Skip to main content

Posts

Flateyri x 2

Í kvøld verður høvið at síggja lítlu íslendsku bygdina Flateyri á filmi. Har búgva 230 fólk. Í 1995 varð bygdin rakt av skalvalopi. Fyri neyðhjálp úr Føroyum varð bygdur ein barnagarður, ið er kendur sum føroyski barnagarðurin. Í fjør vísti Filmsfelagið íslendska filmin “París norðursins” (Paris of the North), sum er upptikin á Flateyri. Í kvøld vísur Filmsfelagið spildurnýggja íslendska filmin “Þrestir” (Sparrows), sum eisini er upptikin í lítlu bygdini Flateyri og har um leiðir. Leikstjóri er Rúnar Rúnarsson og Sakaris Stórá fer at innleiða sýningina, sum er partur av røðini Filmsdagar í Felag. Nýggi íslendski filmurin , “Þrestir” (Sparrows), er ein av fimm filmum, sum í ár eru í uppskoti at fáa Norðurlendsku Filmsvirðislønina. Sýningin er í Havnar Bio kl 20.

Úr summardvala

Í dag lovar útvarpið sólarglottar og hita, heilt upp í fimtan stig. Helst er tað heystlýkkan, sum bretar og amerikanarar rópa indan summer , tíðin, tá lívsmátturin aftur blómar á ellisárum. Sum hjá sangaranum Kris við øllum teim góðu sangunum, men sum hjá flestu í Føroyum bara er kendur fyri ein, Why me . Men tað sum eg eftir hesa digressión og púra óviðkomandi slank ætlaði at siga var, at nú er Útvarpið byrjað aftur. Ordiliga Útvarpið. Fyrsta eg legði til merkis var gjøgnumarbeidda tónleikasendingin Norðurljóð , sum setir lurtaran í fokus. Ein sending, sum hevur sett sær eitt ýti og fylgir tí, alt meðan útboðið av tónleiki broytir seg á norðurlendsku grannamálunum, og vit sum lurtarar verða drignir við. Og tá ein føroyskur vinkul er til eina av norðurlendsku útgávunum, so verður hann hildin fram, føroyski vinkulin. Sum lurtari kennir tú teg undirhildnan, umhildnan og upplýstan. Ein tílík sending ríkar tín dag, serliga um endursendingin fellir á eitt tíðspunkt, har tú setir teg

Rannvá Holm Mortensen í Galerie Focus

Leygardagin 10. september kl 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Rannvá Holm Mortensen upp í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn. Tá fer Jóanes Nielsen eisini at lesa nýggjar yrkingar, sum eru viðkomandi fyri temaið á framsýningini, sum er “Havlíknilsir”. Í tíðindaskrivi frá gallarínum verður sagt, at á framsýningini síggja vit m.a. málningar, koltekningar og gips- og træmyndir. Rannvá hevur sýnt fram ymsa staðni í Føroyum, Danmark, Íslandi, Onglandi, Fraklandi, Spania, Bulgaria og Kina. Framsýningin hjá Rannvá í Galerie Focus verður opin til 22. september, týsdag til fríggjadag kl 15 til 18 og leygardag kl 16 til 18. Í tíðindaskrivinum verður sagt, at Rannvá Holm Mortensen hevur nú í fleiri ár gjørt seg galdandi í listaheiminum við spennandi og fjølbroyttum myndum. Rannvá nýtir nógv ymisk tøkni og tilfar til sínar myndir, og myndevnið er eisini øðrvísi í mun til, hvat vit eru von við. Hon hevur millum annað brúkt collageformin, tað vil siga at hon hevur brúkt foto

Upp í leypin av bókum...

Nú  fáa allir skúlar ein lista við undirvísingartilfari úr Námi, so lætt er at bestilla. Árni Jacobsen hevur gjørt snøgga listan, sum eg slapp at fotografera forsíðu og baksíðu til. Eitt hugskot, sum stakk seg upp, var at koyra eitt úrval av nýggjastu bókunum í ein leyp, sum varð tømdur á baksíðuni. Men hvar finna vit ein leyp? Og helst ein, ið andar av søgu og sliti. Sjálvt á mest mentaðu plássum funnu vit ikki ein einasta leyp. Innan vit sleptu hugskotinum um leypin sum førning av føroyskari mentan beint inn í nútíðarskúlan, spurdi eg Ole Wich. Jú, hann var hollur í ráðum og vísti mær tríggjar slitmannaleypar úr gomlu Havnini at velja ímillum. Eg  valdi hendan slitna og talandi leypin, sum sæst á myndunum omanfyri og niðanfyri. Location, myndastað, langt burturi á heiði, funnu vit mitt í Havn. Við bilum og bygningum avdúka tvær av myndunum, hvar vit eru.

Nú skifta vit gir

Frítíðin byrjar umborð, sigur Smyril Line. So man hon eisini enda har, umborð. Eins og byrjan og endi á frítiðini verða ásett av siglingini hjá Norrønu, soleiðis er eisini við summarinum. Nú er tað endað. Eingin Norrøna kemur við húsvognum til kampingplássið sunnukvøld. Eins og veðrið, hevur ferðaætlanin slept summarinum. Restina av árinum kemur Norrøna mánamorgun. Nú síggjast bara nakrir fáir føroyskir kampingvognar, eingin útlendskur, sum er ávegis til Íslands, og púturnar á stólunum eru tiknar inn. Tað regnar og seinasta av síðsummarinum er farið. Helst er tað tað. Almannavarpið sigur, at kendasti hundur á Facebook, Mikki, er deyður. Sama er summarskráin hjá Útvarpinum. Nú skifta vit gir. Smyril Line, sum hevur slept summarinum, fer at spara, og Kringvarpið, sum hevur loftað vetrinum, fer at seta øll segl til. Nú er nokk spart.

Motorsúklur í Havn

Bogi Rasmussen úr Eysturoyar Motorsúklufelag leiður meg inn í motorsúklutjaldið í Tórsgøtu, sum er mentunargøtan í Havn, har motorsúklueigarar úr øllum landinum møttust í dag. Túsund motorsúkklur eru skrásettar og helst standa fleiri enn fimmhundrað uttan plátur kring landið, sigur Bogi, ið eigur eina Yamaha Wild Star XV1600, sum her sæst í Posthúsbrekkuni. Her er Dánjal Pauli Poulsen úr Vatnsoyrum, við eini sama slag Yamaha Road Star XV1600 árgang 2001, sum hann hevur umbygt og vaksið, uppgraderað, til eina XV1800. Munurin er at Wild Star er bygd til evropeiska marknaðin og Road Star til amerikanska marknaðin. Henda Road Star er keypt úr California í februar í 2004, og Dánjal Pauli fór undir at byggja hana um á heysti í 2007, og varð liðugur í desember í 2009 . Í fjør varð júst henda motorsúklan, Black Dazzle , kosin Føroya feitasta í kapping í SMS við trimum kvalifiseraðum dómarum, Maggi, Sofus og Óla. Eigarin er í dag Jóanes hjá Akku Hansen úr Miðvági, sum sæst niðanfyri. D

Let the Devil take Tomorrow, Tonight He's Our Friend

Nei, tað er ikki plakatin til nýggja filmin, Mig og Min Lillebror , tað eru Kris og eg, sum Evi Tausen sá okkum aftanfyri í Norðurlandahúsinum í kvøld. Trý konsertkvøld við inngangi til Kris Kristofferson eru komin at enda. Tað hevur verið hendingaríkt og stuttligt, og ikki sørt av einum heiðuri at sleppa at uppliva, takk Tummas. Best dámdi mær For the Good Times á Reinsarínum mikukvøldið. Intensari verður tann sangurin ikki. Vit møttust sunnudagin í Kirkjubø og í kvøld vildi hann síggja myndirnar, eg tók í gomlu bóndastovuni, sum hann segði. Ikki var stutttíðarminnið kargari enn so. Wauw, eri hetta eg á tínum máli í tínum bloggi, spyr hann, og heldur at hann sær út at verða gamal. Alt ov gamal, heldur hann. Hatta er ein gamal maður, sigur hann við eini innbygdari fjarstøðu í røddini, sum fær meg at ivast um hann argar meg. Oddbjørn, Hallur, Noel og teir úr Klaksvík heilsa uppá, og dótturin, Kelly, sjeikurin, Andrew, spyrja um Shakespeare, og um ein pallur er til tei

Filmsdagar í Felag

Hóast internetið letur upp fyri stroyming og flestu filmar kunnu takast niður í stovuna, er tað ein sannroynd, at fólki dámar at síggja film í felag. Tí skipar Filmsefelagið aftur í ár fyri tiltakinum “Filmsdagar í Felag” í Havnar Bio í døgunum 7.-11 september. Tá verða fimm úrvaldir filmar vístir. Høvuðsstuðul er ferðaskrivstovan 62 Norður, sum burturlutar eina ferð fyri tvey til Reykjavíkar, har altjóða filmfestivalur er. Umframt tey feløg, sum innleiða hvønn filmin, eru nýggir samstarvspartar í ár Býarbókasavnið og filmsfjepparafelagið Hygga Síggj. 5 fyri 300 Høvuðsendamálið við Filmsfelagnum og tiltakinum “Filmsdagar í Felag” er at savnast og vísa nýggjan, góðan film í Havnar Bio fyri ein bíligan penga. Upphæddin er tann sama sum í fjør: Fimm filmar fyri trýhundrað krónur og tíggju krónur fyri 3D brillur, tá tú keypir við skivuna. Vanligur prísur á netinum er 90 krónur fyri hvørja sýning. Støkkur tú inn á gólvið í Havnar Bio, eru 150 krónur at spara. Innleiðsla Stut

60.000 kr til Rakel fyri bestu barna- og ungdómsbók

Í dag fekk Rakel Helmsdal virðisløn Útnorðurráðsins fyri barna- og ungdómsbókmentir á Býarbókasavninum í Havn. Formaðurin í Útnorðurráðnum, Kári P. Højgaard, bjóðaði vælkomin og hugleiddi um bestu bøkur, hann mintist, og um týdningin, at stuðla bókagerð í Føroyum, og at týða somu bøkur, so tær kunnu lesast í okkara grannalondum. Formaðurin í føroysku dómsnevndini, Oddfríður Marni Rasmussen, segði soleiðis um vinnandi bókina Hon, sum róði eftir ælaboganum (2014): Dómsnevnd Útnorðurráðsins fyri barna- og ungdómbókmentir hevur valt ungdómsbókina Hon, sum róði eftir ælaboganum eftir Rakel Helmsdal til virðislønina í 2016. Bókadeild Føroya lærarafelags gav bókina út. Hetta er áttanda ferðin, at tríggjar bøkur verða tilnevndar til Barna- og ungdómsvirðisløn Útnorðurráðsins fyri bókmentir. Virðislønin verður handað annað hvørt ár. Ein bók úr Føroyum, ein úr Íslandi og ein úr Grønlandi verða tilnevndar. Virðislønarvinnarin fær 60.000 danskar krónur. Í dómsnevndini eru: Oddfríður Mar