Skip to main content

Posts

Nýggjársrøður

Fimta nýggjársrøða løgmans fór lættliga niðurvið ræsta nýggjársdøgurðanum. Røðan hjá Kaj Leo Holm Johannessen varð hildin í somu karmum sum undanfarin ár, tó uttan Mikinesi á vegginum, og ikki við faldaðum hondum framm á borðið í endanum. Tað var gott. Men í løtum var herðingin so væl vand, at tað tyktist, sum lurtaði tú eftir RagnarRokk heldur enn løgmanni og í fleiri setningum var so langt millum orð og verðuleika, at røðan oftast kendist innantóm. Meir er ikki at siga um tað. Uttan bara tað, at ársins politiski sambandssetningur varð borin fram á Facebook um jólini, ikki av løgmanni, men av sambandsvalevninum Justinusi Eidesgaard, sum segði soleiðis: - Mentanarpolitikkurin, sum vit umsita og sum snýr seg um smápengar í stóra høpinum, er so klossut handfarin, at sambandsflokkurin hevur fingið alla mentanina upp á nakkan! Meðan heimligi politiski retorikkurin á Tingi neyvan hevur verið á lægri støði enn í ár, so hevur Margretha drotning altíð hepnast sjáldsama væl við nýggjárs

Tónleikur í 2012

Stroyming var stóra loysunarorðið innan tónleik og film í 2012. Samstundis var hetta eitt orð, sum Føroyska Málnevndin setti í umfar, nú nevndin fer í søguna og nýggja Málráðið tekur yvir. Haldi tað vera rætt at takka Mariusi Staksberg, sum er einasta starvsfólk í Málnevndini, fyri gott arbeiði. Meðan stroymingsrisarnir í USA eita iTunes, Netflix og Sirius-XM Sattelite Radio, hevur svenska Spotify veitt okkum mesta og nýggjasta tónleikaúrvalið. Jú, á okkara leiðum var 2012 eitt Spotifyár burturav. Amerikanska tónleikablaðið Billboard skrivaði fyri jól, at 29 ára gamli Daniel Ek, sum grundaði Spotify í Svøríki fyri fýra árum síðani, kundi prógva, at fleiri enn 5 mió fólk rindaðu fyri tónleikahald. Fyri hálvum ári síðani varð upplýst at 15 mió fólk brúktu ókeypishaldið, sum er borið av lýsingum. Eina milliónin av gjaldandi kundum er at finna í USA, har Spotify byrjaði fyri einum ári síðani at kappast við iTunes. Á sama tíðindafundi í New York fyri jól, segði Daniel Ek, at Spo

Hvít jól

So vóru hvít jól, annan jóladag í hvussu er. Myndin, sum er tikin á middegi, er av gøtuni av Tórgarði og yvir til Tórsbyrgi, við Eystnesi og teim trimum vindmyllunum í baksýni. Stóri ljóskastarin av heimsins enda fellir lágur inn yvir Havnina, eina løtu bjartur og næstu løtu kámur. Ræsta kjøtið úr Kollinum angar úr hjallinum og er klárt at koyra í pottin. Á veg út í hjallin standa bilarnir á rað og spegla sær í nýlagsta kavanum. Og framvið Boðanesi og norðureftir er Eysturoyggin hvít, av Stórafjalli og Støðlafjalli og heilt oman at sjóvarmálanum. Til høgru, á Nesi, sæst Fríðrikskirkjan í skæra ljósinum. Hon varð vígd fyrsta sunnudag í advent í 1994.   Í skiftandi ljósinum og glampandi litspælinum er eisini greitt, at summir litir í Tórsbyrgi broytast ikki, men eru teir somu, hvussu ljósið enn fellir og hvør árstíðin er.

Ikki ein ond

Lág sól og ikki ein ond í Havn á middegi í dag. Var tað ikki fyri fíggjarnevndarformanninum í tíðindunum, aftur ein ondfyltur bygdarmaður, so var friður í Føroyum. Uppskriftin til politiskan frið í nýggja árinum verður eftir øllum at døma at flyta Miðnámsdepilin á bygd, helst til Klaksvíkar, tí í Vestmanna og Hovi er upptikið, og so taka Kringvarpið við í somu ferð. Tá fer friður aftur at valda í Føroyum og vit kunnu vinda Merkið í húnar hátt í høvuðsstaðnum. Tí her er ikki ein ond. Hvat flagg tey fara at brúka á bygd, verður spennandi at síggja.

Gleðilig jól

So er jólaaftan. Á middegi fór eg niðan á Kúrdalsveg í Hoyvík at taka nakrar myndir á sama stað sum í fjør. Litspælið yvir Kirkjubøreyni, Glyvursnesi og Skálhøvda, sum sæst á myndini omanfyri frá í fjør, kom ongantíð. Tí vendi eg mær í staðin norðureftir, móti Sundalagnum, har alt var hugtakandi grátt í grátt. Rullandi kemur sortin norðan úr Sundalagnum, meðan gæsnar her suðuri fara á flog, og seyðurin á bønum lætst sum einki. So nú eru stundir at siga gleðilig jól, nær og fjar, við eini mynd av setandi sól í suðuri, frá fyrrárinum.

Filmur í 2012

Hóast bert fá vistu av tí, var besta hending í føroyska biografmyrkrinum at síggja heimildarfilm, dokumentarfilm, á stóra løriftinum í Havnar Bio. Tá hugsa vit altso ikki um Geytan, men um film, sum gongur í biografinum. Undir heitinum DOX:BIO varð ljós varpað á nýggjan heimildarfilm í 50 avtalaðum biografum í Føroyum, Grønlandi og Danmark. Í ár var heitið 6 film i virkelighedens tjeneste . Sum í heilt gomlum døgum fekst eitt prentað programm afturvið. Fyrimyndirnar hjá teimum báðum donsku filmskvinnunum, Marlene S. Rasmussen og Josephine Michau, ið reka DOX:BIO, eru Biografklub Danmark, Filmporten, DocHouse í London og altjóða filmklubbin Future Shorts. Hvørt ár verða seks filmar frumsýndir. Sýningarnar eru fyrsta mikudag í hvørjum ólíka mánað. Eingin limaskapur krevst. Hvør sýning er almenn, eins og tá vanligir spælifilmar verða vístir í biografunum hinar dagar í vikuni. Tú skalt bara møta. Besti biograffilmur eg sá í ár, var fyrsti heimildarfilmur í røðini hjá DOX:BIO í Havn

Listasambond mótmæla

Í sambandi við stóru skerjingarnar av Mentanargrunni Landsins, hava norðurlendsku listasambondini í dag sent mótmælisskriv til føroyskar myndugleikar og fjølmiðlar. Skrivið, ið er undirskrivað av Kollbrún Halldórsdóttir, omanfyri, sum er forkvinna fyri øllum teim norðurlendsku listasambondunum, er soljóðandi: Lagmand Kaj Leo Holm Johannesen Kulturminister Bjørn Kalsø Lagtingsformand Jógvan á Lakjuni De nordiske kunstnerråd, der har været samlet i København d. 12. december 2012, udtrykker sin dybe beklagelse og alvorlige bekymring over de markante nedskæringer indenfor kunst- og kulturområdet, Færøerne sætter i værk i det kommende år. For det nordiske samarbejde er det ikke befordrende, at den færøske kunstfond (Mentunargrunurin) med ét slag bliver beskåret med 1/5 og støtte til musik beskæres med 1/3, da støtte fra de nordiske fonde i de fleste tilfælde er betinget af lokal støtte. Hvis den færøske kulturstøtte beskæres, vil det automatisk medføre mindre muligheder for fær

Jóanes skrivar søgu

Tíðindastovan Ritzau upplýsir, at eitt av heimsins størstu altjóða bókaforløgum, Random House, hevur skrivað rithøvundasáttmála við Jóanes Nielsen, um at geva út skaldsøguna Brahmadellarnir. Skaldsøgan fekk Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 2012 og er í uppskoti at fáa Norðurlendsku Bókmentavirðislønina 2013. Jóanes Nielsen, sum verður 60 ár 5. apríl, skrivar søgu við hesum sáttmála, tí Random House er størsta forlag, sum nakar føroyskur høvundur hevur verið í sambandi við. Sjálvt William Heinesen er ikki givin út á so stórum forlagi uttanfyri Norðurlond. Í fyrsta umfari er talan um týska útgávu. Mong ár eru liðin síðani føroyskar bókmentir kundu lesast á týskum. Nevnst kunnu tvær skaldsøgur: Ein Kind hier auf Erden  (Jens Pauli Heinesen, Meysenburg-Verlag, 2002) og krimisøgan hjá Jógvani Iskasen Option Färöer (Grafit-Verlag, 2007). Forlagið Random House hevur áður givið út norðurlendskar høvundar sum Lars Saabye-Christensen, Jakob Ejersbo og Sofi Oksanen. T