Skip to main content

Trý klipp í Havnarkortið


Í dag kundu tríggir miðlar boða frá um miðbýin í Havn, norðuratlantisku perluna, sum øll vilja hjúkla um. Fyrsta klipp í Havnarkortið er av heimasíðuni hjá høvuðsstaðnum sjálvum, har upplýst verður, at Tórshavnar kommuna hevur skrivað út arkitektakapping um miðbýin, har allir arkitektar og arkitektavirki í Føroyum eru boðin við.
Úrslitið av kappingini verður kunngjørt longu 16. mai 2014, tá øll uppskot verða sýnd fram.

Annað klipp í Havnarkortið er av Portalinum, har upplýst verður at ein skúlakapping er skrivað út. Um tríggjar vikur fellur avgerðin, hvørjir skúlanæmingar vinna 30.000 kr í virðisløn fyri bestu uppskotini at endurnýggja miðbýin. Kappingin millum skúlanæmingar hevur til endamáls at gera miðbýin enn meira áhugaverdan fyri tey ungu. Tí hevur kommunan bjóðað teimum framat soleiðis, at teirra áskoðanir og hugskot verða hoyrd. Frálíkt. Men hvat skrivar InFo portalurin nú?

Triðja klipp í Havnarkortið er løgtingið, sum leitar eftir skrivstovum í sama miðbýi, sum Kommunan sjálv hevur lagt seg á, við at keypa og flyta inn í Føroya Banka. Ein deyðligur býarvøkstur. Og meðan vit lata skrivstovur avfólka miðbýin, byggja vit ungdómsskúlar uttan fyri bøgarðarnar, sum Føroya kendasti arkitektur, Ósbjørn Jacobsen, segði í Útvarpinum fyri jól. Ikki er tað lætt at vilja miðbýnum væl. Trý klipp í Havnarkortið. Bara eftir einum degi. Mær leingist eftir transparenta klippinum hjá Philippe Carré, har Kongabrúgvin, sæð av Tinganesi, var fremst fyri. Eigur nakar ta myndina?