Facebook er fremsta tíðindakelda hjá ungum millum 18 og 24 ár. Tað sigur árliga frágreiðingin hjá Reuters Institute for the study of journalism í Oxford í dag. 50.000 netbrúkarar eru spurdir í 26 londum.
Helvtin (51%) sigur, at tey hvørja viku brúka sosialar miðlar sum tíðandakeldu. 12% siga at hetta er fremsta tíðindakeldan. Facebook er einstaki miðilin, sum oftast verður nevndur í hesum sambandi.
Reuters sigur, at hetta er fyrstu ferð, at árliga kanningin sigur, at ein annar miðil enn sjónvarpið er týdningarmesta tíðindakelda hjá hesum brúkarabólki, sum er millum 18 og 24 ár.
28% siga at sosialir miðlar eru tíðindakeldan, meðan 24% siga, at sjónvarp er tíðingarmesta tíðindakeldan.
So tað er í tøkum tíma, um almennu Føroyar ætla at geva bløðunum útberingarstuðul. Í 26 londum eru tey á deyðastráð, meðan sosialir miðlar og netbornar tænastur eru týdningarmestu tíðindaberarar hjá ungum sambært Reuters.