Skip to main content

Býarlikkan er komin í vanda


Koyrir tú niðan eftir Hoyvíksvegnum í Havn, síggjast likkur í hópatali á Hoyvíkstjørn, sum er yvir av barnagarðinum Birkilund og við røktarheimið Tjarnargarð.

Morgunlikkurnar í høvuðsstaðnum sita kúrrar á tjarnarsteinunum og síggjast bara skvetta. Haldi ikki tær eru so mælskar sum strandar- og havnarlagslikkurnar, sum her og úti í heimi boða frá nýkomnum morgni.

Men í morgun lá ein eftirá. Uttan fyri Adventistakirkjuna kom hon fyri ein bil og tað lirraði ikki í henni.

Á undirvísingarportalinum Snar er ein síða, sum burturav er um fugl. Har eru filmar, kort og myndir, og í teksti verður sagt soleiðis:

Likkan líkist svartbakinum, men er nakað væl minni og smidligari enn hann. Veingirnir eru smalri enn svartbaksveingirnir, meira spískari og koma longri aftur um velið, tá ið teir liggja inn saman. Likkan dugir væl at svimja.

Dámar best at vera millum aðrar fuglar, mangan á bygdum økjum, og er tamari enn svartbakurin.

Etur meira av skordýrum enn aðrir stórir másafuglar.

Føði: fiskur, kræklingur, skordýr, ormar, rov og rusk.

Likkan verpur í lynghaga ella grasi, á áaroyrum, sandfløtum, heyggjum og høgt til fjals, vanliga nærindis strondini, men eisini inni í landinum, onkuntíð tætt við eitt svartbaksbøli.

Ger reiður av mosa, deyðagrasi og øðrum urtum, mangan millum steinar ella túgvur.