Skip to main content

Er byggilist bara útsjónd og fasadur?


Í dag skrivar býráðslimur fyri Sambandsflokkin í Tórshavnar kommunu, Annfinn Brekkstein, um heita evnið býarplanleggingin í Havn. Hann tekur støði í tí veruleika at Býraðið hevur samtykt at byggja Tórshavnar Havn út fyri 350 mió kr. Ikki hissini upphædd at eiga til so spennandi uppgávu. Tí spennandi er hann, havnakanturin í Havn.


Men gongur tú ein keitúr millum trý og fimm, so sleppir tú fyri tað fyrsta ikki um Schengenhegnið, og síðani sært tú, at her er lítil áhugi, enn minni sansur, fyri fagurfrøðiligum viðurskiftum av nøkrum slag, hvørki eystanfyri, vestanfyri, inni í Vágsbotni, ella yviri við Strond. Á hásumri verður Kampingplássið umbygt, so tað er ein løgin kensla úr køksglugganum at síggja menn í øllum alduri míga í fjøruni, millum teltini og í runnarnar móti vegnum, og so at síggja útróðararmenn og bóndir selja feskt, meðan alt rensl verður grivið upp og liggur opið í Vágsbotni á jóansøku. Planlegging er ikki sterka síðan í Havn. Tí er tað heppi at kommunan nú søkir eftir býararkitekti, sum ikki hevur verið til í eitt ár og enn minni at hoyrt í enn fleiri ár. Tí nú tykjast býráðslimir vera sannførdir um, at byggilist er útsjónd og fasada. Júst hesa kenslu fekk eg mentanarnáttina á Vestaru bryggju, har framsíðurnar á gomlu Saltsøluni vórðu klæddar við nýggjum streymlinjaðum skrivstovuklædningi. Bara uttaná, tí útsjónd og fasada er alt. Innaní er einki, tí innihald hevur eingin í Havn nakra fólkavalda meining um, inntil nú. Tað er bara slitna verkamannaútsjóndin, sum skal smukkeserast fyri einar 20 mió kr, so sum onkur hevur sæð í einum kontinentalum bankabýi, og fingið ein føroyskan arkitekt at tekna fyri seg. Tí eri eg fegin um at fáa prikað mín leysa varhuga av at byggilist í Havn er bara útsjónd og fasada og ikki funksjonalitetur. Loyvi mær at klippa eitt brot úr dagsins brævi til miðlarnar frá býráðsliminum fyri Sambandsflokkin, sum kanska, kanska ikki, gongur nýggjar leiðir í praktiskari fagurfrøði í høvuðsstaðnum, hóast leysi pástandurin um fasadur sleppur at flagga nakað nógv í endanum:
...Tí er tað sera týdningarmikið, at funktiónalitetur og byggilist (útsjónd) fylgjast at. Tað er ikki nóg mikið, at bygningar og kaiøki bara skulu nøkta tørvin á einari effektivari logistikkskipan og virka væl. Tá vit eru so tætt at hjartanum í býnum, so skal eisini hugsast um, hvussu bygningar og øki taka seg út og harmonera við umhvørvi o.a. Tað skal lítið til at skapa nakrar skeivar javnvágir í einum avmarkaðum og følsamum umhvørvi, sum vit ikki kunnu rætta upp aftur. Tað eiga td. at verða gjørdar nakrar fasadir móti býnum, sum onkursvegna fjala nakrar berar og ljótar veggir á goymslubygningum og sum kunnu prýða og gera, at umhvørvi fellur inn í eina ella aðra hóskandi býarmynd.