Tað er ikki bara tos, at filmar alla tíðina verða gjørdir í undangongulandinum Íslandi. Hygg bara eftir íslendska partinum á hesi løtumynd á telduskíggjanum hjá NORA beint nú. Her sæst, at tveir av fimm íslendskum tíðindastubbum á síðuni hjá NORA eru um film, og tað í altjóða høpi eisini. Sig so tað. Two out of five!
Myndin er av heimasíðuni hjá NORA, sum hevur høvuðsskrivstovu í Havn. NORA er ein millumtjóða nevnd í marknaðpolitiska samstarvinum, ið er undir Norðurlendska Ráðharraráðnum. Økið fevnir um Grønland, Ísland, Føroyar og stranda-Noreg, sum er tey níggju norsku strandafylkini úr Finnmark til Rogaland. NORA skal styrkja samstarvið í økinum og gera Norðuratlantshavið til eitt sterkt øki, m.a. við at styrkja samstarvið millum vinnufyritøkur og granskingar- og menningarfelagsskapir tvørtur um landamørkini. Nevndin í NORA telur tólv limir, sum leggja yvirskipaðu linjuna í strategisku virkisskránni. Filmur er ikki bara tos og tekstur, men eitt skræddarseymað ævintýr úr okkara egna veruleika!