Skip to main content

Posts

Nýggj skrivstova

So er nýggja skrivstovan hjá Námi liðug og klárt er at flyta inn. Sum sæst, flytir Pinocchio við á nýggju adressuna, sum er á Hoyvíksvegnum, har Mentamálaráðið frammanundan er. Mín skrivstova er til høgru á myndini omanfyri. Her er ljóst og opið, við sýni út á fjørðin. Fyrr hevur Landsmiðstøðin fyri Undirvísingaramboð hildið til í somu hølum. Umframt Landsmiðstøðina eru vit Føroya Skúlabókagrunnur og Kt-Depilin. Á hesi adressu ganga vit nú øll undir heitinum Nám. Gamla bókin um Marknaðarlæru er endurskoða og verður nú løgd út á undirvísingarpotalin Snar at lesa og blaða í. Altíð havi eg hildið, at lýsingaleisturin AIDA er so væl lýstur í hesi bók. Nú ber til at lesa hann frítt og opið á netinum. Niðanfyri sæst inn í nýbonaðu skrivstovuna. Uppskot um, hvat skal hanga á vegginum eru kærkomin. 

Gongutúrur skírisdag 2012

Í ellivu ár hava grannarnir í Tórsbyrgi, Jón og Augusta, skipa fyri gongutúri skírisdag. Um hálvthundrað fólk plaga at møtast at ganga ein túr í Suðurstreymi, og út á seinrapartin bjóða tey bæði súpan og felagssang heima í Tórsbyrgi 28. Í ár vóru vit 45 gongufólk, sum møttust skírisdag klokkan tíggju undir Skeiðsskarði við Oyggjarvegin. Frammanfyri er Mannfalsdagur, Ritufelshálsur og Ritufelli innan vit koma niður í dalin við Kaldbaksvøtnunum, Stóravatni og Brúnavatni. Tað er stilli og turt, men nakað køli, tó ikki frost. Nýggjastu tilflytarar í Tórsbyrgi eru Benjamin og Eyðun. Kári Árting, sum hevur Rit & Rák í SMS, er fyrstu ferð við á gongutúrinum. Vit fingu eitt gott prát, ikki bara um bøkur og bókasølu, men eisini um at standa á skí í 3000 metra hædd og strúka av stað við 100 km ferð oman eftir ørandi eysturríkskum líðum. Til høgru er Andrass Mortensen, sum nú er leiðari á Søvnum Landsins. Undir Ritufelshálsi er fossurin frystur og Hans Mikkelsen og Høgni Mohr l

Hvat er mentan?

Mentan er eitt undarligt fyribrigdi. Ikki minni undarligt, ja næstan undirhaldandi, er, at øll hava eina meining um mentan og hvat, ið er, ella ikki er, mentan. Og onkuntíð verður mentan brúkt í týdninginum virði og atferð . Havnarmentan, sum eg hoyrdi ein klaksvíking siga, tá hann fór at tosa um jazz í Útvarpinum.Tann bera Havnarmentan og Havnarpressa eisini. Afturímóti kundi eg so siga, at hatta var tann bera húkamentan, tit hava har norðuri. Nei, nú meinar tú búkmentan, sigur hin triði. Helst høvdu allir rætt. Og so ikki um at tala, tá list verður flættað inn mentanina, sum vóru tey javnlík fyribrigdi. Í galdandi fíggjarlóg sæst orðið mentan 85 ferðir á teim 461 blaðsíðunum. Tað sigur teldan uppá null komma niks. Men kostiligasta boðið uppá, hvat føroysk mentan er, finni eg á heimasíðuni hjá Kringvarpinum beint nú. Har er upplýst, at mentan er høsnakjøtssúpan til 4-6 fólk. So er tað sagt. Og enn er ikki fyrsti apríl.

What You See Is What You Get

Open Your Eyes , segði djúpt tølandi røddin úr danska sjónvarpinum í morgun. Tað var TV2, sum lýsti fyri Titanic í 3D. Lat nú eyguni upp og síggj tað, sum tú sært, vóru morgunboðini, nú sólin stígur millum Stong og Eystnes. Og so komu tíðindini. Í gjár um at Nokia seldi nýggja telefon í Kina, í dag um at kinverjar hjá kappingarneytanum eru so sperdir, at teir leypa út av ovastu hædd at sleppa úr hesum trælaheimi. Tí hava tey set verndarnet upp fyri høgu húsini hjá Apple, har tey gera iPhones. Eg spyrji meg sjálvan, um nakar hjá Nokia mundi hava eina dulda dagsskrá, sum yrkislærdi upplesarin hjá TV2 ikki varnaðist í morgun. Og so kom klumman hjá Armgarð í Útvarpinum. Um listafólk í okkara samfelag, úr Skopun og út í heim. Spurt varð, hvat vit fáa fyri listina og hvør ræður yvir listini, innan tikið varð saman um, at listin skal vera frí og fræls frá allari makt, tí Gerhard er eitt pottalok, sum er – einki. Púrt einki. Tá varð tað, eins og fullu skøl frá eygum og mær kom til hug

Fuglar og villini djúr

Í dag bjóðaði Listafelagið til kongaliga málningaavdúking í Listasavninum. Tað er Edward Fuglø, ið hevur fingið til uppgávu at mála hennara hátign Margrethu drotning II í sambandi við, at tað í januar vóru 40 ár síðani hon tók við sum drotning fyri danska ríkið. Tað eru landsstýrið og løgtingið, ið hava gjørt av at lata drotningini gávu. Til endamálið hava partarnir funnið tilsamans 100.000 krónur. Tað var í felag við kongshúsið og Listasavn Føroya, at valið fall á Edward Fuglø og at myndavenið skuldi vera fuglar og Føroyar og viðurskiftini við drotningina. Gávan skuldi verða gjørd til høvið og handast seinni. Nú hon er liðug, avdúkaði Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, málningin á almennari samkomu, har eisini Nils Ohrt, stjóri í Listasavni Føroya og Edward Fuglø, listamaður, greiddu frá. Frá í dag, um páskirnar og fram til 17. apríl, ber til at síggja málningin, sum hevur heitið Fuglar og so villini djúr tey vóru henn