Skip to main content

Læring í list má raðfestast hægri


Í dag kom bókin Økislistafólk, sum lýsir ein part av Listaleypinum í vár, tá skúlar og listafólk arbeiddu saman um kreativu dimensiónina í ein mánað. Stigtakari er Hedvig Westerlund-Kapnas, sum sæst við lidnu bókini. Listafólkini vóru Floortje Zonneveld og Maria Winther Olsen. Rakul Thomsen og Eva Bullens fylgdu við og eftirmettu verkætlanina.

Aftast í snøggu bókini er eitt tilmæli, har sagt verður soleiðis um støðuna í fólkaskúlanum viðvíkjandi kreativu lærugreinunum:
Fyri at lyfta ta kreativu dimensiónina í fólkaskúlanum og harvið lyfta tað fakliga og tað sosiala støðið í skúlunum, má læringin í list og læringin ígjøgnum list raðfestast hægri. Lærarar mugu fáa størri fakkunnleika og -menning í, hvussu listin kann brúkast sum amboð í undirvísingini. Tilgongdin at lyfta hesa uppgávu, kann í stuttum lýsast við hesum tilmæli:
• Raðfesta undirvísingina í list og undirvísingina ígjøgnum list.
• Allir lærarar skulu regluliga fáa førleikamenning í list og læra, hvussu ein nýtir kreativar læruhættir í undirvísingini.
• Skipað og reglulig samstørv millum skúlar, listafólk og mentanarstovnar.
Verkætlanir sum Økislistafólk er við til at stuðla og birta upp undir menning hjá lærara, næmingi og skúla. Verkætlanin er við til at skapa skipað samstarv millum lærarar og listafólk og harvið geva lærarum íblástur og førleika til, hvussu listin kann nýtast sum partur av frálæruni í skúlanum. Tìlíkar verkætlanir áttu at verið settar í verk. Eitt møguligt samstarv við Nám kundi fingist í lag, og á slíkan hátt kundi Listaleypurin verið liður í einum skipaðum eftirútbúgvingartilboði, har skúlar eftir førleikaynski fingu listafólk út í skúlarnar og í felag menna og víðka karmarnar fyri, hvussu listin kann nýtast í undirvísingini. 
Anne Bamford hevur verið fakligt grundarstøði í hesum virkseminum hjá Listaleypinum. Hana avmyndaði eg við frágreiðingini List í uppvøksturi og skúlagongd í Føroyum í hondini í Norðurlandahúsinum í januar í 2012.


Frágreiðingin lýsir, hvussu lítið list verður brúkt í dagstovnum, fólkaskúlum og serliga í miðnámi í Føroyum. Í august og september í 2012 kannaði Anne Bamford 28 føroyskar stovnar og skúlar, og hevði samrøður við 150 fólk á nevndu fakøkjum. Aftaná framløguna mánadagin var kjak millum fakfólk, har fleiri uppskot komu fram, hvat gerast kundi at bøta um vána støðuna nú og komandi. Anne Bamford staðfesti í samrøðu við Útvarpið, at listin verður ikki raðfest nóg høgt í undirvísingini í føroysku skúlunum.

Listaleypurin er ein mentanarlig verkætlan, sum Norðurlandahúsið, Mentamálaráðið, Kommunufelagið og LISA hava skipað fyri, so forskúla- og fólkaskúlanæmingar kunnu uppliva góða yrkislist. Umsitingin hevur verið hjá LISA.

Hedvig Wersterlund-Kapnas, sum hevur staðið fyri Listaleypinum, fer nú til Finnlands. Tí verður søkt eftir avloysara til starvið sum verkætlanarleiðari.