Skip to main content

Posts

Queen Victoria sæst aftur

Eina løtu er ilt er at skilja millum stórt og smátt, tá Smyril kemur inn um Molan, framvið Queen Victoriu , og  Norðlýsið damlar framvið Vestaru bryggju. Á niðaru myndini sæst Pressarin og ein evarska lítil kappróðrarbátur hómast upp móti reyða botnlitinum á ferðamannaskipinum hjá Cunard Line, meðan Norðlýsið fer út á fjørðin. Hekkan á Smyrli sæst til vinstru. Og ikki var tað sørt at skipið, sum er 294 metrar langt, 62,5 metrar úr kjøli og upp í skorstein og telur 16 dekk, sást aftur í havum í Havn, ja heilt uppi á Bakkhellu ovast úti á Reyni. Skipari er Inger Klein Olsen úr Vestmanna. Hana finna vit á Wikipedia undir skipanavninum, MS Queen Victoria , har skrivað verður soleiðis: On 9 December 2010 Cunard announced its first female captain, Faroese born Inger Klein Olsen, who would take command of Queen Victoria beginning on 15 December. Greinin vísir eisini til heimsins fremsta ferðablogg, Gadling , ið samstundis skrivaði soleiðis:

Koks kanska best

Nú er greitt at matstovan Koks hjá Leif Sørensen á Hotell Føroyum er millum fimm tær bestu sambært Den Danske Spiseguide. Hinar eru Noma, Geranium, Kadeau og Mielcke & Hurtigkarl. Tað sigur Bent Christensen, sum er ritstjóri á Den Danske Spiseguide og sum í fjør skrivaði stóru bókina um Koks . Eg hevði tað fragd at sita til borðs við honum og taka nakara myndir av honum og meistarakokkinum Leif, sum hann prátar við omanfyri. Bent Christensen, sum omanfyri signerar bókina um Koks , sigur, at frá mitt í august til mitt í september skulu tær fimm matstovurnar skipa fyri hvør sínum galladøgurða, innan ársins matstova, sambært Den Danske Spiseguide, verður kosin 27. oktober 2013. Og so er aftur at bíða.

Urban Coolness í Steinprenti

Leygardagin 29. juni kl. 15. letur upp framsýning við nýggjum málningum eftir Tóroddi Poulsen í Steinprenti. Vit hava áður sæð steinprent frá hansara hond, og vatnlitamyndir, installatiónir umframt eina rúgvu av yrkingum, men málningar - tað er nakað nýtt. Vit hava ikki áður sæð eina samlaða presentatión av málningunum hjá Tóroddi Poulsen. Øll eru vælkomin.

Arbeiðsgleði á sumri

Í hægstu agurkutíðum minnir týsdagsoddagreinin í Dimmu skúlarnar á, at ferðin skal ikki setast niður, nú frítíðin nærkast. - Slappu dagarnir undan og eftir frítíð eru burturspilt tíð, sum ongantíð kemur aftur, sigur Dimma í oddagreinini, sum við skúlameistarafinguri er ætlað Føroya skúlum. Her skal við øðrum orðum stríðast og strembast til hjarta brast, sum sangurin sigur. Og tað er einki minnið enn sjálvsagt á øllum landsins arbeiðsplássum. Sjálvsagt. Fremsti føroyski prentmiðil, ið er hin einasti, ið kemur fimm ferðir um vikuna, eftirlýsir eisini arbeiðsgleði í Føroyum: - Vit eftirlýsa eina størri arbeiðsgleði og størri áhuga fyri at menna okkara ungu spírar og gera tey tilreiðar at taka ímóti avbjóðingunum seinni í lívinum. So ikki seta ferðina niður, sigur Dimma í heiðursspaltunum í hægstu agurkutíð. Í oyranum havi eg ein annan miðil, Útvarpið, sum uttan slit er farin at senda sjangrutónleik , nú alt er sett niður í gir og nýggja umberingin eitir flyting . Úrslitið er ein sjál

Rúmið skapar okkum

Bleiv kløkkur, tá eg hoyrdi at hesar tigandi, men sigandi standmyndir hjá íslendsku listakvinnuni, Steinunn Thórarinsdóttir, vórðu feldar í miðbýnum, tí tær stóðu í vegin hjá onkrum vilstum gongufólki um vikuskiftið í Havn. Í dag skrivar Rógvi Thomsen soleiðis á Facebook um hendingina: Faktiskt haldi eg, at hetta m.a. er orsaka av, at vit í almenna rúminum ikki leggja dent á kvalitet, estetikk og vakurleika og so slett ikki í politiska almenninum. Alt gott at siga um blomsturkassar, men vit eru umgyrd av arkitektoniskum misfostrum av bygningum, vánaligum skúlum, ljótum havnaløgum, skemdum bygdum t.d. Leirvík og Kollafjørður, andskræmiligum grótbrotsbenum í náttúruni, og av standmyndum, lutvíst miseydnaðum og smakleysum. Og so mitt í tí heila nysselig flagtekt hús og romantiskar træbrýr um áir. Ikki eitt ilt orð um gomul hús, flestu teirra eru avbera vøkur, men nútíðar arkitektururin er ikki nakað at reypa av, heldur ikki hugurin at varðveita samanhangin í byggilistini. Einasta, ið

Filmur á breddan!

Tað er ikki bara tos, at filmar alla tíðina verða gjørdir í undangongulandinum Íslandi. Hygg bara eftir íslendska partinum á hesi løtumynd á telduskíggjanum hjá NORA beint nú. Her sæst, at tveir av fimm íslendskum tíðindastubbum á síðuni hjá NORA eru um film, og tað í altjóða høpi eisini. Sig so tað. Two out of five! Myndin er av heimasíðuni hjá NORA, sum hevur høvuðsskrivstovu í Havn. NORA er ein millumtjóða nevnd í marknaðpolitiska samstarvinum, ið er undir Norðurlendska Ráðharraráðnum. Økið fevnir um Grønland, Ísland, Føroyar og stranda-Noreg, sum er tey níggju norsku strandafylkini úr Finnmark til Rogaland. NORA skal styrkja samstarvið í økinum og gera Norðuratlantshavið til eitt sterkt øki, m.a. við at styrkja samstarvið millum vinnufyritøkur og granskingar- og menningarfelagsskapir tvørtur um landamørkini. Nevndin í NORA telur tólv limir, sum leggja yvirskipaðu linjuna í strategisku virkisskránni. Filmur er ikki bara tos og tekstur, men eitt skræddarseymað ævintýr úr okkar

Er byggilist bara útsjónd og fasadur?

Í dag skrivar býráðslimur fyri Sambandsflokkin í Tórshavnar kommunu, Annfinn Brekkstein , um heita evnið býarplanleggingin í Havn. Hann tekur støði í tí veruleika at Býraðið hevur samtykt at byggja Tórshavnar Havn út fyri 350 mió kr. Ikki hissini upphædd at eiga til so spennandi uppgávu. Tí spennandi er hann, havnakanturin í Havn. Men gongur tú ein keitúr millum trý og fimm, so sleppir tú fyri tað fyrsta ikki um Schengenhegnið, og síðani sært tú, at her er lítil áhugi, enn minni sansur, fyri fagurfrøðiligum viðurskiftum av nøkrum slag, hvørki eystanfyri, vestanfyri, inni í Vágsbotni, ella yviri við Strond. Á hásumri verður Kampingplássið umbygt, so tað er ein løgin kensla úr køksglugganum at síggja menn í øllum alduri míga í fjøruni, millum teltini og í runnarnar móti vegnum, og so at síggja útróðararmenn og bóndir selja feskt, meðan alt rensl verður grivið upp og liggur opið í Vágsbotni á jóansøku. Planlegging er ikki sterka síðan í Havn. Tí er tað heppi at kommunan nú søki

Filmsvinnupolitikkurin verður ikki lagdur í skuffuna!

Tað lovaði Johan Dahl, vinnumálaráðharri, á samkomu í Norðurlandahúsinum í dag, har Klippfisk legði fram eitt álit um filmsvinnupolitikk. - Tvørturímóti verður hetta ein partur av samlaða vinnulívspolitikkinum framyvir, har kreativa vinnan verður skipað undir einum, segði Johan Dahl, tá hann fekk álitið handað frá Jákupi Veyhe, formanni í Klippfiski. Klippfisk sigur í álitinum, at royndirnar við filmsvinnu í norðurlendskum útjaðaraøkjum vísa á nógv avleitt virksemi, og at ein sjónlig filmsvinna í tílíkum økjum hevur jaliga ávirkan á sjálvskensluna og evnini at draga arbeiðsmegi til sín. Tað gjørdu teir báðir, Jákup Veyhe og Mikkjal Helmsdal, vart við, tá teir vegna Klippfisk løgdu fram eitt stuttorðað álit um filmspolitikk í Føroyum. Høvuðsvisjónin hjá Klippfiski er, at um tíggju ár verða 50 heiltíðarstørv í føroysku filmsvinnuni, og at filmsvinnan fer at megna at gera ein føroyskan spælifilm um árið. Álitið hjá Klippfiski um film vendir sær bæði til vinnu og mentan. Fil

Ljósmeistarin farin

Heimskendi danski arkitekturin, Henning Larsen, er deyður 87 ára gamal. Tað boðar teknistovan frá í tíðindaskrivi í dag. Tíðindaskrivið frá teknistovuni endar við hesum orðum: “Henning Larsens betydning for arkitekturen har været stor. På tegnestuen skabte han en kultur, der er drevet af faglige ambitioner og en lyst til at være der, hvor arkitekturen kan gøre en forskel. Det er en arv, som vi skal forvalte.” Henning Larsen, sum var virkin í meir enn 50 ár, verður ofta nevndur ljósmeistarin, lysets mester. Hetta er eisini yvirskriftin, tá Politiken í dag skrivar um arkitektin. Millum kendastu verk hjá Henningi Larsen úti í heimi eru Uttanríkismálaráðið í Riyadh í Saudi Arabia, 1984, Danska Sendistovan á sama stað, 1987 og Bókasavnið í Malmø í 1997. Í Danmark eru kendastu verkini Handilsháskúlin, 1989, Kirkjan í Enghøj, 1994, Ny Carlsberg Glyptotek, 1996 og Operahúsið, sum sæst á ovaru myndini, aftanfyri arkitektin sjálvan, í 2004. Politiken tók myndina. Ein av starvsfel

At balla seg í Christo

Grønlendska tjóðardagin og longsta dag yvirhøvur, roynir Tinganes seg við nýggjari inngongd at møta altjóðagerðini, soleiðis sum hon er fyriskrivað í donsku sjónvarpsrøðini Borgen . Óváttað tíðindi vilja vera við, at tað er bulgarski listamaðurin Christo , sum við støði í innpakkaða Ríkisdegnum í Berlin, hevur klætt inngongdina í Tinganesi við grønum lørifti og grønlendskum flaggi. Hugsjónarliga grundstøði er refleksiva mentanarhugtakið hjá týska Ziehe, sum leggur upp til at balla seg inn í danska hugtakið ein dag, føroyska ein annan og grønlendska ein triðja. Alt er til forhandling, men bara ikki sild og makrelur. Tað siga føroyskir kvotabarónar í Danmark. Og tað er í hvussu er ikki eitt evni fyri Ríkisfelagsskapin, sum dagin fyri longsta dag varð nevndur eins ofta og dagar eru í árinum. Men tá ryssir í lakkinum og buglur á bilin eisini komu á orðaða borðið í landsins fremsta nesi, tá hugsaði eg um innballaðu filmisku orðini He even treats objects like women og kendi tað, sum sat

Meðan skip tey stevndu út og onnur stevndu inn

Útsýnið úr køksvindeyganum var í dag tvey ymisk skip, ið møttust í Nólsoyarfirði, annað niðaneftir og hitt omaneftir. Danski fullriggarin og skúlaskipið Georg Stage , bygt í Frederikshavn í 1934 og russiski fabrikstrolarin Rybak , ið tykist stavast Pmeak, bygdur í 1991, fyrr við norskum Ålesundsnøvnum sum Havbryn, Nestor og Ole Setremyr. Talgilda kortið sigur, at skúlaskipið siglur inn á Havnina og trolarin inn á Runavík. Hugvekjandi at síggja skip møtast í rúmum sjógvi. Møtast eitt bil og sigla so burtur. Høgga í aldunum eins og klokkuverkið. Hvar fer tíðin og hvussu liggur rákið?

Vælkomin á Reyðakrosskafé

Vælkomin á Reyðakrosskafé undir Bryggjubakka í Vágsbotni í Havn. Tað søgdu tær seks Lisa í Dali við Reyðakrossísi úr melón og kiwi, Joan Eydna Sørensen, Unn Augustudóttir Kragesteen, Maria Dahl, Turið Maria Jóhansdóttir og Selma Dahl Erol við bóka- og kaffidiskin í dag, tá latið varð upp á middegi. - Arbeiðsmegin er sjálvboðin og vit ynskja at bjóða út nakað øðrvísi, siga tær á Facebooksíðuni . - Okkara visión er at skapa eitt hugnaligt stað, har gjøgnumskygni og vitan eru í hásæti. Vit seta fokus á endurnýtslu, at grógva í nærumhvørvinum, bøkur, familjulív og ikki minst vistfrøði. At fara væl um okkara planet og alt, sum á henni er, er nakað, sum vit handan kaféina eisini trúgva uppá. Og tá matur er ein sentralur partur av at fara á kafé, vilja vit bjóða út eina so sukurfría, vistfrøðiliga og lekra matskrá sum gjørligt. Tað er umráðandi fyri okkum, at eisini familjur við børnum trívast í ReyðakrossKaféini. So umframt kaféina fara vit leypandi at hava ymisk stuttlig og kreativ tiltø