Teldutala Í føroysku miðlunum eru vit hvønn dag vælsignað við donskum politiskum frásøgnum. Ein starvsfelagi plagar hvønn morgun at spyrja: "Hoyrdi tú dagsins danskara í Útvarpinum?" Ikki kann eg siga annað, enn at nakað er um tað. Føroyar eru á øllum økjum, frá morgni til myrkurs, frá føðing til deyða, bundnar at Danmark, sum er hundrað ferðir størri og tí, halda summi, nógv meira vitborin enn vit. Eisini við krígsførslu í londum, sum infisera okkara miðlar og nú eisini mentapallar. Uttan filtur, sum vóru vit har. Fyrst var tað Trap Danmark , har vit blivu eitt flott eykabind, so kom Readers Digest til okkara sum Det Bedste , og so bókaklubbarnir , ið lótu upp heimin og góvu okkum heimsins bókmentir og Lademans Leksikon . So kom danska mannfólkablaðið Rapport , ið traðkaði onkran yvir tærnar, so tað bleiv bannað at selja í Føroyum. Avloysarin bleiv En Skør Skør Verden , sum var lógligt at selja, til tað hvarv eins og smáhandlarnir kring landið. Sum sæst á myndini om