Í dag bjóðaði Listafelagið til kongaliga málningaavdúking í Listasavninum. Tað er Edward Fuglø, ið hevur fingið til uppgávu at mála hennara hátign Margrethu drotning II í sambandi við, at tað í januar vóru 40 ár síðani hon tók við sum drotning fyri danska ríkið.
Tað eru landsstýrið og løgtingið, ið hava gjørt av at lata drotningini gávu. Til endamálið hava partarnir funnið tilsamans 100.000 krónur.
Tað var í felag við kongshúsið og Listasavn Føroya, at valið fall á Edward Fuglø og at myndavenið skuldi vera fuglar og Føroyar og viðurskiftini við drotningina. Gávan skuldi verða gjørd til høvið og handast seinni. Nú hon er liðug, avdúkaði Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, málningin á almennari samkomu, har eisini Nils Ohrt, stjóri í Listasavni Føroya og Edward Fuglø, listamaður, greiddu frá.
Frá í dag, um páskirnar og fram til 17. apríl, ber til at síggja málningin, sum hevur heitið Fuglar og so villini djúr tey vóru henni kunn. Tilsamans átjan fuglar og dýr, eitt til hvørja oyggj. Vangamyndin av krýndu drotningi er úr gulli, og á gyltu rammuna er sett gullpláta, har skrivað er: Til H.H. Drotning Margrethu 2. frá løgtingi og landstýri føroyinga í sambandi við 40 ára hald hennara sum drotning. Fuglar og so villini djúr tey vóru henni kunn. Úr Regin smiður. Sjúrðarkvæði. Edward Fuglø 2012.
Umframt at síggja kongaliga málningin hjá Edwardi, ber eisini til at fara inn í Bládýpið og framsýningina Hinumegin blátt hjá Tróndi Patursyni. Inni í kosmiska rúmunum, serliga í bláu bingjuni, ber til at taka spennandi myndir, sum speglast í ørandi hæddum. Men minnist til at seta skógvarnar uttanfyri.