Skip to main content

Blýanturin er á lofti


Heimsins sterkasta vápn, blýanturin, var á lofti í Norðurlandahúsinum í gjár. Tá vóru 77 eldhugaðir næmingar úr níggjundu flokkunum kring landið, og nærlagdu lærarar teirra, savnaðir til kveikingardag undir kønari rithøvundaleiðslu.


Tað eru NÁM, Rithøvundafelag Føroya og Norðurlandahúsið, sum hava skrivað út eina skrivikapping fyri ung, sum ganga í níggjunda flokki. Tilsamans munnu tey vera minst tíggju ferðirnar tey, sum møttu. Spell, at lærarar úti um landið eru so lítið áhugaðir at læra næmingarnar í besta aldri at hvessa sær blýantin. Men sama gerð, lagið var ógvuliga gott á teim 77 møttu, ið altso svara til tíggju prosent av teim, sum kundu havt møtt.


Solveig, Søs, Debes, sum er ráðgevi í Námi, hevur samskipað skrivikappingina. Við regninum i baksýni er hon fegin um kveikingardagin og góðu úrslitini hjá teim møttu.


Kveikingardagurin byrjaði við røðum, sum Magnus Tausen, stjóri í Námi, og Hedvig Westerlund-Kapnas, verkætlanarleiðari í Norðurlandahúsinum, hildu.


Rakel Helmsdal, rithøvundur, tók síðan orðið, og greiddi frá um kappingina og dagin, og endaði við at lesa brot úr nýggjum teksti, sum hon sjálv hevði skrivað. Ungu lurtararnir vóru hugtiknir.




Á kveikingardegnum vóru verkstovur við rithøvundunum Rakel Helmsdal, Marjun S. Kjelnæs, Arnbjørn Ó. Dalsgarð, Sólrún Michelsen og Petur Pólsson. Hvør næmingur slapp í tvær verkstovur hjá høvunduum.





Tá næmingarnir fara aftur í skúla, arbeiða teir í nakrar tímar saman við læraranum, sum vegleiða og hjálpa, so teksturin verður liðugur. Er næmingurin nøgdur við tekstin, er at senda hann við telduposti í seinasta lagi 17. februar 2014. Tá er teksturin við í kappingini, har vinningurin er ein ferð fyri tvey til svenska rithøvundaskúlan Biskops Arnö saman við ungum úr hinum Norðurlondunum. Aðrir vinningar eru at sleppa við í eina føroyska ungdómsbók. Vinnarar verða avdúkaðir fimta apríl í ár. Niðanfyri sita nakrir av lærarunum í skýmingini kring borðið í Norðurlandahusinum. Tey binda og skifta orð um komandi og farandi viðurskifti. Tveir aðrar hugaðar lærarar fangaði eg í Klingruni í betri ljósi.



Runt um í Norðurlandahúsinum sita næminagarnir við lærarum og rithvundum og gera spennandi royndir at skriva. Tað er ikki sum at siga tað, at skriva, sigur ein næmingur og nevnir forðarenning, sum er so stuttlig, tí tú ikki sleppur at gera tað sjálvsagda og lættasta, men skalt møta forðingum, sum bara hvessa blýantin og skrivaða orðið.


Eina royndin í eini verkstovuni er at blunda og lurta, og síðani skriva frítt, hvat tað var, og seta orð á pappírið. Øll eru við, blunda, hyggja og skriva, sum galt tað lívið. Intenst og spennandi.



Ein spurningur er, um tú kanst skriva alt, sum tú sjálv hevur upplivað. Tað er gamaní, men nøkur góð ráð eru at frætta frá rithøvundanum, sum hevur nógvar royndir á hesum øki. 


Tey lurta við andakt - og skriva og skriva. Reyði blýanturin liggur væl í hondini og skapar karmarnar um kveikingardagin hjá næmingunum í Norðurlandahúsinum.



Lagið er gott á næmingunum, sum lærararnir úti um landið hava vegleitt, nú teir møta rithøvundum. Onkrir næmingar eru so fegnir, at teir biðja um autograf í bøkur, sum tey hava við. 


Hugnanligu rúmini i arkitektonisku perluni, sum 30 ára gamla Norðurlandahúsið er, eru perfekt til skriviverkstovur. Hvør fjøl og hvør smálutur kveikir hugin at skriva, serliga nú høvuðsvinningurin er norðurlendskur.


At enda fekk eg tríggjar næmingar úr Tofta skúla at leggja eitt av skrivligu avrikunum fram. Reyði blýanturin, heimsins sterkasta vápn, liggur tryggur í hondin og peikar á pappírið. Ein góður dagur er komin at enda.