Skip to main content

Posts

Hetta er nakað vit kenna frá fiksjón

Hoyrdi ein áhugaverdan setning í Útvarpinum í morgun. Tað var Ingrid Bjarnastein, forkvinna í Felagnum Føroysk Miðlafólk, einasta kvinna omanfyri, sum segði "Hetta er nakað vit kenna frá fiksjón!". Orðini fullu í pressutáttinum hjá Onnu Ellingsgaard í morgun, har kjakast varð um sensasjónsjournalistikk í sambandi við at leitað varð eftir einum horvnum manni í bili fyri stuttum. Júst hetta orð, fiksjón , er tað, ið eg aldri vil hoyra ella síggja í sambandi við fakta og tíðindi í útvarpi ella sjónvarpi. Ikki tí, sá stuttligasta dømi um hetta sama bland í sjónvarpssendingini Gylta gullið , har filmað varð niður á eina skipsgron og brimið stóð so hart á kjaftin, at eg onga løtu ivaðist í, at skipið gekk burtur. Men á ljóðsíðuni hoyrdi eg hin indisligasta klavertónleik, sum longu var hálvvegis til himmals. Skal nøkur semja og harvið trúvirði verða um tíðindi, so skulu journalistar duga betur at skilja í millum, nær teir fara í biograf at verða undirhildnir og forførdir við fil

Ó er besta íslendska týðing

Her sæst Carl Jóhan Jensen á bókamessu í Frankfurt, har ein ávegis ensk týðing, Tales of Devilry , varð løgd fram á føroyska bókabásinum. Nú hevur íslendska Ingunn Ásdísardóttir fingið týðaravirðislønina fyri íslendsku útgávuna,  Ó - Sögur um djöfulskap   (Uppheimar 2013). Høgni Djurhuus skrivar á heimasíðuni hjá Kringvarpinum, at í grundgevingini fyri at lata virðislønina verður sagt, at í skaldsøgu sínari sigur Carl Jóhan Jensen søgu Føroya á óvanligan hátt. Málið í søguni hevur verið ein stór avbjóðing hjá týðaranum, men týðarin hevur greitt avbjóðingina á frálíkan hátt. Fýra aðrar týðingar vóru innstillaðar í ár. Hetta er tíggjunda árið, at felagið hjá íslendskum týðarum og tulkum letur virðisløn fyri bestu týðingina. Her sæst íslendski týðarin, Ingunn Ásdísardóttir, saman við Illuga Gunnarssyni, mentamálaráðharra.

Steinprent: Kanska er tað bara spæl!

Kinna Poulsen skrivar í sambandi við at Hanni Bjartalíð letur upp framsýning í Steinprenti flaggdagin, 25 apríl kl 16:00: Nú sprettur á fold og spírar og alla staðni spríkir og tysjar gróðurin fram - sóljur opinbera seg gular á grønum og alla staðni har tú hyggur, smoyggja blómur og bløð seg úr greinum á vetrarnaknu trøunum. Eisini í Steinprenti spíra bæði blómur og trø í smáum træobjektum, sum nágreiniliga - at kalla eymliga eru sett saman burtur úr smáum træsprekum. Tað er listamaðurin, Hanni Bjartalíð, sum letur upp framsýning í Steinprenti flaggdagin, 25. apríl klokkan 16. Eg skrivaði einaferð um Hanna Bjartalíð, at tað ikki er lætt at yvirskoða eitt so villvaksandi verk sum hansara, tí tað hendir so nógv í tí og tað fevnir so víða um tekning, málarí, kollasju, steinprent og træskulptur. Men tá eg nú síggi tey nýggjastu verkini hjá honum, havi eg hug at rætta meg sjálva, tí sjálvt um talan er um eina velduga og støðuga menning, so er ein heilt greiður samanhangur í øllum hansa

Mentan og list kunnu læra nógv av ítróttini í Kringvarpinum

Beinta Løwe, omanfyri, stýrdi í gjár kjakinum eftir Dag og Viku millum Barbaru Samuelsen, deildarleiðara við ábyrgd fyri mentan í Kringvarpinum, og meg sjálvan, við støði í einum bloggi , ið fanst at mentanardekninginum í Kringvarpinum. Hugsa vit um skyldur í almannamiðilinum, so lesa vit í fyrsta setning í Lóg um Kringvarp , soleiðis: “Kringvarp Føroya hevur skyldu til at útvarpa sendingar, ið fevna um tíðindi, upplýsing, mentan og undirhald.” (Grein 10). Kringvarpstýrið, sum skal hava mentanarligt innlit (grein 4 stk 4 um Kringvarp), hevur ovastu ábyrgd av hesum. Fyrsti setningur í public service sáttmálanum millum Mentamálaráðið og Kringvarpið, sum nú er farin úr gildi, segði soleiðis: “Kringvarp Føroya hevur ein týðandi leiklut at miðla og mynda føroyska mentan.” “Føroya fremsti og týdningarmiklasti mentanarstovnur” varð eisini sagt í sáttmálanum og henda vending, hevur eisni verið brúkt í starvslýsingum. Hinvegin kann eisini sigast, at mentanin eftir øllum sólarmerkjum

Fyrsta grasið sligið

Hóast kulda í luftini er várið altíð komið, tá sláimaskinan hjá Gutta hoyrist í Tórsbyrgi. Í ár hoyrdist maskinan nakað fyrr enn undanfarin ár. Flestu ár hevur fyrsta grasið verið sligið uppá dagin 29. apríl, okkurt árið eina viku seinni, men ongantíð so tíðliga, sum í ár. Hondamaskinan er nýggj, startar sum klokkan og koyrir skjótari enn hin gamla, ið ikki orkaði meir. Og so eru stundir til at rinda møðina, festa í eina sigarett og fáa eitt gott prát á trænum. Takk fyri avrikið og angan av nýslignum grasi, Gutti!

Føroyakortið á flaggdegnum

Jógvan Tausen, sonur Magnus, kannar farleiðina til Viðareiðis, nú páskirnar stunda til, og tey fara norðureftir (Foto: Magnus Tausen) Flaggdagin 25. apríl verður nýggja føroyakortið sett til sølu í Gamla Bókahandili á Vaglinum í Havn og øðrum bókahandlum úti um landið. Føroyakortið er plastað, so tað tolur nógv slit, bæði í skúla og barnagørðum. Kortið kann brúkast sum dúkur og undirlag, og skrivast kann á tað við tusji, sum kann vaskast av aftur. Tað er fyrstu ferð at eitt føroyakort til skúlabrúks er teknað í hesi stødd. Føroya Dátusavn hevur saman við Námi ment kortið, sum mátar 80 x 120 cm og hevur fleiri enn 1700 nøvn. Øll nøvnini kunnu leitast fram á nýstovnaðu GIS-heimasíðuni . Tá fyrra atlasið kom út í 1993 teknaði Ingi Joensen yvirlitskort og bygdi modell av havbotninum kring Føroyar. „Nú kann skúlaverkið brúka nýggja føroyakortið, sum við altjóða litum er bygt upp í 63 løgum og hevur eina rúgvu av upplýsingum,“ sigur Klæmint Weihe, stjóri í Føroya Dátusavni.

Western frá Northern

Danski dogmaleikstjórin, Kristian Levring (f.1957), fer at sýna kovboyfilmin The Salvation í Cannes í næsta mánað. Filmurin er ikki sloppin í nakra kapping, men er sloppin á høvuðsplakatina. The Salvation er ein klassiskur western, sum er heimsins størsta og drúgvasta filmsjangra. Tó so, leikstjórin, sum við The King is Alive (2000) hevði Shakespeare við í einum strandaðum bussi í Namibia, hevur í hesum nýggja kovboyfilmi leitað eftir norrønum sagnum og søgubrotum. The Salvation  verður lýstur sum ein episk søga um brostnar dreymar, ólukkulgan kærleika og um grima hevnd. Westernsøgan í danska filminum fer fram í 1870’unum millum útilagin niðursetufólk í USA, har danski John bíðar eftir konu og soni úr gamla heimlandinum. Tá tey umsíðir koma, gongst ikki eftir ætlan. Gripið verður til vápn og ein ræðulig uppgerð fer fram í Black Creek. Hóvligi John úr fjara friðarelskandi landinum, Danmark, má taka annað skinn um bak at bjarga býnum, rætt sum í einum klassiskum uppgerðswest

Ja, vi elsker í Cannes

Norski stuttfilmurin hjá Hallvar Witzø (f.1984)  Ja, vi elsker , sum varir 15 minuttir, er við í almennu kappingarskránni The 2014 Short Films Competition, sum júst er kunngjørd. Í ár komu 3.450 stuttfilmar úr 128 londum inn til kappingina, har níggju filmar sluppu við í endaumfarið, har ein vinnur Stuttfilmspálmirnar , Short Film Palme d’or. Umframt norska filmin er fyri fyrstu ferð ein filmur úr Georgia og ein filmur úr Aserbadjan sloppin við. Formaður í stuttfilmsnevndini í Cannes er Abbas Kiarostami, sum fer at kunngerða vinnaran 24. mai. Í 2012 var stuttsøgufilmurin Tuba Atlantic (Hallvar Witzø, Noreg 2010, 25 min) við í Oscarkappingini um heimsins besta stuttfilm.

Skírhósdagur [skʊirɪs-]

Í dag er skírhósdagur, framborið [skʊirɪs-]. Hvørt ár verður kjakast á Facebook og aðrastaðni, um tað eitir skírisdagur, skírishósdagur, skertisdagur, sjertisdagur, ella skertórsdagur. Eisini verður kjakast um, nær tað er rætt at ynskja øðrum góðar ella gleðiligar páskir. Ikki tí, øll hesi boð um skírisdag og heilsanir, eru til skjals í gomlum bókum og skjølum kring landið. Men í nýggjastu kristnibókini, Kristni 5 , sum Nám hevur givið út, verður bygt á orðabókina hjá Orðabókagrunninum. Í hesi almennu orðabókini, sum allir skúlar brúka umvegis Sprotan, er einasta heiti fyri dagin í dag skírhósdagur við stutta framburðinum [skʊirɪs-] : Av somu orsøk hava høvundur, ritstjórar og rættlesarar í nýggju kristnibókunum hildið seg til hetta eina langa skrivaða heitið  skírhósdagur  við stutta framburinum [skʊirɪs-]. Í kapitlinum Páskavikan verður greitt frá um allar dagar í dymbildagavikuni, pálmasunnudag, skírhósdag, langa fríggjadag og um grøv og uppreisn. Ingi Sørensen, kavari og k

Heimildarfilmur: The Unbelievers

Í kvøld kl 20:00 sýnir DR2 amerikanska heimildarfilmin The Unbelievers (USA 2013). Leikstjóri er Gus Holwerda (f.1975), sum er føddur í Florida, har hann umframt at gera film, eisini hevur eitt rockorkestur saman við beiggjanum. The Unbelievers er skipaður sum ein roadmovie har vit fylgja Richard Dawkins (f.1941), sum er bretskur lívfrøðingur, og Lawrence Krauss (f.1954), sum er amerikanskur alisfrøðingur. Sum poppstjørnur halda teir fyrilestrar og show fyri fullsettum hølum um vísundi og tað skilvísa í dagsins samfelag. Gjøgnum filmin møta teir fjepparum og mótstøðufólki. Í filminum verða samrøður við stjørnur og kendar persónar sum Stephen Hawking, Ayaan Hirsi Ali, Sam Harris, Cameron Diaz, Woody Allen, Penn Jillette, Ian McEwan og David Silverman. Eg eri spentur at eygleiða, hvussu amerikanski suðurstatsleikstjórin Holwerda fer at lýsa hesar kendu granskarar í einum nútímans heimildarfilmi. Verður tað eitt freak show? Verður tað eitt vitinskapligt ekkó av óforsónligum dóma

Sjónvarpið sparkar reyv

Langa fríggjadag klokkan tíggju (hálvgum tólv, red.) og tveir og ein hálvan tíma fram fer Sjónvarpið at sparka reyv, fyri at verða í einum ungdommiligum orðalagi. Tá vísir almannamiðilin Seinasta freisting Krists (Martin Scorsese 1988). Í Kringvarpsskránni verður filmurin lýstur soleiðis: Amerikanskt drama frá 1988. Jesus, timburmaðurin úr Nasaret, er plágaður av skuldarkenslu, samkenslu við menniskjum og Guds ákallan, og hann roynir at fáa greiðu á, hvat Gud í grundini ætlar við honum. Tá hann er um at verða liðugur við at greiða sína uppgávu, upplivir hann eina seinastu freisting: longsul eftir púra vanligum familjulívi við konu og børnum. Jesus er Willem Dafoe, Judas er Harvey Keitel, Jomfrú Maria er Verna Bloom og Maria Magdalena er Barbara Hershey. Leikstjórn: Martin Scorsese. Í mínum ungu døgum var eg formaður í Filmsfelagnum. Ein dagin í 1989 ringir okkara góði stuðul, Pauli Olsen, sáli, úr Leikhús Bio. "Her stendur ein filmur, sum Filmseftirlitið hevur bannað. Hav

Norðurlendskur bókmentafestivalur í Keypmannahavn

TEXTVILLE  er ein nýggjur festivalur fyri norðurlendskar bókmentir, sum sær dagsins ljós á fyrsta sinni, hósdagin 24. apríl og heldur áfram til 26. apríl. Festivalurin, sum er á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn, er sprottin úr ynskinum um at styrkja samstarv og samrøðu tvørtur um norðurlendsku landamørkini, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi í dag. - Skráin savnar seg um nýggjastu rákini í norðurlendsku bókmentunum, og bjóðar til felags samrøðu um hesar, siga fyriskipararnir. Við eini røð av workshoppum, pallborðsfundum og upplestrum er møguleiki fyri at fáa eitt gott innlit í, hvat fer fram í teimum ymisku norðurlendsku londunum – og sjálv at taka lut í kjakinum, sigur Sissal Kampmann, ið er ein av fyrireikarunum. - TEXTVILLE hevur lagt serligan dent á tey nógvu smáu forløgini og tíðarritini, sum seinastu árini eru sprottin í teim norðurlendsku londunum, sigur Sissal. Fyrireikararnir meta, at tað er serliga her, at mann finnur sterkastu leiðbeiningarnar tvørtur um norðanlond

Kringvarpið tosar við seg sjálvt og livir hinumegin Ringvegin

Í hesum døgum fyllir ein partur av Kringvarpinum runt og vit hoyra upp í saman, at Kringvarpsfólk tosa við Kringvarpsfólk - um Kringvarpið. Tann samrøðan kemur líka sum ikki út um pallin og senukantin. Samrøðan verður innanhýsis, meðan mikrofonin av óvart er frá, onkuntíð kamera eisini, og eg, sum rindi gjaldið, kenni meg sum køstaflugan á vegginum, óynskt. Kringvarpið er blivið óunnuliga fátæksligt og tað er ikki gott. Eitt kvøldið var Bergljót úrvaldur gestur, í morgun var Armgarð gestur hjá henni, og nú var Gunnar gestur hjá Onnu. Ikki eitt ilt orð um persónarnar, ið eg meti høgt, men hesin sníkjandi varhugi, sum hevur verið støðugt tiltakandi seinastu árini, kom aftur á meg í dag, tá eg lurtaði eftir Pressutáttinum . Hóast Kinna umboðaði kritiska lurtaran, so kemst ikki uttan um, at Kringvarpið tosar við seg sjálvt, meðan vit skammfuktaði sleppa at lurta. At mentan ikki verur nóg væl dekkað í øðrum av landsins fremstu mentanarastovnum, hin er hinumegin túnið, er ein fyrisi

Rós til Róa

Rói Højgaard hevur teknað nýggja Føroyakortið, sum verður sett til sølu flaggdagin 25. apríl. Omanfyri sæst hann við Tinganesi í baksýni og niðanfyri sæst hann rulla verkið, fyrsta Føroyakortið, sum er teknað her í landinum, út á skrivstovuni í Føroya Dátusavni, har hann er forritari. Føroyakortið er í stødd 1:100 000, tað vil siga at ein sentimetur á kortinum er ein kilometur á landi ella havi. Kortið er prentað og plastað hjá Harper Collins, sum er heimsins elsta kortaforlag. Veggjamátið er 80 x 120 cm. Rói, Føroya Dátusavn og Staðarnavnevndin skulu hava mikið rós fyri gott avrik.

Tenn, testamenti og perlur frá Ziehe

Lukkutíð er gerandisdagurin ikki tað bera stress og óloysiligar arbeiðsuppgávur, men eisini lívgandi upplivingar í fríløtum. Í døgurðatímanum sat eg í tannlæknastólinum hjá Eyvør Patursson á Berjabrekku, sum í hesum døgum er ein tiltakandi grønur lummi mitt í Havn. Tannmyndin há Joan omanfyri er eftir at eg reisti meg. Nú er bara kinntonnin í yvirmunninum til vinstru eftir. Selfie-tannmyndin niðanfyri er ein aðrenn mynd. Fyrstu ferð eg sat í tannlæknastólinum hjá Eyvør var í oktober 2009. Eftir ein túr í Reykjavík hevði eg brotið mær ein jaksil, tá eg dyppaði fransbreyð í fiskasúpan á Dillon Bar á Laugavegnum. Troyttur og broyskin var tími hans komin, jaksilsins tími. Eins og vinmaðurin, ein svorin sosialdemokratur úr Havn, sum beit í eina kókaða pylsu á Sergelgatan í Stockholm og misti framtonnina. Tími hans var komin. Meðan tíðarinnar tonn soleiðis talar sítt egna tannamál, avmyndi eg tær tríggjar fryntligu dámurnar, Anna, Joan og Eyvør, sum manna, ella rættari kvinna ,

Søgulig last

Soleiðis kunnu einar samrullaðar Føroyar síggjast í linsuni hjá Ole Wich. Hann tók myndina í túninum á Bókamiðsøluni á Sandvíkarhjalla, har Føroyakortið, sum Rói Højgaard hevur teknað, nú er á goymslu. "Hetta er ein søgulig last", sigur fotografurin, ið er Ole Wich, tá fraktmaðurin kemur inn í Nám við einum platti av Føroyakortum, sum viga 407 kilo. Vendingin "søgulig last" kann annan vegin fatast ítøkiliga við tað, at hetta er fyrsta Føroyakort, sum er teknað til skúlabrúks í Føroyum, og hinvegin tí at kortekning í sjálvum sær er ikki yvirtikið mál. Tekning av Føroya landi til skúlabrúks í Føroya skúla, er ein "last" í politisku skipanini, sum hin hittinorðaði Ole av røttum sigur. "Og hvat gera vit við so tunga last?" tykjast teir allir spyrja við lastbilin, fraktmaðurin, ritstjórin og stjórin. Jú, vit koyra tunga plattin við søguligu lastini niðan á Sandvíkarhjalla, ikki í kommunalu Brennistøðina, men á felags føroysku bókagoyms

Til lukku við Nóa, øll í Íslandi!

Í kvøld varð filmurin um Nóa frumsýndur í Havnar Bio við Russel Crowe í høvuðsleiklutinum sum gudsmaðurin, ið fær til uppgávu at sleppa sær í ørkina, tí nú kemur flóðin mikla, ið oyðir alt lív á jørðini. Jennifer Connelly er kona Nóa og Emma Watson er fosturdótturin, Ila, og Anthony Hopkins er Metusalem. Leikstjóri er amerikanski Darren Aronofsky (f.1969), ið eg higartil kenni sum ein eksperimenterandi listamann við ovurhonds áhuga fyri bíbilskum science-fiction søgum um deyðan í The Fountain (2006), men eisini meistarligari persónsinstruktión í kjøtiliga filminum The Wrestler (2008) við falna einglinum Mickey Rourke og ikki minst pínufullu nøtrisøguni í balettfilminum The Black Swan (2010). Nú er hesin spennandi filmsleikstjóri kastaður fyri leyvurnar at gera film úr Bíbliuni fyri 700 mió krónur, ella tað sama sum tveir flogvallir høvdu kostað. Og í Hollywood er ein syndarlig flóð av Bíbilsøgufilmum í ár: Son of God um Jesu lív, Exodus: Gods and Kings , sum er um Josv