Teldutala
Trý ár á rað hava Ferðslutrygd og Tryggingin vunnið virðisløn hjá felagnum Føroyskum Marknaðarfólkum fyri bestu livandi lýsing í sjónvarpi, biografi og interneti. Nú er nýggjasta vinnaralýsingin, Hin dagin eg hevði skund, flutt út í livandi ferðsluna.
Leygardagin tók eg myndina omanfyri millum látandi fugl og jarmandi lomb og dukandi motorlarm, sum streyk framvið eftir landsvegnum, og eyðkenda ljóðið av burn out av atløgubryggjuni á Sundi, har ein háspentur bilførari, ivaleyst við nýggjum koyrikorti, hevði funnið eina rúgvu við betongdusti og spolaði alt upp í royk.
Bilurin er besta maskina, annan vegin til dreingadreymsfasinatión, og hinvegin til óviljað at kvetta lívstráðin. Og tað er enn sum í heimsins bestu bildreparasøgu, Att döda ett barn, sum svenski Stig Dagerman skrivaði í 1948. Aftaná er alt ov seint.
Samstundis sum føroyska lýsingin sæst og hoyrist í øllum miðlum, er hetta effektivasta lýsingaátak eg havi sæð í landinum. Og boðskapurin er greiður og stendur ikki til diskussión.
"Í átakinum verða bilførarar ávirkaðir í koyristøðuni", siga Ferðslutrygd og Tryggingin. "Á fimm útvaldum støðum á landsvegi kring landið eru settar upp bingjur við bilvrakum frá veruligum ferðsluóhappum. Á síðuni á bingjuni er boðskapurin Hin dagin eg hevði skund við mynd úr sama filmi. Fyri at vissa, at støðini við vrakumum ikki nerva ferðslutrygdina, eru tey vald í samstarvi við Landsverk, sum eisini hevur givið loyvi til uppsetinginar. Bileigararnir hava allir givið loyvi at nýta vrakini til átakið."
Hetta er samskipað og samvirkandi reallýsing sum aldri fyrr. Hóast eins litið upplyftandi og ein gravsteinur, er hetta í innihaldi og boðaskapi eitt gjøgnumhugsað, realistiskt og væl frágingið átak, sum ger hagtølini óhugnaliga livandi fram við landsvegunum í summar.
Bilar eru nógv meir enn orð. Serliga tá tú hevur skund.