Dimmu staðfestir ein eins argur Georg L. Petersen at tað verður munandi tyngri at vera føroyingur komandi árini: "Sev hækkar sítt gjald, Als hækkar sítt gjald, Heilsutrygd hækkar sítt gjald, bankarnir hækka síni ómaksgjøld og omaná tað heila minkar rentustuðilin frá tí almenna."

Nú eru bert tveir dagar til jóla. Eg ynski mær internetsamband.