Skip to main content

Rúmið skapar okkum


Bleiv kløkkur, tá eg hoyrdi at hesar tigandi, men sigandi standmyndir hjá íslendsku listakvinnuni, Steinunn Thórarinsdóttir, vórðu feldar í miðbýnum, tí tær stóðu í vegin hjá onkrum vilstum gongufólki um vikuskiftið í Havn. Í dag skrivar Rógvi Thomsen soleiðis á Facebook um hendingina:
Faktiskt haldi eg, at hetta m.a. er orsaka av, at vit í almenna rúminum ikki leggja dent á kvalitet, estetikk og vakurleika og so slett ikki í politiska almenninum. Alt gott at siga um blomsturkassar, men vit eru umgyrd av arkitektoniskum misfostrum av bygningum, vánaligum skúlum, ljótum havnaløgum, skemdum bygdum t.d. Leirvík og Kollafjørður, andskræmiligum grótbrotsbenum í náttúruni, og av standmyndum, lutvíst miseydnaðum og smakleysum. Og so mitt í tí heila nysselig flagtekt hús og romantiskar træbrýr um áir. Ikki eitt ilt orð um gomul hús, flestu teirra eru avbera vøkur, men nútíðar arkitektururin er ikki nakað at reypa av, heldur ikki hugurin at varðveita samanhangin í byggilistini. Einasta, ið verður varðveitt er tað, ið er flagtakt, men tað er bert ein partur av søgu okkara, tað farna. Og tað nýggja, ið verður bygt, har mást tú oftast blunda fyri at sleppa undan at síggja tað. Ert tú uppvaksin í so estetiskt ljótum umgevilsum, so má slíkt henda av og á.
Sjálvur kundi eg ikki verið meira samdur við Rógva. Estetiskt er náttsvart, ikki bara í høvuðsstaðnum, men kring alt landið.