Hósdagin byrjar risastóra filmstevnan Die Berlinale í týska høvuðsstaðnum, har Sakaris Stóra sýnir stuttfilmin Vetrarmorgun í skránni Generation. Undir hesum heiti kappast 60 spælifilmar og stuttfilmar úr 35 londum í bólkunum Generation Kplus og Generation 14plus. Men enn størri heiður er, at Vetrarmorgun er tikin við í kappingina um heimsins fremstu LGBT filmsvirðisløn, Teddyvirðislønina , sum týski leikstjórin Wieland Speck stovnaði í 1987. “Hetta er ein vakur stuttfilmur, beautiful”, sigur Wieland Speck úr Berlin við Birkblog, nú skráin er komin í fasta legu. “Sakaris er ein dugnaligur filmsleikstjóri. Og hvør veit, kanska vinnur hann Teddyvirðislønina”, sigur hann og grundar yvir Føroyar, sum hann vitjaði í 1989. “Eg haldi ikki, at eg sjálvur havi fatað tað fyrr enn í nátt, hvussu stórt tað er, at ein føroyskur filmur, ein føroysk søga, enntá úr Skopun, er nominerað til eina ta hægstu listavirðislønina í heiminum, tá tað snýr seg um at varpa ljós á umstøðurnar hjá te