Teldutala Seyðurin í grannalagnum hevur ongar trupulleikar at ganga í lendinum, hvussu bratt og illgongt tað er, her á lítla økinum niðanfyri Tórgarðstrøð, omanfyri vegin yviri við Strond. Eitt hanagleiv longur heimi, har sum Hamarsgøta tekur seg niðan í brekkuna, er verri hjá humanu ættini at laga seg til lendið og tað á javngóðan hátt. Snøggu húsini til høgru standa sjáldsama væl, men mitt í brekkuni hinumegin vegin, hevur onkur bygt eini hús í einari hædd, sum ikki síggjast longur, og ivaleyst hava mist alt útsýnið yvir dýrdarfjørðin. Nú eru tey innibyrgd av tveimum kassum. Og hvør veit, um ikki tey grundstykki, sum enn eru eftir í brekkuni, eisini verða kassar, sum tá fara at taka sýnið frá teim húsum, vit nú síggja. Livst, so sæst. Longur úti við Strond tykist vera bygt eftir lendinum, bæði høgt og lágt. Eingin tekur sýnið frá øðrum. Men hyggja vit hinvegin, so síggja vit fyrst ultimativa vakurleikan, svartur við flagtekju og sprossavindeygum fremst fyri, og so