Skip to main content

Rós til Róa

Rói Højgaard hevur teknað nýggja Føroyakortið, sum verður sett til sølu flaggdagin 25. apríl. Omanfyri sæst hann við Tinganesi í baksýni og niðanfyri sæst hann rulla verkið, fyrsta Føroyakortið, sum er teknað her í landinum, út á skrivstovuni í Føroya Dátusavni, har hann er forritari.


Føroyakortið er í stødd 1:100 000, tað vil siga at ein sentimetur á kortinum er ein kilometur á landi ella havi. Kortið er prentað og plastað hjá Harper Collins, sum er heimsins elsta kortaforlag. Veggjamátið er 80 x 120 cm. Rói, Føroya Dátusavn og Staðarnavnevndin skulu hava mikið rós fyri gott avrik.