Skip to main content

Tónleikur í 2012



Stroyming var stóra loysunarorðið innan tónleik og film í 2012. Samstundis var hetta eitt orð, sum Føroyska Málnevndin setti í umfar, nú nevndin fer í søguna og nýggja Málráðið tekur yvir. Haldi tað vera rætt at takka Mariusi Staksberg, sum er einasta starvsfólk í Málnevndini, fyri gott arbeiði.

Meðan stroymingsrisarnir í USA eita iTunes, Netflix og Sirius-XM Sattelite Radio, hevur svenska Spotify veitt okkum mesta og nýggjasta tónleikaúrvalið. Jú, á okkara leiðum var 2012 eitt Spotifyár burturav.


Amerikanska tónleikablaðið Billboard skrivaði fyri jól, at 29 ára gamli Daniel Ek, sum grundaði Spotify í Svøríki fyri fýra árum síðani, kundi prógva, at fleiri enn 5 mió fólk rindaðu fyri tónleikahald. Fyri hálvum ári síðani varð upplýst at 15 mió fólk brúktu ókeypishaldið, sum er borið av lýsingum. Eina milliónin av gjaldandi kundum er at finna í USA, har Spotify byrjaði fyri einum ári síðani at kappast við iTunes. Á sama tíðindafundi í New York fyri jól, segði Daniel Ek, at Spotify hevði goldið 500 mió dollars í avgjaldi til tónleikarar og útgávufeløg, og at henda upphædd svarar til 70% av inntøkunum.



Fyri einum góðum ári síðani, 17. november 2011, fann eg Heimkomuna hjá Faroe Boys á Spotify og skrivaði soleiðis á blogginum:

Nú fæst ókeypis nettænastan Spotify eisini í Føroyum. Danska skrivstovan KODA, sum krevur pengar inn fyri tónleikarar á okkara leiðum, hevur á fyrsta sinni gjørt avtalu við Spotify. Avtalan byggir á hvussu nógv klikk, ella hvussu ofta og nógv brúkarin streamar, tekur niður ymsu tónleikastykkini við ókeypis forritinum. Tænastan er tengd at Facebook. Har eru flestu fólk, sum brúka mesta tónleikin, longu frammanundan. Hetta er lætt, skjótt og ókeypis. Opinleiki liggur til grund fyri øllum tílíkum tænastum á netinum. Er okkurt at goyma, so er at vera varin við privatum upplýsingum, her eins og aðra staðni. Tað góða er, at eg sum brúkari kann finna júst tann tónleikin mær hóvar, til gerandis og heilagt, hjá Spotify. So kann eg leggja tónleikin í skráir, sum kunnu broytast og skiftast út til jólatónleik ella bara nýtt á tí økið, sum hevur mín mesta áhuga, nýggjan rokk, sum ikki fæst til keyps her, til dømis. Vit eru partar av KODA og danska ríkinum, so ókeypis tænastan verður javnan avbrotin við donskum reklamum. Vilt tú sleppa undan hesum forstýrilsi, so kanst tú rinda 49 krónur um mánaðin og eitt sindur meir fyri enn betri tænastu, millum annað í ljóðgóðsku. Við Spotify er teldan blivin ein jukeboks, sum kann finna júst tín tónleik, settan saman so sum tú vilt. Eins og á Tripadvisor er brúkarin snúningsásurin. Ja, og so reklamuídnaðurin. Men tað kann eg liva við. Tí eingin plátuhandil, ikki eingang heimsins størsti, Amoebia Music, kann bjóða hesa tænastu. Einasti trupulleiki er at teldur hava so vánaligar hátalarar. Havi fingið eygað á ein tráðleysan hátalara, Sonos, sum kann fjarstýrast við iPhone, antin tað er Kringvarpið ella Spotify, eg vil lurta eftir. Einasta, ið ørkymlar meg, er gamla plátusavnið og steroanleggið. Hvat skal eg gara við tað?

Vandi er í hvørjari vælferð. 28 ára gamla Pernille Jensen, sum er nýggjur tónleikaleiðari á donsku avísini Politiken, vil vera við, at altjóða plátufeløgini brúka Spotify at rinda sínum nøvnum hægri avgjøld, enn smáu og nýskapandi feløgini megna. Her hjá okkum eru vit enn veikari. Flestu lurta eftur Útvarpinum og har eru bestu tónleikaveitarar, Fróði Løkságarð, Petur Rouch og Meinhard Jensen, sendir heim. Eftir sita vit við einum mainstream tónleikaúrvali, sum Rás2 kann veita fyri hávthundrað milliónir færri. Tað er líkasum eitt forkláringsproblem.



Og so er tað tað, at besta fløgan, sum kom á føroyskum í ár, hon er als ikki á Spotify. Tað er Hanus G. Johansen, sum á plátufelagnum Kisa gav út Á fold eru túsund gudar. Undir yvirskriftini Heilag løta við Hanusi og túsund gudum ummældi eg fløguna á blogginum 23. november 2012. Ummælið varð endurgivið á Vágaportalinum, í Norðlýsinum og í Dimmalætting.



Nú fløgan sum fyribrigdi er søga og stroyming er veruleiki, er einki at taka seg aftur í at Spotify er mest týðandi táttur í útbreiðsluni av tónleiki í okkara parti av heiminum. Til dømis kundi eg í ár senda hesa fornisku Kingofløgu, omanfyri, sum teldubræv til forvitnar amerikanskar turistar á Facebook. Eitt klikk og ein partur av føroyskari mentanarsøgu er fluttur í nýtt høpi. Og sum skrivað stendur ovarlaga til høgru á hesum bloggi, so ert tú vælkomin at fylgja mær á Spotify. Sama kanst tú gera.

Gott nýggjár!