Hóast grátt og samandrigið í Múlavík á Eiði, var tað sum gula sóljuljósið breyt sær slóð upp úr undirjørðisku flágunum, tá hugt varð yvir í Gjógv. Og í Múlavík sóust fremmandir hvítir hálsar í brekkuni.
Fyrr varð sagt, at svanir bara sóust um várið og heystið. Men seinastu árini hava svanapør fingið ungar niðri á Vatni á Eiði. Í 2008 sóust tveir ungar, árið eftir sjey og í sunnudagin taldi eg fimm ungar í Múlavík, meðan ein maðkapirra kastaði seg á vatninum. Eitt annað par hevur fingið tveir ungar og onkur vil vera við, at ungarnir hava verið enn fleiri enn teir, ið síggjast fram við Vatninum í dag. So her grør um gangandi fót í síða grasinum.
Svanurin er størsti fuglur, ið verpur í Føroyum. Á undirvísingarportalinum hjá Námi, Snar, stendur at lesa á Fuglavevinum, at svanurin toyggir hálsin fram úr sær, tá ið hann flýgur, og flýgur við sterkum og seigligum flogi. Tá ið hann svimur, hevur hann hálsin beint upp og niður, og tá ið hann fer á flog, fer hann stórleypandi eftir vatninum. Svanurin leitar eftir æti bæði uppi á bakkanum og hálvkavandi í vatninum við afturpartinum upp í loft.
Víðari stendur at lesa, at svanaparið verjir einsamalt borg í verpingartíðini, men annars eru teir vanliga fleiri saman. Seint á sumrinum missir svanurin flogfjaðrarnar, er fjaðursárur, og fær ikki flogið eina tíð. Føði: vatnurtir og gras. Um summarið heldur svanurin til á vøtnum ella í vátlendi og verpur á bakkanum, í einum hólma ella í eini mýri. Í Føroyum síggjast svanir alt árið, tó mest um várið og heystið, tá teir íslendsku svanirnir koma henda vegin. Tvey pør eiga í Føroyum. Annað í Havn og annað á Eiði. Annað parið er beinskert, og fær tískil ikki flogið. Svanurin ger sær reiður av gróðri, sum hann skræðir leysan, ber hann í stóran dunga og klæðir hann við dúni. Hann nýtir mangan sama reiðrið ár um ár. Geldfuglurin, fellifuglurin og farfuglurin halda til har nógv æti er í vøtnum, áum og á deyðavatni, t.d. inni á vágum ella hyljum.