Skip to main content

Posts

At fylla á Facebook

Nú fyllir ein harri og tó ikki trýss, sum hvönn geograf fær heilt upp í spíss sum Q vil og C, og minst tvey W og Atlazið dansqt og sproqligt betízz. Takk fyri føðingardagsheilsanir øll somul, eingin nevndur eingin gloymdur, men allar heilsanir lisnar, eisini tann, sum er omanfyri.  Stuttligt at fylla á Facebook, eisini í ivaveðri. Tað skal eg ráða øllum til! Her er atlasið aftur avmyndað úr arbeiðsglugganum í dag, tað er so vist og satt. Blátt atlas á gulum bilum og prúðu kúpurnar á Artic Lady, sum fáa nólsoyingar og havnarfólk at síggja reytt, meðan svarta heimalambið undrast yvir tann mikla gróður, sum bráddliga tók við.

Føroyingar kunnu gleða seg til nýggjan grindafilm!

Foto: George Day - Føroyingar kunnu gleða seg til nýggja grindafilmin hjá Mike Day, The Islands and the Whales , sigur Knút Háberg Eysturstein úr Edinburgh í kvøld. Hann er í skotska høvuðsstaðnum saman við leikstjóranum Mike Day, Pál Weihe, arbeiðsmedisinara, sum er við í filminum, konuni Sáru og bólkinum Sakaris , sum telur Sakaris Emil Joensen, Per I. Højgaard Petersen og Knút sjálvan. Analogu myndina omanfyri tók pápi Mike, George Day. - The Islands and the Whales er ein visuelt og frásagnarliga hugbindandi filmur við grindadrápi sum reyðum tráði. Flottar upptøkur á altjóða støði, spenningur millum forna siðvenju og lívið í seinmodernaða samfelagnum og ein undirliggjandi ávaring um umhvørvisdálking, ið ikki bert er ein føroyskur men ein globalur trupulleiki, sigur Knút Háberg Eysturstein úr Edinburgh. Nýggi grindafilmurin varð sýndur á altjóða filmstevnu í Edinburgh, EIFF, fríggjakvøldið og aftur í dag. Filmstevnan er hin størsta á okkara leiðum og hevur 70 ár á baki

Amerikanska valið...

Her er amerikanska valið eftir ein drúgvan arbeiðsdag í heitari sól. Í vesturskininum á terassuni eru hesar góðar. Fyrsta amerikanska, ein Sierra Nevada Pale Ale, angar av humlu, og smakkurin hevur eitt gott bland av humlu og sitrus, hon hóskar væl til kryddaðan mat. Onnur amerikanska, Founders Breakfast Stout, er bryggjað við flaked oats, eksotiskari innfluttari sjókulátu og Sumatra og Kona kaffi. Triðja amerikanska, Old Foghorn, er ein barley wine, sum angar av humlu, blómum og sitrus. Smakkurin er fyldigur við søtleika. Fjórða og seinasta amerikanska, Bells Expedition Stout, er ein Russian Imperial Stout við høgum beiskleika, myrk við nógvum maltsmakki. Orsøkin til amerikansku heiluppdekkingina er, at í dag bleiv undirvísingarliga temasíðan á Snar um amerikanska forsetavalið liðug. Tá næsta skúlaár byrjar er lagamanni at taka amerikanska forsetavalið við í undirvísingina. Nýggja temasíðan á Snar er um forsetavalið, sum verður í USA hin 8. november. Umframt at viðgera valið

Summar í smuttholinum

Í kvøld verður grindafilmurin hjá skotska Mike Day The Islands and the Whales frumsýndur á altjóða filmstevnuni í Edinburgh, sum í ár hevur 70 ár á baki, og er elsta filmstevna á okkara leiðum. Hetta er fyrsta sýning í Evropa. Omanfyri sæst, hvussu filmurin verður lýstur í prentaðu skránni. Filmurin er bretskt amerikanskt danskur. Niðast í skránni stendur við ávarandi feitum stavum, at filmurin inniheldur dokumenterandi myndir av djóraveiðu og slakti. Løgið, at tað sama ikki verður upplýst, tá vit ganga inn í McDonalds og Burger King at keypa ein burgara hinumegin vegin. Vóru eingi dýr dripin tá? Hvør umsitur selektivu upplýsingarskylduna, tá filmar enda og siga, at eingi dýr vórðu pínd, tá hesin og hasin filmur vórðu gjørdir og sýndir? Ella er tað bara ein spurningur um makt hjá altjóða lobbyistum at verða sæddir, krevja limagjald og lata eyguni aftur fyri rest? Og tá eg hyggi út a vágna í morgun eri eg sannførdur um, at so er. Einki samband er millum náttúru og tøkni, tað rei

Facebook er tíðindamiðilin hjá ungum

Facebook er fremsta tíðindakelda hjá ungum millum 18 og 24 ár. Tað sigur árliga frágreiðingin hjá Reuters Institute for the study of journalism í Oxford í dag. 50.000 netbrúkarar eru spurdir í 26 londum. Helvtin (51%) sigur, at tey hvørja viku brúka sosialar miðlar sum tíðandakeldu. 12% siga at hetta er fremsta tíðindakeldan. Facebook er einstaki miðilin, sum oftast verður nevndur í hesum sambandi. Reuters sigur, at hetta er fyrstu ferð, at árliga kanningin sigur, at ein annar miðil enn sjónvarpið er týdningarmesta tíðindakelda hjá hesum brúkarabólki, sum er millum 18 og 24 ár. 28% siga at sosialir miðlar eru tíðindakeldan, meðan 24% siga, at sjónvarp er tíðingarmesta tíðindakeldan. So tað er í tøkum tíma, um almennu Føroyar ætla at geva bløðunum útberingarstuðul. Í 26 londum eru tey á deyðastráð, meðan sosialir miðlar og netbornar tænastur eru týdningarmestu tíðindaberarar hjá ungum sambært Reuters.

Takk fyri gøtudanskt, løgmaður

Teldutala Sum tú eldist, lærir tú at virða dygdirnar í gøtudonskum. Tað kom mær til hugs á middegi, tá eg hoyrdi løgmann tala fyri drotningini. Eins og einstakir aðrir politikarar í norðurlendskum høpi í seinastuni, brúkti hann natúrliga framsøguformin gøtudanskt. Havi annars ikki hoyrt gøtudanskt praktiserað í mong ár. Ja, ikki síðan eg var á filmstevnu í Nuuk um aldaskiftið, tá eg ferðaðist saman við íslendska filmsleikstjóranum Hilmari Oddssyni. Um dagin tosaðu vit eitt norðurlendskt blandingsmál, mest sum gøtudanskt, um líkt og ólíkt. Hann við íslendskum orðum og eg við føroyskum orðum sløddum uppií. Seinni, tá vit vóru til almennan døgurða, og aðrir norðurlendingar komu upp í prátið, skifti hann til enskt. Bara enskt. Eg undraðist og spurdi hví. - Beacuse I want to meet you on equal terms, var greiða svarið. - Tosa ikki øll eitt felags mál, íslendskt, føroyskt ella okkurt annað, so vil eg í formellum kjaki bara hitta teg á eini avmilitariseraðari geil, har vit eru á j

Læring í list má raðfestast hægri

Í dag kom bókin Økislistafólk , sum lýsir ein part av Listaleypinum í vár, tá skúlar og listafólk arbeiddu saman um kreativu dimensiónina í ein mánað. Stigtakari er Hedvig Westerlund-Kapnas, sum sæst við lidnu bókini. Listafólkini vóru Floortje Zonneveld og Maria Winther Olsen. Rakul Thomsen og Eva Bullens fylgdu við og eftirmettu verkætlanina. Aftast í snøggu bókini er eitt tilmæli, har sagt verður soleiðis um støðuna í fólkaskúlanum viðvíkjandi kreativu lærugreinunum: Fyri at lyfta ta kreativu dimensiónina í fólkaskúlanum og harvið lyfta tað fakliga og tað sosiala støðið í skúlunum, má læringin í list og læringin ígjøgnum list raðfestast hægri. Lærarar mugu fáa størri fakkunnleika og -menning í, hvussu listin kann brúkast sum amboð í undirvísingini. Tilgongdin at lyfta hesa uppgávu, kann í stuttum lýsast við hesum tilmæli: • Raðfesta undirvísingina í list og undirvísingina ígjøgnum list. • Allir lærarar skulu regluliga fáa førleikamenning í list og læra, hvussu ein nýtir kr

Geytin verður aftur í ár

Norðurlandahúsið skipar aftur í ár fyri filmskvøldi fríggjakvøldið 11. desember, tá nýggjastu føroysku stuttfilmarnir verða sýndir og tvær filmsvirðislønir, Geytin og Áskoðaravirðislønin, verða handaðar. Frá í dag stendur øllum filmsframleiðarum í boði at ríka um spírandi føroyska filmsskattin við at senda filmar inn til ársins filmstiltak, Filmskvøldið 2016. Tykkara filmar verða tilmeldaðir við at senda teldupost til film@nlh.fo við kunning um heiti og longd á filmi, slag av filmi, navn á filmsframleiðara, teldupostadressu og telefonnummari hjá kontaktpersóni. Freistin at melda filmin til Filmskvøldið 2015 er tann 10. oktober. Krøvini til stuttfilmin, sum skal sendast Norðurlandahúsinum í seinasta lagi 10. november, eru hesi: 1) Stuttfilmurin skal í mesta lagi vera 30 minuttir. Tó kann filmsnevndin í serligum førum gera undantøk, tá um longd ræður. 2) Heitið stuttfilmur hevur í hesum føri breiða merking og fevnir um spælifilm, listafilm, tónleikafilm, heimildarfilm v.

Summar í Sandoynni

Fríggjamorgunin bjóðaði okkara allar besti bókavørður, Oyvør, til morgunmat í Námi. Nú fer hon í barnsburðarfarloyvi, og Lis kemur í hennara stað. Afturvið kaffi, breyði og øllum, sum hoyrir til eitt summarsligt morgunmatarborð, tá starvsfólkið skal summarútferð, sang Gunnar Justinussen Feeling Mortal hjá Kris Kristofferson, sum Martin Joensen hevur umsett til Klárvakin og skroypiligur . Jákup Zachariassen spældi afturvið. Í bussinum læs Óli Jákup eitt brot úr bókini Far Afield (1990), sum Susan Kaysen skrivaði í Skopun, tá hon og Jonathan Wylie vóru har í sjeytiárunum. Hon er kend sum rithøvundi, hevur skrivað sjálvævisøguligu bókina Girl Interrupted , sum bleiv til samnevnda Oscarvirðislønta filmin við Winona Ryder í høvuðsleiklutinum sum Kaysen. Hann er antropologur og skrivaði í 1975 próvtøkuritgerðina I’m a stranger too: A study of the familiar society of the Faroe Islands, with special reference to the kinship, economy and demography of a small fishing village . Týdd