Skip to main content

Norðurlendski misantropurin í Havnar Bio

Fredrik Backman á bókamessu í Göteborg í 2014 (Foto: Albin Olson)

35 ára gamli svenski bloggarin og rithøvundurin, Fredrik Backman, las religiónsvísund, men gavst og fór at koyra trukk. Tað er líkasum forspælið til ritverkið, sum tey lærdu siga, hjá nýggja svenska metseljaranum í bók og á filmi.

Í 2012 valdi Fredrik Backman lívsleiðina sum rithøvundur, og gav ein og sama dag hetta ár út tvær skaldsøgur: En man som heter Ove og Saker min son behöver veta om världen.


Nú er fyrrnevnda bókin gjørd til film, sum er hin mest sæddi í heimlandinum. Ja, meir enn Milenniumfilmarnir, sum byggja á metseljaran Stieg Larsson.



En man som heter Ove er ein svensk komedia um ein 59 ára gamlan misantrop í Nútíðarsvøríki, ið hevur sum lívsinnihald at syrgja deyðu konuna og halda grannalagið ruddiligt, so sum viðtøkurnar siga. Tá svartast sær út, og lívið ikki tykist vert at liva, bakkar nýggja grannakonan á postkassan hjá Ova.


Hon er full upp undir hendur og eitir Parvaneh. So byrjar feel-good søgan, sum hevur lokkað fleiri sviar í biograf enn nakar annar filmur, bilettmaskinur vita um. Ikki færri enn 1,7 mió sviar hava sæð filmin, har Rolf Lassgård hevur høvuðsleiklutin sum Ovi.

Hósdagin 30. juni kemur hann í Havnar Bio.

Í 2013 gav Backman út triðu bókuna, Min mormor hälsar och säger förlåt, og fjórða bókin, Britt-Marie var här, kom í 2014.

Í Danmark er tað sjáldsama hent, at eisini danir vilja síggja ein svenskan film, sum ummælarar geva gott skotsmál. Birgitte Lorentzen skrivar í BT: "... var man vild med bogen, så vil man også knuselske filmen om den vrede og rigide misantrop, der bag det bryske ydre gemmer på et hjerte af guld." Louise Kidde Sauntved skrivar í Berlingske, at filmurin ”starter som en sort komedie, men folder sig undervejs ud til en meget større og finere historie, der til tider får en nærmest John Irvingsk poesi over sig ...".