Teldutala
Nei, hetta er ikki fremsta tíðindakriteriið í Sortudíki. Nei, hetta er eitt polerað rør at koyra sigarina í.
Fyri hin ferðandi ein ósexut ímynd av at sita upp og niður í einum konteynara, sum indianarar kalla jarnfugl.
Bestu minni hjá flestu ferðandi føroyingum er at koma heim. Ikki bara at hoyra fjálgu røddina ”Vælkomin heim”, men at seta seg í flogfar nummar fimm og møta føroysku flogternunum, sum siga hvussu veðrið er, hvønn vegin hann helst fer at lenda, hvat bløðini siga og skeinkja mær ein rusty nail til kaffið. Sådan. Vælkomin heim.
Í dag fekk gamla globetrottaraímyndin um sigarkonteynaran nýtt lív, tá AA kunngjørdi, at nú skal heimsins stuttligasta flogfelag blíva eins keðiligt og allir hinir poleraðu konteynararnir. Teir, ið flyta heimleysar álmussukroppar vøll av vølli fyri nógvar pengar.
Men kanska er tað eitt beinleiðis uppskot til mín um, at næstu ferð eg komi umborð, so skal eg bara hava turra grind, turran fisk og spik við. Kókað epli eisini. Men so er spurningurin, um eg sleppi at hava lummaknívin við í flogfarið at flísa eplið og skera spikið og grindina niður á borðið frammanfyri. Ikki ti, plastknívur kann eisini brúkast, hann svansara bara meir. Og so er tað tað, um eg sleppi at opna sjampusfløskuna í luftini, hana, sum eg keypti tollfría á vøllinum í áðni.
Hvør triðja álmussan skal verða, veit eg ikki. Lesa bløðini? Sleppa á vesið? Fara úr skógnum? Leggja viðføri í skápið? Sleppa at gista, tá ikki er lendandi?
Vit flúgva inn í ein álmussuhimmal, har einasta føroyska loftportur ikki er vorðið víðari. Tað er blivið trengri og keðiligari við niðurbundnum óskemti á heimsins mest rullandi rutu, sum hjá allarflestu ferðandi er ræðandi dýr.
Hví gongur alt afturá?