Skip to main content

Posts

Tá tú ikki býrt á sløttum...

Teldutala Seyðurin í grannalagnum hevur ongar trupulleikar at ganga í lendinum, hvussu bratt og illgongt tað er, her á lítla økinum niðanfyri Tórgarðstrøð, omanfyri vegin yviri við Strond. Eitt hanagleiv longur heimi, har sum Hamarsgøta tekur seg niðan í brekkuna, er verri hjá humanu ættini at laga seg til lendið og tað á javngóðan hátt. Snøggu húsini til høgru standa sjáldsama væl, men mitt í brekkuni hinumegin vegin, hevur onkur bygt eini hús í einari hædd, sum ikki síggjast longur, og ivaleyst hava mist alt útsýnið yvir dýrdarfjørðin. Nú eru tey innibyrgd av tveimum kassum. Og hvør veit, um ikki tey grundstykki, sum enn eru eftir í brekkuni, eisini verða kassar, sum tá fara at taka sýnið frá teim húsum, vit nú síggja. Livst, so sæst. Longur úti við Strond tykist vera bygt eftir lendinum, bæði høgt og lágt. Eingin tekur sýnið frá øðrum. Men hyggja vit hinvegin, so síggja vit fyrst ultimativa vakurleikan, svartur við flagtekju og sprossavindeygum fremst fyri, og so

Sterkir filmar í Filmsfelagnum

Teldutala Várskráin hjá Filmsfelagnum fevnir um sjáldsama sterkar filmar, sum verða sýndir mikudagar í Havnar Bio. Í farnu viku sýndi Filmsfelagið franska filmin Dheepan , sum í vann gull í Cannes í fjør og Hanna Jensen, sum er franskur konsul, innleiddi sýningina við nýggjastu tølum og ætlaninum, tá umræður lógligar og ólógligar tilflytarar í Evropa. Filmurin Dheepan er um eitt kostruerað húskið frá krígsherjaða Sri Lanka, sum roynir at skapa eina nýggja tilveru í modernaða París. Tað gongur ikki væl, tí sosialu karmarnir eru longu skaptir og lagaðir av fronskum brotsmonnum, sum ikki kenna styrkina í einum tamilskum tikara. Meðan sosialu myndugleikarnir blunda, endar tað sum í Taxi Driver. Mikudagin í hesari vikuni sýndi Filmsfelagið aftur ein sterkan film, Der kommer en dag , sum er borin av sosialari indignasjón, sum verður poetisk, og fyrst og fremst lýsir tað at verða móður í einum samfelag, har pápar í besta føri eru fráverandi, í ringasti føri ódjór. Dreymamyndirnar leve

Úr sortanum sprettir várið

Teldutala Apríl er hálvur, og í gjár boðaði álmanakkin frá summarmála, men í dag er kavi í túninum. Grafiski strangleikin er so harður, at eina løtu strikaði hann alla Nólsoynna og skipini, sum eru á fjørðinum. Sjálvt akkerið, sum er fremst fyri á morgunmyndini, megnar ikki at draga sólina úr sortanum. Og tað varð verri út á fyrrapartin, tá hann dró svart í erva. Men so syngur ein láglig strála seg inn í túnið, har fyrstu hjólspor síggjast í kavanum. Runnarnir, sum spretta, kenna seg tíðarvilstar í ársins fyrstu summarviku, nú hann prílar. Eitt er grafiska spælið úti, men innandura er tað ein avbjóðing av teim sjáldsama stóru, at bjóða til fernisering í Listaskálanum, har Várframsýningin letur upp klokkan fýra. Í listatúninum síggjast brandgulu berberisberini frammanfyri Bládýpinum. Tað er sum Amariel er í køldu várluftini. Listafólkini, ið eru við á rúmligu og ikki petti kroystu Várframsýningini, eru átjan í tali. Ímyndin av einfaldu rúmligheitini er myndin hjá Birgit

Toni Larsen í Steinprenti: Orðsins mynd og ljóðsins taktir

Teldutala Framsýningin, sum letur upp í Steinprenti fríggjadagin 15. apríl klokkan 16 er øðrvísi, frísk og egin. Listakvinnan Toni Larsen verður ofta allýst sum málari og grafikari. Hon er eisini keramikari, og óansæð um hon málar, sker í linoleum, teknar á litografiskar steinar, fotograferar, evnar leir ella annað tilfar til standmyndir, er hon helst fyrst og fremst yrkjari - tað er bara tilfarið, sum varierar. Hennara keramisku standmyndir eru organiskar, abstraktar, men  tykjast onkursvegna náttúrutilsipandi og gróðrarmiklar. Listarliga tilgongdin hjá Toni Larsen er poetisk, um somu tíð spontan, skjót, filosofisk og sein við tilvitaðari nýtslu av automatskrift  ella automattekning, har hon roynir at skriva ella tekna uttan at hugsa seg um og í staðin letur kenslurnar ráða so frítt sum til ber í einum fríum tankafloymi. Onkuntíð er úrslitið ein yrkt mynd, aðrar tíðir kemur ein yrkt keramikkstandmynd ella ein yrking burturúr og nú verður høvið at síggja eitt úrval av hennara ve

Rópa minni, pressa meir!

Teldutala Í dag legði nýggi ritstjórin, Dorit Hansen, fram bind nummar 83 av Varðanum . Samstundis fortaldi hon væl uppløgd, at í dag vóru tjúgu ár síðan hon átti elsta sonin, Magni, og hon mintist, at jarðarmóðirin tá segði: "Rópa minni, pressa meir!" Framløgan var í Listasavninum, har Várframsyningin letur upp í ovurmorgin við 18 listafólkum. Í almennu innbjóðingini siga útgevararnir, at Varðin hevur 95 ár á baki, og hevur havt nógvar ritstjórar, sum hvør á sín hátt hava ment ritið. Dorit segði, at eingin lagar Varðan einsamøll og hugleiddi um, hvussu Varðin mundi fara at síggja út í 2022. Í nýggja Varðanum, sum telur 202 blaðsíður, eru stuttsøgur, yrkingar, greinar, ummæli, eitt úrval av list og ein rithøvundasamrøða við Marjuna Syderbø Kjelnæs, ið hevur skrivað nýggja skaldsøgu, sum kemur út í summar. Í samrøðuni, ið tó ikki er um skaldsøguna, sigur Marjun sína hjartans meining um Carli, sum hon á nevndarfundi í Rithøvundafelagnum um aldarskiftið ætlaði at

Eitt filmsmíl, nú tað várar

Teldutala Tá eg kom heim í gjár, lá hesin spennandi brævbjálvi í postkassanum. Einki stempul, bara hondskrift, so hann var borin til mín, brævbjálvin. Klenodia sigur avsendarin, sum er Edvard. Ivist eina løtu, um tað er Edvard Nielsen, men tá eg síggi adressuna, Undir Glaðsheyggi nummar tólv, skilji eg at tað er Edvard Nyholm Debess. Innihaldið er ein reyð lummaleksikon um film frá 1953. Danska vikublaðið Tempo hevur givið út og hetta er nummar trý. Undir krígnum og fram gav sama forlag út eina rúgvu av sangheftum í sama formati. Í hesi reyðu lummaleksikon um film fáa dagsins leikarar og stjørnur eina síðu í part. Niðast er adressan, so star strucked  lesarin sjálvur kann skriva og fáa ein autograf og kanska nakrar reglur eisini. Tónin í 1953 er inniliga fevnandi, tí á síðu 156 verða sagður sagt um Folke Sundquist, at hann spælir høvuðsleiklutin í okkara skaldsøgu við filmsheitinum For min hede ungdoms skyld . - Eg veit absolutt onki um bókina, og hvør man hava skriv

Havnin eitt hummarakvøld

Teldutala Jákup Sumberg, sum er høvuðskokkur í Barbara Fish House, borðreiddi við hummara fríggjakvøldið. Fyrst var grillað jomfrúhummarasalat við sterkum koriandersmakki sett á borðið. Síðan kom høgguslokkur av Føroyabanka, og so høvuðsrætturin við svarthummara úr Kanada í tveimum variantum, fyrst sum rulla við klógv, so við tomat confit, várleyki og hollandaise sharon sós. Dessertin var sponsk og flamberað. Vínskráin var sum altíð vælkomponerað frá tí brúsandi spanska Cava, sum var fyrsta glasið, til søtan týskan Spätlese, ið var seinasta glasið, innan ein skarpan Scapa durawhisky. Matvinnan í miðbýnum í Havn er í fagrasta blóma. Minnist í 1975, tá eg setti bøkur uppá pláss á Býarbóksavninum, at stuttligasta bókin var Bästa vägen till Muckle Flugga: notiser kring en resa till Island, Färöarna, Orkney och Shetland . Har lýsti svenski skemtarin Hans Alfredson, helvtin av Hasse & Tage, matstovuna á Hotel Føroyum á Kongabrúnni. Hóast hann visti at landið var eitt turrlagt l