Í dag hevur pollamjørkin lagt seg yvir Havnina. Tað er sum í San Franciscovíkini, har land møtir sjógvi og akkurát sami mjørki rullar inn av sjónum og einki kann verða so kalt sum ein summarnátt í San Francisco. Tað sigur Jennifer Henke, sum er hagani, men nú vitjar í Fuglafirði. Pollamjørki. Hon skrivaði í 2008 søguna um pápan, Hans Jacobsen, úr Fuglafirði, Saknaði sonurin , sum føroyska familian misti sambandi við í 1920'unum. Í 1997 var hon fyrstu ferð í Føroyum, fór at skriva søguna um pápan og skrivar javnan á egnu heimasíðuna . Eg skal møta Jennifer, sum er við í ferðaliðnum hjá Matthew Workman úr Oregon, ið rekur the Faroe Island Podcast , har hann hevur gjørt fleiri enn 200 sendingar um Føroyar. Her er Matthew avmyndaður í dag ytst á Tinganesi framman fyri fyrsta ferðabólkinum í The Nordic Obsession Tours . Men innan eg komi so langt skal eg ganga heimanífrá, har veðrarnir slota í mjørkanum og býarungdómar, sum kommunan hevur sett i summararbeiði, mála okkum g