Skip to main content

Hvít jól


So vóru hvít jól, annan jóladag í hvussu er. Myndin, sum er tikin á middegi, er av gøtuni av Tórgarði og yvir til Tórsbyrgi, við Eystnesi og teim trimum vindmyllunum í baksýni. Stóri ljóskastarin av heimsins enda fellir lágur inn yvir Havnina, eina løtu bjartur og næstu løtu kámur. Ræsta kjøtið úr Kollinum angar úr hjallinum og er klárt at koyra í pottin. Á veg út í hjallin standa bilarnir á rað og spegla sær í nýlagsta kavanum.

Og framvið Boðanesi og norðureftir er Eysturoyggin hvít, av Stórafjalli og Støðlafjalli og heilt oman at sjóvarmálanum. Til høgru, á Nesi, sæst Fríðrikskirkjan í skæra ljósinum. Hon varð vígd fyrsta sunnudag í advent í 1994.
 
Í skiftandi ljósinum og glampandi litspælinum er eisini greitt, at summir litir í Tórsbyrgi broytast ikki, men eru teir somu, hvussu ljósið enn fellir og hvør árstíðin er.