Skip to main content

Umberto Eco














Í 1984 varð Filmsfelagið endurstovnað og fór at vísa film í Sjónleikarhúsinum í Havn. Nevndin legði eina skrá, har serliga læraraskúlalærarin Michael Rasmussen hevði góð útlendsk sambond, so vit kundu síggja eitt breitt úrval av nýggjum og gomlum filmum, ið nøktaðu vetrartørvin hjá lokalum cineastum. Ole Wich og Ole Jensen, sum høvdu Kubus teknistovuna í Dr. Jakobsens gøtu, gjørdu eina prentaða skrá, sum eisini varð plakat, ið varð løgd saman og send limunum í brævi við nýteknaðum frímerki. Í 1989, tá norðurlendsk filmstevna var í øllum býnum og fyrsti føroyski biograffilmur, Atlantic Rhapsody, varð vístur í Norðurlandahúsinum, vóru 1200 limir í felagnum, sum helst er tað mesta uttanfyri ítróttaverðina. Minnist at eina av ídnastu biografgangarunum, serliga til italskan film, var Janus Kamban.

Ein av mest spektakuleru filmunum frá hesi tíðini var Rósunnar navn (1986), ið bygdi á kryptisku søguna hjá italska Umberto Eco, sum doyði í gjár, 84 ára gamal. Tí hesi orð. Árni Dahl siteraði tá úr stuttsøguni hjá Arnbirni Danielsen um ein filmklubba úti á Reyni, og á trappuni í Sjónleikarhúsinum lendu vit á sannkenningini um týdningin, sum lá í at fólkið fær lykilin til fílabeinstornið hjá teim skriftlærdu. Tað var kjarnin í Rósunnar navni, sannførdu vit hvør annan í.

Hetta sama ár, í 1986, vístu vit eisini Ofrið, sum russiski Tarkovskij gjørdi í útlegd, og bleiv klárur at vísa í svenskum biografum eftir eina Girokortinnsavning. Innan árið varð úti, fór Tarkovskij úr tíðini, sum sviar siga. Tá hevði fólkið ein fingur við í spælinum at umsita mentanarfyribrigdi av alla handa slag, so úrslitið kom har, tað hoyrdi til - til fólkið.

Hetta var innan orðið verkætlan varð uppfunnið, og fólksligi mentanararbeiðarin var fluttur inn á skrivstovu, langt frá fólkinum. Men á heysti í 2011 gekk eg mær beint inn í fílabeistornið á heimsins størstu bókamessu í Frankfurt, og møtti meistaranum sjálvum - Umberto Eco. Avmyndaði hann og skrivaði soleiðis á bloggin:

"Á bókamessu í Frankfurt er eitt frálík tiltak, sum eitir Das Blaue Sofa, bláa sofan. Her verða aktuellir rithøvundar lýstir í livandi og vitugum samrøðum, sum verða vístar á stórum skýggjum framman fyri áskoðarum og áhoyrarum í ein hálvan tíma, sharp. Dagsins høvundar vóru millum teir mest áhugaverdu, íslendski Arnaldur Indriðason (f.1961) og italski Umberto Eco (f.1932). Mín dreymur er at onkur í Havn fer at finna uppá ein tílíkan máta at gera vart við nýtt tilfar, tað verið seg bøkur, fløgur ella málningaframsýningar. Tað er mest sum deytt, tá tílíkar framløgur eru."

Síðan eg skrivaði hetta í 2011, hevur forlagið Sprotin skipað fyri góðum og útvendum bókakvøldum í Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn. Dugi ikki at koma í tankar um onnur tiltøk, ið liva upp til henda tanka um at binda saman mentan, list og fólkið, sum var lærdómurin frá Eco í 80'unum, sum nú er farin úr tíðini.

Ecce Eco.