Teldutala
Apríl er hálvur, og í gjár boðaði álmanakkin frá summarmála, men í dag er kavi í túninum. Grafiski strangleikin er so harður, at eina løtu strikaði hann alla Nólsoynna og skipini, sum eru á fjørðinum. Sjálvt akkerið, sum er fremst fyri á morgunmyndini, megnar ikki at draga sólina úr sortanum. Og tað varð verri út á fyrrapartin, tá hann dró svart í erva. Men so syngur ein láglig strála seg inn í túnið, har fyrstu hjólspor síggjast í kavanum. Runnarnir, sum spretta, kenna seg tíðarvilstar í ársins fyrstu summarviku, nú hann prílar.
Eitt er grafiska spælið úti, men innandura er tað ein avbjóðing av teim sjáldsama stóru, at bjóða til fernisering í Listaskálanum, har Várframsýningin letur upp klokkan fýra. Í listatúninum síggjast brandgulu berberisberini frammanfyri Bládýpinum. Tað er sum Amariel er í køldu várluftini.
Listafólkini, ið eru við á rúmligu og ikki petti kroystu Várframsýningini, eru átjan í tali. Ímyndin av einfaldu rúmligheitini er myndin hjá Birgit Kirke, Fráferð. Næstan eitt packshot, sum var eitt orð, ið eg lærdi í vikuni. Kuffert á gólvinum og frakki á vegginum. Ferditt. Listaverkið, sum er úr hegni og jarni, er til høgru. Vinstrumegin eru Sunneva Háberg Eysturstein og Eiler Fagraklett, sum hevur innkeypslistan í hondini.
Fyri teim mongu møttu í Listaskálanum henda hvast pressaða grafikkdag, helt listafrøðingurin, Solveig Hanusardóttir Olsen, røðu. Í Varðanum, sum í fyrradagin varð lagdur fram í somu hølum, hevur hon grein um grind í heimligu myndlistini.
- Her er steinprent, foto, vatnlitir, tekningar, collagir, installatiónir, video og góða, gamla olja á lørift, sum kortini her skilur seg frá tí gamla og siðbundna, eins og restin av framsýningini. Listin vitnar um, at nógv ymiskt rørir seg á listaliga pallinum. Bæði í tilfari, miðli og myndevni fer listin í framsýningini útum tað sokallaða siðbundna. Verkini peika fram og vísa nýggjar leiðir, samstundis sum tey vísa okkum nútíð og fortíð. Ein nýggjur leistur er at hóma í hesum verkunum, har samleiki verður nýttur á ein øðrvísi hátt, segði Solveig.
- Listin er farin frá at vera sjónliga afturkennilig list, til at vera nakað meira opið. Tað, ið áður hevur eyðkent framsýningar, ið knýta seg at Føroyum verður sjáldan longur nýtt sum sjálvsagdur sjónligur samleika-merkjari. Listin er frælsari, og roynir seg á jøvnum føti við alla aðra list í heiminum. Hetta er list, ið peikar úteftir, og list, ið torir at seta spurningar við grundleggjandi viðurskifti.
Listin snýr seg um at ávirka fólk og samfelag, men tað snýr seg eisini um at skapa eitt gott verk - tað vil siga eitt estetiskt sigandi verk við einum viðkomandi innihaldi, sum avmyndar sína egnu tíð og støðu. Um verkið endurgevur meining, og bert meiningina, so følnar tað áðrenn tað kemur í samspæl við áskoðararnar.
Vit frøast av at hyggja at verkum. Ikki endiliga tí at tey eru vøkur - um vit vilja hyggja at vakurleika kunnu vit til dømis fara út í náttúruna - men tí at tey geva okkum eina uppliving. Vit frøast um at verða provokeraði og bjóðað av. At villast í listsins villiniborg og sjálvi finna út. Vit frøast um at bjóða viti og skili av - royna seg ímóti væl fyrireikaðum, fyriskipaðum og gjøgnumhugsaðum verkum.
Í listini er megi og møguleiki - hon er mikil, múgvandi og mennandi. Mennandi bæði fyri samfelag og okkum sum einstaklingar. Listin er trýdeild og sett saman av: listafólki, fyriskiparum og áskoðarum. Hetta er ein trífótur, ið krevur allar tríggjar føturnir at standa á. Av hesum trimum ganga listafólkini á odda í einari samfelagsligari menning, og sum samfelag er týdningarmikið, at vit geva teimum tær bestu umstøðurnar, so at tey kunnu halda áfram við at ganga á odda. Hetta er millum annað umstøður at sýna listina fram, sum her í Várframsýningini, segði listafrøðingurin Solveig Hanusardóttir Olsen í setanarrøðuni.
Her er anus mundi, føroyska versjónina av heimsins reyvarholi. Ein heilur veggur, høvuðsveggurin, við tíggju fotomyndum av grótbrotum, sum Rúni Weihe hevur tikið og navngivið 10 brot: Hugkymlað landslag. Fotomyndir ready made til veggin hjá Landsverki fyri 30.000 kr. Fantastiskt at fotomyndir eru við á Várframsýningini og kunnu verða landi, kommunum og entreprenørum til áminnis. Hesi sár verða aldri grødd, hvussu ofta vit syngja Her leikti tær lendi, løg inn í sál. Tjóðarbygging tá hon er ljótast. Annarleiðis støðuvakur er Philippe Carré við seks Havnarmyndum fyri 2.700 kr stykkið.
Jóhan Martin úr úrvalsnevndini sigur mær, at elsti luttakari, Marita Nattestad, hevur málað einastu oljumálningarnar. Teir eru várliga berir, men samstundis villir og dynamiskir, allir um at spretta. Fær meg at hugsa um eina ungdómsframsýning, sum var í Norðurlandahúsinum um aldarskiftið, har hin elsti, Ingálvur, var hin villasti og mest ungdommuligi við líknandi strokum.
Nevndin fyri Várframsýningina í ár eru Randi Samsonsen, Jóhan Martin Christiansen og Jón Sonni Jensen, sum í Grindini í gjárkvøldið greiddu væl frá um innihaldið í framsýningini, og hvussu hon var sett saman, so einstaka verkið fekk luft og rúmd, uttan at dystast við næsta listaverk.
Og so varð okkurt listiligt til fríggjadagsgóman.
Várframsýningin verður at síggja í Listaskálanum til og við sunnudegnum 8. mai. Mánadagar er stongt, annars er opið frá klokkan 13 til 16, eftir 1. mai tó frá klokkan 11 til 17.