Skip to main content

Takk fyri gøtudanskt, løgmaður


Teldutala

Sum tú eldist, lærir tú at virða dygdirnar í gøtudonskum. Tað kom mær til hugs á middegi, tá eg hoyrdi løgmann tala fyri drotningini. Eins og einstakir aðrir politikarar í norðurlendskum høpi í seinastuni, brúkti hann natúrliga framsøguformin gøtudanskt.

Havi annars ikki hoyrt gøtudanskt praktiserað í mong ár. Ja, ikki síðan eg var á filmstevnu í Nuuk um aldaskiftið, tá eg ferðaðist saman við íslendska filmsleikstjóranum Hilmari Oddssyni. Um dagin tosaðu vit eitt norðurlendskt blandingsmál, mest sum gøtudanskt, um líkt og ólíkt. Hann við íslendskum orðum og eg við føroyskum orðum sløddum uppií.

Seinni, tá vit vóru til almennan døgurða, og aðrir norðurlendingar komu upp í prátið, skifti hann til enskt. Bara enskt. Eg undraðist og spurdi hví.

- Beacuse I want to meet you on equal terms, var greiða svarið.

- Tosa ikki øll eitt felags mál, íslendskt, føroyskt ella okkurt annað, so vil eg í formellum kjaki bara hitta teg á eini avmilitariseraðari geil, har vit eru á jøvnum føti. Enskt er besta amboð at hitta teg á jøvnum føti. Tí tosi eg enskt, hóast eg eins væl dugi svenskt og týskt.

Soleiðis minnist eg, at orðini fullu. Greið tala og uttan tað yvirharradømi, sum eitt málsligt kvink, hvussu lítið tað er, lættliga kann skeikla støðuna, og uttan orsøk gera annan veikari og hin sterkari.

Seinastu árini havi eg til stuttleika tosað enskt, tá eg fari í danskar handlar. Ilt er at siga, um tað er innbilling, men eg haldi fyri vist, at kundatænastan er á einum nógv virðiligari støði, enn um eg kønkaði á donskum. Gamla fyrigevandi miskunsemið móti umberandi føroyinginum er upp á standandi fót broytt til altjóða forvitni á javnbjóðis støði.

Einki er sum íbygda maktin í máli. Hon er líka sterk sum byrsumúlar. Og tá svitast ikki, at tankarnir leita til Miðeysturfilmin hjá Nils Vest í 1976: Eitt kúgað fólk hevur altíð rætt. Haldi, at tað er vakrasta filmsheiti í verðini. Eitt kúgað fólk hevur altíð rætt.

Takk fái løgmaður at draga gøtudanskt fram aftur úr niðurkúgaðu gloymskuni.

Gøtudanskt er ein lykil, sum eingin annar í verðini eigur, uttan føroyingar. Lykilin letur upp fyri møguleikanum at samskifta á norðurlendskum við allar norðbúgvar. Gøtudanskt lærir okkum danskan rættlestur sum einki annað didaktiskt amboð. Og eg kundi hildið fram...

Takk fái allir politikarar, sum í norðurlendskum høpi hava sett gøtudanskt aftur á breddan!

Jógvan Helgi Hansen tók myndirnar av norðurlendsku gestunum í Norðurlandahúsinum.