Teldutala
Tá eg kom heim í gjár, lá hesin spennandi brævbjálvi í postkassanum. Einki stempul, bara hondskrift, so hann var borin til mín, brævbjálvin.
Klenodia sigur avsendarin, sum er Edvard. Ivist eina løtu, um tað er Edvard Nielsen, men tá eg síggi adressuna, Undir Glaðsheyggi nummar tólv, skilji eg at tað er Edvard Nyholm Debess.
Innihaldið er ein reyð lummaleksikon um film frá 1953. Danska vikublaðið Tempo hevur givið út og hetta er nummar trý.
Undir krígnum og fram gav sama forlag út eina rúgvu av sangheftum í sama formati. Í hesi reyðu lummaleksikon um film fáa dagsins leikarar og stjørnur eina síðu í part. Niðast er adressan, so star strucked lesarin sjálvur kann skriva og fáa ein autograf og kanska nakrar reglur eisini. Tónin í 1953 er inniliga fevnandi, tí á síðu 156 verða sagður sagt um Folke Sundquist, at hann spælir høvuðsleiklutin í okkara skaldsøgu við filmsheitinum For min hede ungdoms skyld.
- Eg veit absolutt onki um bókina, og hvør man hava skrivað í hana, sigur Edvard, sum fann hana á ovastalofti í barndómsheiminum, nú tey ruddaðu út, tí húsini vórðu seld. Eftir bókstavaraðnum er krossað av fyri allar stjørnur, sum byrja við A, B og C og nøkrum fáum afturat.
- Abbi mín, Nyholm Debess, bygdi sær húsini, sum vórðu barndómsheim hjá pápa mínum og hansara tveimum systrum, sigur Edvard um adressuna, har hann fann filmslummabókina, sum er heft við eins reyðum bandi. Takk fyri eitt filmsmíl, nú tað várar!