Skip to main content

Samskifti er kenslur


Gott samskifti er, tá sendarin sleppur at nema móttakaran við kenslum, sum báðar vegir tola dagsins ljós. Henda einfalda og púra ópolitiska samkiftismynd kom mær til hugs, nú eg sá Golden Cut annan filmin í røðini frá Miklagarði á heimasíðuni stuttfilm.fo. 

Eins og fyrsti filmurin, sum var um teilendsku vaskikonuna, Patcharee Areesaman, er hesin filmur ein lýsing av einum starvsfólki í Føroya størsta handli. Avsendarin er greiður og viljin at nema okkum við kenslum úr sama handli er eins greiður. Vit kunnu altið skifta orð um kenslurnar eru ektaðar, ella ikki og um vit nú skulu velja at síggja upp til ella niður á starvsfólkið, sum á henda hátt verður borið fram fyri almenninginum. Soleiðis er við øllum lívsins viðurskiftum. Tað veldst um eygað, ið sær.

Í hesum døgum, tá tosað verður um almennan stuðul til listalig avrik, er komið fram, at tey sum gera film, skulu ikki ditta sær at seta serkrøv til metingar av egnari list. Hetta er møsn verður sagt. Eitt stuttligt orð, sum vindur uppá seg í Havn - møsn.

Júst hetta átak hjá Miklagarði lýsir gjónna, sum er millum tey, ið árla og síðla rópa møsn, og tey, sum úti um landið fáa til uppgávu at gera heilt serligar filmslýsingar, tí tey duga, hava amboðini og royndirnar. Filmur er serligur sum listagrein, tí hann illani kann gerast uppá standandi fót, uttan tøkniligt og vinnuligt undirlendi. Uttan hesar tættir ber illani til at gera film, sum skal røkka einum listaligum støði og einum breiðum skara. Tí er filmur serlig listagrein.

Sum filmshugaður eri eg tí serstakliga fegin um, at landsins fremsti matvøruhandil, Miklagarður, velur at heita á fakfólk at gera film, sum gamaní skrivar seg beint inn í tilvitskuna hjá brúkaranum, men samstundis er skipaður soleiðis, at ein søga um sosiala ábyrgd kann hanga uppi við, sum í førunum við vaskikonuni, ið byggir tær nýggju Føroyar og bara elskar starvið. Hon verður eitt andlit í gráa býnum, og sum ein segði "eg fái hug at klemma hana", tá eg síggi hana á gøtuni.


Nú er tað Jørgen Jørgensen, slaktarin í Miklagarði, sum er filmsevnið. Hann hevur verið í Nýsælandi og okkara vegna hitt bóndan, ið eigur neytini, sum ganga á grøna bønum. Og so er tað Mærsk, sum á bláari bylgju flytir kjøtið ta svalligu leið til Føroya. Og so eru vit til staðar, tá skorið verður í eina kulottusteik, har sevjan rennur úr, so vit munga - og fáa huga at keypa.



Í fyrra filminum var talan ensk, og nú er hon donsk. Hóast øll skilja danskt, er talan tekstað til føroyskt og leggur sostatt nakað av luft millum avsendara og móttakara. Men eg haldi at gulur Netflix-tekstur skemmir myndina. Hann hevði riggað betur hvítur. Og so velji eg at fata tað sum sjálvspei, tá hend talva verður endurgivin á donskum, heldur enn føroyskum, í eini lýsing, sum vil fevna tað heimliga:


Filmiska avrikið, serliga í nærmyndum av fevnandi hondum, er so framúr, at eg natúrliga fari at ynskja mær eina almenna og privata samanrenning, sum rennur út í ein føroyskan filmsgrunn. Til dømis soleiðis: tá allir stuttfilmarnir hjá Miklagarði eru lidnir og vístir, verður netsíðan við sjálvsagda navninum STUTTFILM latin einum nýggjum filmsgrunni, har íleggjarar eru Miklagarður og øll onnur áhugaði, filmsparturin í Mentanargrunni Landsins íroknaður, bara íleggjararnir vilja stuðla óheftari, listaligari føroyskari filmsgerð.

Nú er møsnað nokk og filmurin er breiddur út á grøna bøin!