Her sæst Carl Jóhan Jensen á bókamessu í Frankfurt, har ein ávegis ensk týðing, Tales of Devilry, varð løgd fram á føroyska bókabásinum.
Nú hevur íslendska Ingunn Ásdísardóttir fingið týðaravirðislønina fyri íslendsku útgávuna, Ó - Sögur um djöfulskap (Uppheimar 2013).
Høgni Djurhuus skrivar á heimasíðuni hjá Kringvarpinum, at í grundgevingini fyri at lata virðislønina verður sagt, at í skaldsøgu sínari sigur Carl Jóhan Jensen søgu Føroya á óvanligan hátt. Málið í søguni hevur verið ein stór avbjóðing hjá týðaranum, men týðarin hevur greitt avbjóðingina á frálíkan hátt. Fýra aðrar týðingar vóru innstillaðar í ár. Hetta er tíggjunda árið, at felagið hjá íslendskum týðarum og tulkum letur virðisløn fyri bestu týðingina.
Her sæst íslendski týðarin, Ingunn Ásdísardóttir, saman við Illuga Gunnarssyni, mentamálaráðharra.