Skip to main content

Hondskrift á plátu


'Mítt navn við Hondskrift' er ein verkætlan, sum fevnir um upplestur, tónleik og myndlist, ið nema við londini Føroyar, Danmark og Finnland. Í tíðindaskrivi frá Steinprenti verður greitt frá um plátuframløguna, sum verður fríggjakvøldið klokkan átta:

Í samstarvi við grafiska verkstaðin Steinprent kemur út eitt avmarkað upplag, 80 eintøk, av LP-plátuni Mítt navn er Hondskrift á 180 grams vinyl, við upprunagrafiskum húsa, nýkomponeraðum elektroakustiskum tónleiki, og 10 nýskrivaðum stutt-prosatekstum. Tónleikurin er upptøkur av rødd, realljóðum og gittarmodulerað og útsett í ljóðredigeringsforriti. Ráupptøkurnar eru gjørdar í einari íbúð á 5. hædd á Vesterbro í Keypmannahavn og í einum strátaktum húsum á Fanø. Lasse Thorning Jæger, sum hevur gjørt tónleikin, lesur elektroniskan tónleik og ljóðlist á Syddansk Musikkonservatorium, og er búsitandi á Fanø. Tekstirnir hjá Lív Mariu Róadóttir eru 10 stuttprosatekstir á føroyskum, sum hava staðið í Vencil. Lív er mag. art. filosofi og býr á Fanø. Húsan hevur Hanni Bjartalíð gjørt við íblástri frá tónleikinum og tekstunum. Hanni býr í Finnlandi, men flaggdagin eydnaðist mær at avmynda hann frammfyri Steinprenti á Skálatrøð, har nýggja LP-plátan verður at fáa til keyps. Mentanargrunnur Landsins og Norðurlandahúsið hava stuðla útgávuni.