Teldutala
Einki er sum at síggja eina statsradiofoni og alment fíggjaða public service kanal sum DR krossfesta ein lesbiskan lystlygnara mitt í jútska bíbliubeltinum í bestu senditíð. Tað kitlar okkara innara svínhund. Tað hendi í kvøld eftir Dag og Uge, tað er danska TV-avísin, sum vit øll leppa í okkum. Søgan er um eini donsk hjún, ella kanska bara mannin, ella ein annan mann, á einum hvítusunnuskúla við Mariagerfjørðin, har nógvir føroyingar plagdu at koma. Tey eru ákærd fyri at hava kastað hundalort inn í garðin hjá grannanum, klistrað deyðskrossar á postkassan og nevað í náttarmyrkrinum og ynskt tey at brenna í Helviti. Tað hevur grannin fortalt løgregluni. Og grannin er hin lesbiski, hon sum fyrst hevur fingið øll at ganga friðargognu við kyndlum í grannalagnum, tí hon er forfylgd av pinsum. Men nú hevur DR-journalisturin funnið útav, at hon er ein lygnari. Tað siga tvær konur, sum lesbiski høvuðspersónurin fyrr hevur svikið. So vita vit tað. Løggan sleppir sakini, tekur hana uppaftur, sleppur aftur, og so er aftur eitt mál, sum ikki kann sleppast. Hetta er ikki optræning af bækkenbunden hjá Godtved, men eitt løgreglumál á bygd í Jútlandi. Tá sendingin er liðug, eri eg undirhildin í hægsta potensi, men býttari enn áðrenn. Hvat var hetta fyri nakað? Rættarmálið er ikki komið á mál og einki er avgjørt. Allíkavæl brúkar ein statsradiofoni damp og orku uppá eitt óloyst mál um grannaklandur, sum eftir prinsippinum um óhemmað dýnulyftarí koyrir uppá allar hugsandi fordómar og gitingar. Ein søga, sum ikki eingang hevði sloppið við í savnið hjá Bukowski Erections, Ejaculations, Exhibitions, and Other Tales of Ordinary Madness, men saktans slapp við í DR í kvøld undir heitinum Løgn eller chikane i Mariager, uttan at hava funnið eina loysn. Tað er sum í filminum hjá Ferðslutrygd: Summir menn koma ov tíðliga...aðrir koma ikki ordiliga. Tað gjørdi henda søgan ikki eingang. Hon kom slett ikki. Hon hekk føst í sosialu miðlunum, sum úr djúpasta einsemi lata okkum dyrka innara svínhundin í teirri trúgv, at vit hava allan heimin fyri okkum. Bara fyri at gera okkum interessant. Hon er einsamøll og bangin fyri at møta grannanum, fyri ikki um at tala sálarfrøðinginum. Hvussu eg so velji at venda og snara hesi sensatiónssøgu hjá DR, so haldi eg at miðilin livdi ikki upp til onnur krøv enn svínagtiga bíligt undirhald. Rættast var at fáa mytomanisku kvinnuna við í DR-bilin og koyra ein tíma suðureftir og steðga við psykiatrisku skaðastovuna í Risskov. Nú veit øll tjóðin, at hon hevur brúk fyri hjálp. Og tað er pínligari enn eg brýggi meg um, eftir at hava sæð eina upplýsandi reportasju í almennum sjónvarpi.