Kinna Poulsen skrivar í sambandi við at Hanni Bjartalíð letur upp framsýning í Steinprenti flaggdagin, 25 apríl kl 16:00:
Nú sprettur á fold og spírar og alla staðni spríkir og tysjar gróðurin fram - sóljur opinbera seg gular á grønum og alla staðni har tú hyggur, smoyggja blómur og bløð seg úr greinum á vetrarnaknu trøunum. Eisini í Steinprenti spíra bæði blómur og trø í smáum træobjektum, sum nágreiniliga - at kalla eymliga eru sett saman burtur úr smáum træsprekum. Tað er listamaðurin, Hanni Bjartalíð, sum letur upp framsýning í Steinprenti flaggdagin, 25. apríl klokkan 16. Eg skrivaði einaferð um Hanna Bjartalíð, at tað ikki er lætt at yvirskoða eitt so villvaksandi verk sum hansara, tí tað hendir so nógv í tí og tað fevnir so víða um tekning, málarí, kollasju, steinprent og træskulptur. Men tá eg nú síggi tey nýggjastu verkini hjá honum, havi eg hug at rætta meg sjálva, tí sjálvt um talan er um eina velduga og støðuga menning, so er ein heilt greiður samanhangur í øllum hansara verki. Áskoðarin kennist aftur við myndaliðirnar í samansetingunum av málaðum og ómálaðum træpettum, her eru grínandi skøltar, nakin trø, spírandi blómubløð og stuttligar tulipanir við spískum bløðum, sum stunda móti himni. Tær vóru einaferð at síggja í negativum skapi í einari kollasju, men bretta sær nú á í trídimensjonalum skapi í Steinprenti.
Framferðarhátturin hjá listamanninum er spælandi og sansaligur, men eingin ivi er um, at talan er um ein royndan listamann, sum veit hvat hann vil og sum eisini handverkliga dugir at fáa tað fram, sum hann ynskir. Sum ein maniskur óruslusavnari setur hann saman træsprek til banalar lutir úr gerandisdegnum ella dreymakendar manifestatiónir av onkrum, sum til tíðir bara granskar form og skap og sum aðrar tíðir tykist tulka tilverunnar grundleggjandi treytir – tó, tað er ikki vist, kanska er tað bara spæl.
Listasavn Føroya og Birmingham Museum and Art Gallery eiga verk hjá Hanna Bjartalíð. Framsýningin varir inntil 31. mai. Øll eru vælkomin, sigur Steinprent í tíðindskrivi í dag.