Skip to main content

Posts

Mjørkagrønur leygardagur

Helst var grønt í øllum landinum í dag. Sólin skein í løtum, og so var sirm og toka, sum her í Saksun. Tá gerst bøurin serliga grønur fyri linsuni. Á Eiði vóru tveir veðrar, sum amaðust uppá okkum, tá vit steðgaðu á einum møtiplássi undir Loranstøðini við útsýni mótu svanaleysa vatninum og bóltfylta hólmanum. Veðrasnýnið minti meg á hugtakið veðranøs . Undir Slættaratindi, áraka Vabbisá suðuri á Elvatni, savnaðist allur seyðurin í geiranum, sum frá vegnum er sprædnur við avfalli úr alivinnuni. Um tað er gott ella ringt, veit eg ikki, men seyðinum dámdi vøksturin, sum rennur upp úr jørðini, eftir at alt hevur verið sviðið av eina tíð, men nú er grønt. Sigst, at kjøtið verður gott eisini.

Havnardøgurði og argjaflísar

Ídag var døgurði at fáa á havnarlagnum í Havn, har arbeiðsmenn koma. Einki avanserað við knívi og gaffili, nei bara ein skjótur havnardøgurði, sum er heitur hundur við øllum uttan sinnopi. Tulipanærin sást ikki, og í regntungu havnartokuni fjalir seg ivaleyst ein argjaflís ella tvær. Tað eru rossaflísarnar, sum eru eins tjúkkar í Sumba og Tjørnuvík. Tær koma væl við á ólavsøku. Ímeðan skriva vit summar á talvuna í køkini og fara í feriu. Yvir og farin.

Hol í vegnum til kalda kríggið

Sum sæst er hol í vegnum niðan til kalda kríggið. Tað er merkt við gulum, so øll holini síggjast, tá tú koyrir niðan á Sornfelli, sum herfyri lat aftur, segði øllum upp og sløkti alla eftiransandi trygdarútgerð. Men nú hoyrist, at kalda kríggið er komið afturíaftur millum eystur og vestur, so alt verður sum fyrr. Eitt er, at tað fer at órógva tær skónir, sum seinastu árini eru komnar á asfaltið, annað er framhaldandi at fáa atgongd til eitt tað mest spennandi myndaveni í landinum: bukkaðu bilverjuna, sum í svingunum niðan á Sornfelli er krept í stigum, so hon gjøgnum rustin fær ein grafiskan virkning, sum millum bygt og ógbygt, er uttan líka. Tí sendi eg hesar myndir til eina Street Photography  kapping hjá Lens Culture í París.   Livst, so spyrst.

Cameron murrar í hægstu agurkutíð

Mánadagin visti BBC og øll pressan í heiminum at siga, at fráfarandi bretski forsætisráðharrin, David Cameron, murraði ein tóna eftir at hann hevði latið hurðina upp í Downing Street 10. Kanska verður tað eitt nýtt bretskt ferðamál, at vita um tær eydnast at fáa ein breta við stiff upper lip at murra. Men kanska er orsøkin heldur at finna í pressuni, sum hesa ársins tíð altíð dyrkar agurkuna. Í skúlabókini Fjølmiðlar skrivaði eg í 2008 soleiðis: Agurk er góð og kann brúkast til mangt og hvat í føroyska húsarhaldinum. Men á hásumri leggur agurkin navn til lægsta felagsnevnaran í fjølmiðlaheiminum Summartíðin er ikki hin besta til tíðindi. Løgtingið er í summarfrí, og flestu starvsfólk, ið taka avgerðir, fara í feriu. Skúlanir eru tómir, og loftmiðlarnir taka sendingar av skránni. Hjá teim journalistum, ið eru til arbeiðis um summarið, eru tí fá at spyrja og enn færri, ið tíma at lesa, lurta og hyggja. Sama er galdandi á jólum, men tað er bert um summarið, at hugtakið

Býarlikkan er komin í vanda

Koyrir tú niðan eftir Hoyvíksvegnum í Havn, síggjast likkur í hópatali á Hoyvíkstjørn, sum er yvir av barnagarðinum Birkilund og við røktarheimið Tjarnargarð. Morgunlikkurnar í høvuðsstaðnum sita kúrrar á tjarnarsteinunum og síggjast bara skvetta. Haldi ikki tær eru so mælskar sum strandar- og havnarlagslikkurnar, sum her og úti í heimi boða frá nýkomnum morgni. Men í morgun lá ein eftirá. Uttan fyri Adventistakirkjuna kom hon fyri ein bil og tað lirraði ikki í henni. Á undirvísingarportalinum Snar er ein síða, sum burturav er um fugl. Har eru filmar, kort og myndir, og í teksti verður sagt soleiðis: Likkan líkist svartbakinum, men er nakað væl minni og smidligari enn hann. Veingirnir eru smalri enn svartbaksveingirnir, meira spískari og koma longri aftur um velið, tá ið teir liggja inn saman. Likkan dugir væl at svimja. Dámar best at vera millum aðrar fuglar, mangan á bygdum økjum, og er tamari enn svartbakurin. Etur meira av skordýrum enn aðrir stórir másafuglar. Føð

The Islands and the Whales frumsýndur

Virðislønti heimildarfilmurin   The Islands and the Whales  verður sýndur í Filmsfelagnum í Havnar Bio 9. og 10. august , har leikstjórin verður til staðar. Sýningarnar, sum eru almennar, verða kl 19:30. Atgongumerkjasølan er byrjað bæði á netinum og við skivuna í biografinum. The Islands and the Whales er ein nýggjur grindafilmur, har skotski leikstjórin Mike Day eygleiðir og ber søguna hjá øllum pørtum fram á stóra løriftinum uttan at moralisera. Fyrr hevur Mike Day gjørt heimidlarfilmin The Guga Hunters of Ness um súluveiðu á Sula Sgeir, Súluskeri. Mike Day hevur filmað í Føroyum í fýra ár, frá 2011 til 2014. Tí kennir hann samfelagið og lyklafólk, sum hann hittir og letur siga teirra søgu, fyri og ímóti grindadrápi við egnum orðum í nýggja grindafilminum. Pál Weihe er ein høvuðspersónur, ið umboðar kritiska og sakliga sjónarmiðið, har mælt verður frá at eta grind orsaka av heilsuvandanum, ið kemur av øktari kyksilvurdálking. Ein familja úr Kvívík umboðar hina

Bilar eru nógv meir enn orð

Teldutala Trý ár á rað hava Ferðslutrygd og Tryggingin vunnið virðisløn hjá felagnum Føroyskum Marknaðarfólkum fyri bestu livandi lýsing í sjónvarpi, biografi og interneti. Nú er nýggjasta vinnaralýsingin, Hin dagin eg hevði skund , flutt út í livandi ferðsluna. Leygardagin tók eg myndina omanfyri millum látandi fugl og jarmandi lomb og dukandi motorlarm, sum streyk framvið eftir landsvegnum, og eyðkenda ljóðið av burn out av atløgubryggjuni á Sundi, har ein háspentur bilførari, ivaleyst við nýggjum koyrikorti, hevði funnið eina rúgvu við betongdusti og spolaði alt upp í royk. Bilurin er besta maskina, annan vegin til dreingadreymsfasinatión, og hinvegin til óviljað at kvetta lívstráðin. Og tað er enn sum í heimsins bestu bildreparasøgu, Att döda ett barn , sum svenski Stig Dagerman skrivaði í 1948. Aftaná er alt ov seint. Samstundis sum føroyska lýsingin sæst og hoyrist í øllum miðlum, er hetta effektivasta lýsingaátak eg havi sæð í landinum. Og boðskapurin er greiður og s

Livandi Útvarp tá tað er best

Teldutala Liggur tú við krími er vandi fyri at tú hoyrir, hvussu gott Útvarpið er. Til dømis í morgun. Eftir klokkuni er fyrst at nevna teir góðu Morgunlestrar , sum hava verið seinastu tíðina. Frálíkt við nýggjum røddum og nýggjum vinklum. So er Summarmorgun , har redaktiónin, ja tú leggur til merkis at her er ein virkandi redaktión, hevur fingið borgarstjóran á Eiði og eitt mótstøðufólk úr somu bygd í studio. Ikki via telefon, sum ein svartur óvani er í Útvarpinum, men laiv í sendistovuni. Hetta er einki annað enn fantastiskt at hoyra og fylgja við í. Báðir partar sleppa til orðanna í einum máli, sum hevur skapt syngjandi øsing, kanska tí tað nemur við stóra málið um viðurskiftini millum óspilta náttúru og frambrúsandi menniskjað. Nú sum eitt ítøkiligt mál, sum vit øll vilja fáa innlit í, so vit kunnu gera okkum eina ávegis mynd av, hvat vendir upp og niður á Eiði. Og so varð høvið at senda sms og fáa boðini lisin og svarað tann vegin eisini. Soleiðis er gott Útvarp. Tað

Fótbóltsfepur í útnorðri

Ísland hevur vunnið á Onglandi í fótbólti og sent teir úr evropeisku fótbóltskappingini. Bretsk bløð skriva um landaskomm, venjarin sigur seg frá og donsk bløð, sum vit altíð lesa fyri at skilja verðina, fáa aftur høvið at rópa um en hel nation med hvalfangere . Í øllum londum liggur latenta übermensch orðavalið beint fyri tá fótbóltsfepurin herjar. Tað er í fótbólti, at vit hóma ytstu mørkini. Fótbóltsfepurin hevur eisini rakt bretska parlamentslimin Nigel Ferage , sum í Brússel í morgun fornermaði alt parlamentið, tá hann fyri opnari mikrofon segði, at bróðurparturin av parlamentinum ikki hevur gjørt Dáva nyttu í lívinum. Tað sum ómentaði bretski parlamentslimurin fegnast um er, at bretska fólkið hevur atkvøtt alt landið út úr Evropeiska Samveldinum. Okkara næsti granni fyri sunnan. Landstýrismaðurin Høgni Hoydal hugleiddi um hetta í Degi & Viku, og sá ymsar føroyskar møgleikar, alt eftir hvussu leikur fer í Bretland, Skotlandi og ES. Íslendski forsetin, Ólafur Ra

Sverri kongur og birkibeinar á filmi í september

Filmsdagar í Felag í september: Árið er 1204 og fyrsti setningur í hesum altjóða  treylara er: "Birkibeinar! Pápi mín, Sverri kongur, talaði Róma beint ímóti!" Og so er uppreistur í Noregi. Tað er sámiski leikstjórin Nils Gaup úr Kautokeino, ið dámdi best søgu, tá hann gekk í skúla, sum nú hevur gjørt action filmin Birkebeinerne . Nils Gaup, sum vil samantvinna undirhald og søgu, vitjaði Filmsfelagið í 1989, tá hann vísti Oscartilnevnda filmin Veiviseren í Norðurlandahúsinum. Tá var norðurlendsk filmstevna við 130 kendum altjóða gestum umframt allar teir føroysku áskoðararnar.   Omanfyri heldur Nils Gaup fyrsta ummælið av nýggja filminum, Birkebeinerne . Jeg må nesten sitere Johan Turi, som sa at vi samer trives ikke i mørke rom. Det er først når vi står på vidda at tankene begynner å fly fritt. Jeg trives veldig godt i åpent landskap over viddene. Birkebeinerne  verður sýndur í Havnar Bio í september, tá Filmsdagar í Felag verða hildir á øðrum sinni. Tá fe

Føroyingur er ársins lívverji í 2016

Í dag fekk 21 ára gamli Casper Desvil Bech at vita, at hann varð kosin ársins lívverji, livgarde,  í 2016. Her sæst hann undir eyðkendu húgvuni saman við stoltu mamuni, Elisabeth Herlufsdóttir, sum er úr Tjørnuvík. Casper varð í juni í 2015 liðugur við miðnámsútbúgvingina elitetræneruddannelsen á ítróttaháskúlanum í Aalborg. Hann hevur verið í kongaligu donsku lívverjuni síðan í desember í fjør, og ætlar nú at fara at lesa hægri lestur, har sálarfrøði hevur fremsta áhuga. Her sæst Casper saman við systkjunum á Livgardens Kaserne í morgun. Til lukku!

Havnarveður

Her er hon, heimsins besta spælistova. Hvørt ár um hesa tíð, tá skúlaflokkar eru harraleysir av próvtøkum í eldru flokkunum, fara tey út í Sandagerði. At spæla og kanna, skúlabørn og børn á dagstovni. Alt samalt í felag. Helst eru líknandi støð úti um landið, men tey fái eg ikki fyri mína linsu, hóast mjørki er. - Typiskt havnarveður, siga tey hesa ársins tíð. Og mín sann, um eg ikki finni leitorðið havnarveður í orðabókini hjá Sprotanum. Tað er gamalt orð, ið sipar til, at nú er veður at fara til Havnar við báti. Í havnarveðrinum er mangt at síggja, tá ið tokan lættir av. Fremst fyri er ein nýbygdur árabátur við børnum og vaksnum, sum hevur lagt at við eina lítla træbrúgv. Aftanfyri sæst stóra ferðamannaskipið Rotterdam , sum hevur tikið navn eftir heimstaðnum. Men minni prangandi flutningsfør kunnu eisini taka seg fram í ósanum í Sandagerði. Áarbakkin er avtikin við sóljum so langt eygað røkkur fram við Sandá og niðan í Spunagøtu. Fyri linsuna kemur eisini ein vælv

Norðurlendski misantropurin í Havnar Bio

Fredrik Backman á bókamessu í Göteborg í 2014 (Foto: Albin Olson) 35 ára gamli svenski bloggarin og rithøvundurin, Fredrik Backman, las religiónsvísund, men gavst og fór at koyra trukk. Tað er líkasum forspælið til ritverkið, sum tey lærdu siga, hjá nýggja svenska metseljaranum í bók og á filmi. Í 2012 valdi Fredrik Backman lívsleiðina sum rithøvundur, og gav ein og sama dag hetta ár út tvær skaldsøgur: En man som heter Ove og Saker min son behöver veta om världen . Nú er fyrrnevnda bókin gjørd til film, sum er hin mest sæddi í heimlandinum. Ja, meir enn Milenniumfilmarnir, sum byggja á metseljaran Stieg Larsson. En man som heter Ove er ein svensk komedia um ein 59 ára gamlan misantrop í Nútíðarsvøríki, ið hevur sum lívsinnihald at syrgja deyðu konuna og halda grannalagið ruddiligt, so sum viðtøkurnar siga. Tá svartast sær út, og lívið ikki tykist vert at liva, bakkar nýggja grannakonan á postkassan hjá Ova. Hon er full upp undir hendur og eitir Parvaneh. So