Skip to main content

What You See Is What You Get


Open Your Eyes, segði djúpt tølandi røddin úr danska sjónvarpinum í morgun. Tað var TV2, sum lýsti fyri Titanic í 3D. Lat nú eyguni upp og síggj tað, sum tú sært, vóru morgunboðini, nú sólin stígur millum Stong og Eystnes. Og so komu tíðindini. Í gjár um at Nokia seldi nýggja telefon í Kina, í dag um at kinverjar hjá kappingarneytanum eru so sperdir, at teir leypa út av ovastu hædd at sleppa úr hesum trælaheimi. Tí hava tey set verndarnet upp fyri høgu húsini hjá Apple, har tey gera iPhones. Eg spyrji meg sjálvan, um nakar hjá Nokia mundi hava eina dulda dagsskrá, sum yrkislærdi upplesarin hjá TV2 ikki varnaðist í morgun.


Og so kom klumman hjá Armgarð í Útvarpinum. Um listafólk í okkara samfelag, úr Skopun og út í heim. Spurt varð, hvat vit fáa fyri listina og hvør ræður yvir listini, innan tikið varð saman um, at listin skal vera frí og fræls frá allari makt, tí Gerhard er eitt pottalok, sum er – einki. Púrt einki. Tá varð tað, eins og fullu skøl frá eygum og mær kom til hugs teldumannin, ið kom til mín og segði What you see is what you get. Tað, sum kemur á skermin, er tað, sum talan er um. Einki annað.


Hesa vending kom eg í tankar um, nú eg gekk gjøgnum Norðurlandahúsið, sum í dag hevur latið dyrnar upp fyri Øssuri Johannesen, ið sýnir fram prent og málningar.


Orsøkin til at eg komi í tankar um teldufólkið og teirra snøgga og sjálvsagda herróp um tað ótilgjørda, sum bara er tað, tað er, eru hugvekjandi orðini í innbjóðingini til framsýningina: 'Í hansara verkum hómast ongar fjaldar dagsskráir, postmodernistiskt speisemi, torgreidd listaástøði ella subtilar tilsipingar millum reglurnar. Her fáa vit alt serverað beinleiðis, beint frammaná og uttan nakað uttanumtos.'


So satt, so satt. Í gjár var tað Edward Fuglø, ið serveraði í Listasavninum og í dag Øssur Johannesen í Norðurlandahúsinum. Í báðum førum framsýningar, ið uttan fjaldar dagsskráir eru tað tær eru. What you see is what you get. Framsýningin hjá Edwardi er opin til 17. apríl og framsýningin hjá Øssuri er opin til 22. apríl.