Skip to main content

Nýggj skrivstova



So er nýggja skrivstovan hjá Námi liðug og klárt er at flyta inn. Sum sæst, flytir Pinocchio við á nýggju adressuna, sum er á Hoyvíksvegnum, har Mentamálaráðið frammanundan er. Mín skrivstova er til høgru á myndini omanfyri. Her er ljóst og opið, við sýni út á fjørðin. Fyrr hevur Landsmiðstøðin fyri Undirvísingaramboð hildið til í somu hølum. Umframt Landsmiðstøðina eru vit Føroya Skúlabókagrunnur og Kt-Depilin. Á hesi adressu ganga vit nú øll undir heitinum Nám.


Gamla bókin um Marknaðarlæru er endurskoða og verður nú løgd út á undirvísingarpotalin Snar at lesa og blaða í. Altíð havi eg hildið, at lýsingaleisturin AIDA er so væl lýstur í hesi bók. Nú ber til at lesa hann frítt og opið á netinum. Niðanfyri sæst inn í nýbonaðu skrivstovuna. Uppskot um, hvat skal hanga á vegginum eru kærkomin.



Comments

fromCzech said…
Hello! Sorry for offtopic post. I have not my own blog but I am addictive flag collector. Can you visit my Flag counter to give me first flag of Faroe Islands? It´s very hard to get this flag, this pice of world is so small. Thank you very much!
http://s04.flagcounter.com/count/rGi/bg_FFFFFF/txt_000000/border_CCCCCC/columns_4/maxflags_240/viewers_3/labels_1/pageviews_0/flags_1/