Lág sól og ikki ein ond í Havn á middegi í dag. Var tað ikki fyri fíggjarnevndarformanninum í tíðindunum, aftur ein ondfyltur bygdarmaður, so var friður í Føroyum. Uppskriftin til politiskan frið í nýggja árinum verður eftir øllum at døma at flyta Miðnámsdepilin á bygd, helst til Klaksvíkar, tí í Vestmanna og Hovi er upptikið, og so taka Kringvarpið við í somu ferð. Tá fer friður aftur at valda í Føroyum og vit kunnu vinda Merkið í húnar hátt í høvuðsstaðnum. Tí her er ikki ein ond. Hvat flagg tey fara at brúka á bygd, verður spennandi at síggja.